Wout kom, sá og sigraði

EM24: - Eg segði tað við damuna áðrenn dystin, fortelur Wout Weghorst, sum bleiv stóra hetjan hjá Hollandi

Mynd: (Scanpix) Wout Weghorst bleiv stóra hetjan hjá Hollandi

Holland vann sum væntað á Póllandi, men tað skuldi hart arbeiði og ein góð innskiftin til, fyri at fáa um báðar endarnar. Holland var favorittur undan uppgerðini móti Póllandi, men tað var ikki fyrr enn Wout Weghorst skoraði sjey minuttir fyri tíð, at Holland var á odda í dystinum.

 

Tað var upp á hangandi hár, at Pólland megnaði at vinna seg víðari til EM-endaspælið. Póllendingar blivu nummar trý í undankappingarbólkinum hjá Føroyum – aftanfyri Albania og Kekkia.

 

Kortini eydnaðist tað Póllandi at vinna seg til EM-endaspælið við at vinna sær eitt pláss gjøgnum Nations League-kappingina. Her vann Pólland 5-1 á Estlandi í hálvfinaluni og eftir brotsspørk móti Wales í finaluni.

 

Tí var lítið væntað av teimum í dag, men avrikið var gott. Bæði venjarin, Michał Probierz, og málskjúttin, Adam Buksa, sum avloysti skadda Robert Lewandowski, søgdu eftir dystin, at teir vóru nøgdir við avrikið, men eitt vet vónbrotnir av úrslitinum. Tað var Wout Weghorst ikki.

 

- Daman ivaðist um hon skuldi koma til dystin. Eg segði við hana, at um tað er javnleikur 20 minuttir fyri tíð, so komi eg á vøllin og vinni dystin. Onkuntíð veist tú tað bara, sigur Wout Weghorst við UEFA.

 

Í morgin spæla Frakland og Eysturríki, sum eisini eru í bólki D.

 

Bólkur D:

 

Pólland – Holland 1-1 (1-2)

 

1-0 Adam Buksa, 16

 

1-1 Cody Gakpo, 29

 

1-2 Wout Weghorst, 83

 

Pólland: Szczęsny; Bednarek, Salamon (Bereszyński 86), Kiwior; Frankowski, Zieliński (Piotrowski 78), Romanczuk (Slisz 55), Zalewski; Urbański (Świderski 55), Buksa, S. Szymański (Moder 46)

 

Holland: Verbruggen; Dumfries, De Vrij, Van Dijk, Aké (Van de Ven 87); Schouten, Reijnders, Veerman (Wijnaldum 62); Simons (Malen 62), Depay (Weghorst 81), Gakpo (Frimpong 81)

 

Støðan:

 

1: Holland 3 (+1)

 

2: Eysturríki 0

 

3: Frakland 0

 

4: Pólland 0 (-1)

 

Mynd: (Scanpix) Wout Weghorst bleiv stóra hetjan hjá Hollandi