- Jú longri Ukraina kann skjóta, tess styttri verður kríggið, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, fyri fundin í ST-trygdarráðnum, nú 1000 dagar eru farnir, síðan Russland leyp á

Langtberandi rakettir: Ein "game changer"

Ukrainski uttanríkisráðharrin heldur, at langberandi rakettir kunnu stytta um kríggið í Ukraina

- Jú longri Ukraina kann skjóta, tess styttri verður kríggið, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, fyri fundin í ST-trygdarráðnum, nú 1000 dagar eru farnir, síðan Russland leyp á

Andrij Sybiha, sum er uttanríkisráðharri í Ukraina, heldur, at avgerðin hjá USA um at loyva Ukraina at skjóta langtberandi amerikanskar rakettir eftir hernaðarmálum í Russlandi kann gerast eitt vegamót í krígnum í Ukraina.

 

- Hetta kann gerast ein "game changer", sum hann tekur til. Uttanríkisráðharrin heldur, at jú longri Ukraina kann skjóta, tess styttri verður kríggið.

 

Hetta sigur ukrainski uttanríkisráðharrin fyri fundin í ST-trygdarráðnum, nú 1000 dagar eru farnir, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina. Tað er nevniliga í hesum sambandi, at fundurin í trygdarráðnum verður hildin.

 

Sambært tíðindastovuni NTB hevur USA ikki alment váttað, at landið hevur givið Ukraina loyvi at brúka langtberandi amerikanskar rakettir eftir hernaðarmálum í Russlandi.

 

Ein orsøkin til, at USA nú loyvir Ukraina at brúka amerikanskar rakettir eftir málum í Russlandi er helst, at russisku álopini á Ukraina bara herðast, samstundis sum Russland hevur fingið nakrar túsund norðurkoreanskar hermenn at hjálpa sær í krígnum.

 

 

 

- Jú longri Ukraina kann skjóta, tess styttri verður kríggið, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, fyri fundin í ST-trygdarráðnum, nú 1000 dagar eru farnir, síðan Russland leyp á