Eydnaðist ikki at velja borgarstjóra í Vági

Tað eydnaðist ikki Vágs býráð at skipa seg og velja borgarstjóra á fundi klokkan 10

Tá fyrstvaldi býráðslimur í Vágs býráð, Arni Brattaberg úr Tjóðveldi, skuldi seta býráðsfundin klokkan 10, har borgarstjóri skuldi veljast, bar ikki til at seta fundin, tí at býráðið ikki var fullmannað.

Bara 5 býráðslimir av 9 vóru møttir á fundi. Tað vóru tey 4 umboðini hjá Tjóðveldi og Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum, sum hevur verið borgarstjóri í Vági.

Hini bæði umboðini hjá JavnaðarflokkinUM, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, og bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum, Erhard Joensen og Marin Helena Hentze Gaardlykke, møttu ikki á fundi.

Avtala var annars gjørd millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkinum um at halda fram við samgongusamstarvinum, sum verið hevur seinastu fýra árini. Men tá tey skuldu skriva undir í gjár, boðaði Bjarni Johansen frá, at hann ikki tók undir við semjuni og at hann ikki fór at skriva undir.

Samstundis eru ábendingar um, at Bjarni Johansen er farin í samstarv við Tjóðveldi. Saman við teimum fýra umboðunum hjá Tjóðveldi er meiriluti, um tey Bjarna Johansen í part við sær.

Hóast tey einki hava sagt um tað enn, so var helst ætlanin at velja Bjarna Johansen til borgarstjóra á fundinum í morgun.

Hóast tað ikki er nøkur lóg sum sigur tað, so er tað sambært siðvenju fyrst valdi á listanum, sum fær borgarstjóran, sum verður borgarstjóri. Og hesaferð fekk Levi Mørk fleiri atkøvður enn Bjarni Johansen. Og sambært Levi Mørk var avtalan, at tann, ið fekk flestar atkvøður á Javnaðarlistanum skuldi gerast borgarstjóri.

Arni Brattaberg staðfesti, at tað ikki bar til at seta býráðsfundin, hóast hann hevði sent boð eftir varafólkum hjá teimum limum, sum ikki møttu. Tað lá ikki fyri hjá nøkrum at møta, var svarið.

Tað kundi bent á, at Bjarni Johansen ongan stuðul hevur í Javnaðarflokkinum fyri samstarvinum við Tjóðveldi.

 

Arni Brattaberg kallaði tí inn til nýggjan fund mikudagin klokkan 18.

 

##med2##

 

##med3##