Ein russisk sendinevnd hevur seinastu dagarnar arbeitt konstruktivt við at finna loysnir, sum kunnu skapa frið í Ukraina.
Tað upplýsti amerikanski sendimaðurin Steve Witkoff í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
Witkoff luttók á fundum við russiska sendimannin Kirill Dmitrijev leygardagin og sunnudagin grundað á eina amerikanska friðarætlan.
Fundirnir vóru í Miami í amerikanska statinum Florida.
– Russland er framvegis fult sinnað at fáa frið í Ukraina, skrivar Witkoff.
– Russland virðismetir stórliga átøkini og stuðulin hjá USA at loysa ósemjuna í Ukraina og endurreisa alheimstrygdina, verður sagt.
Witkoff lýsir fundirnar sum produktivar og konstruktivar.
Amerikanska sendinevndin í Miami var umframt Witkoff, versonurin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, Jared Kushner, og Josh Gruenbaum, embætismaður í Hvítu Húsunum.
/Ritzau/










