Will Smith biður um umbering

Will Smith sigur seg hava roynt at seta seg í samband við Chris Rock eftir hendingina til Oscar-handanina. Chris Rock sigur seg “ikki verða til reiðar at tosa”

Heimskendi sjónleikarin Will Smith sló Chris Rock á pallinum til Oscar handanina í mars. Tað, sum fekk Will Smith í reyða feltið, var ein krønika, ið Chris Rock gjørdi um Jada Pinkett Smith, ið er kona Will Smith. Chris Rock gjørdi gjøldur burturúr skallanum hjá Jada Pinkett Smith, ið er skalluttur orsaka av sjúkuni alopecia.

 

 

 

Fyrst flenti Smith eftir krønikuni, men kona hansara sá ikki út til at halda nógv um orðini hjá Rock. Síðani gjørdi Smith ikki mætari enn at marsjera niðan á pallin og sláa Rock í andlitið.

 

 

 

Í gjár koyrdi Smith eitt sjónband út, har hann fyri fyrstu ferð tosar um hendingina - og biðjur um umbering.

 

- Orsaka Chris. Mín atburður kann ikki góðtakast. Eg eri her, tá tú ert til reiðar at tosa.

 

Hann legði eisini afturat, at kona hansara ikki bað hann gera nakað fyri at verja seg eftir orðini um manglandi hárini á høvdinum hjá Jada Pinkett Smith.

 

- Jada hevði onki við hendingina at gera, segði Smith.

 

- Eg ynski at biðja børn og familju mína um umbering, fyri nógva uppmerksemið, ið eg havi koyrt á okkum øll.

 

The Oscars hevur bannað Smith frá øllum tiltøkum komandi tíggju árini. The Oscars kallaði hendingina fyri “skaðandi atburð, ið aldrin skal góðtakast”.

 

##med2##