Frímerki
Birgir Kruse
Mánadagin byrjar nýggja útgávuskráin hjá Frímerkjadeildini. Serstakt við skránni hesuferð er, at Postverk Føroya hin 1. apríl verður 25 ár. Eisini hetta verður evni á frímerki henda hátíðardag.
Fyrstu frímerkini í ár ímynda Kirkjubøarstólarnar, sum nú koma heim aftur og Reyða Kross, sum hevur virkað her í landinum í 75 ár.
Tá farið varð undir at umvæla Ólavskirkjuna í Kirkjubø í 1874 vórðu Kirkjubøarstólarnir árið eftir fluttir á danska Ríkisgripasavnið, har teir enn eru í varðveitslu.
Tað hevur leingi verið eitt føroyskt ynski at fáa stólarnar heim aftur. Í 1977 játtaði danska stjórnin, at stólarnir kundu flytast aftur til Føroya, um so varð, at myndugleikarnir kundu ávísa hóskandi høli. Nú ljóðar fyri vist, at Kirkjubøarstólarnir verða aftur í Føroyum næsta ár.
Mánadagin staðfestir Postverk Føroya hendingina við fýra frímerkjum við myndum av stólagavlunum frá Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tó so, Postverkið hevur roynt hetta áður. Hetta er triðja røðin av sínum slag og tað er enn sum áður hin gitni frímerkjaristarin Czeslav Slania, sum hevur graverað merkini.
Dagin fyri 75 ára dag Reyða Kross, kann Postverk Føroya halda 25 ára føðingardag. Dagurin er hin 1. apríl og júst stovningardagurin hjá Postverki Føroya, man fara í søguna sum ein hin stuttligasta aprílsøgan.
Henda søguliga føroyska postdag, hin 1. apríl 2001, verða tilsamans 9 frímerki givin út á tveimum smáørkum. Annað, eitt søguligt ark við trimum frímerkjum, har evni er júst føroyska postsøgan. Hin útgávan verður eitt størri ark við seks frímerkjum, har myndaevni eru tikin úr norrønu sagnunum og gudalæruni. Tað er Anker Eli Petersen, sum arbeiðir við hesum myndaevnum. Anker Eli ger eisini jólafrímerkini í ár. Har er evni Kristi føðing, við støði í Lukasar og Matheusar evangelii.
Í summar stendur list á skránni hjá Postverkinum. Við støði í málningalistini hjá Zachariasi Heinesen verður ein útgáva í juni, stutt eftir, at listamaðurin er farin um tey 65. Í alnótini upplýsir ein donsk heimasíða fyri myntsavnarar, www.numis.dk, at Zacharias Heinesen og teknarin hjá danska tjóðbankanum Helene Keller-Jacobsen samstarva um at gera nýggjar føroyskar pengaseðlar.
Annar føroyskur listamaður, sum er við í útgávuskránni hjá Postverkinum, er Edward Fuglø. Hann myndprýðir fýra frímerki og postkort, har evni er stórhvalur ? avgustur, seiðhvalur, royður og nebbafiskur.
Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya hevur sum fáur megna at nýtt møguleikan við evarska lítla frímerkinum sum føroyskur sýnisgluggi móti alheiminum. Eisini við nýggju tøknini. Á heimasíðuni www.stamps.fo kunnu vit á føroyskum eins og á heimsins stóru málum, lesa um Føroyar, føroysku postsøguna, greinar um at arbeiða við frímerkjum, um útgávuætlanir og annað mangt.
Hóast 25 ára dagur Postverksins er hin 1. apríl í ár, kunnu vit á hesi heimasíðuni lesa, at longu í 1974/75 fór danska postverkið undir at framleiða føroysk frímerki. Postverkið í Føroyum nýtti hesi frímerki til frímerkingar av postsendingum og at selja til frímerkjasavnarar. Tey fyrstu føroysku frímerkini komu á marknaðin 30. januar 1975. Frá fyrsta degi sýndu frímerkjasavnarar í ymiskum londum stóran áhuga fyri føroysku frímerkjunum. Fleiri ferðir hava frímerki verið næststørsta føroyska útflutningsvøra.
Á heimasíðuni hjá Frímerkjadeildini verða eisini fleiri áhugaverd tíðarskeið í postsøguni lýst. Ein gloypibiti, mest fyri savnarar. Savnarar kring allan knøttin.
Og fyri tey, sum heldur vilja blaða í veruligum pappíri millum veruligar permur, verður hin 1. apríl ikki minni merkisverdur. Tá kemur út Føroya postsøga, sum Vilhelm Johannesen skrivar.
? Tað byrjaði fyri eini fimm árum síðani, tá eg hitti 95 ára gomlu Almu Rustin, sigur Vilhelm. Nú er hon farin um tey hundrað. Hetta førdi so til prát við onnur eldri fólk um postsøguna, eins og gransking av skjølum, ið høvdu við postin at gera. Nú er tað komið hartil, sigur Vilhelm, at ein bók skal koma út. Tað verður á 25 ára degum hin 1. apríl. Heitið er »Posturin í Føroyum 1870-2000« og í vavi verður bókin einar 400 síður við myndum.