Í kvøld verður næsta beinleiðis X-Factor sending. Tveir føroyingar eru sum flestum kunnugt við í ár, og tey eru Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá.
Tina Mellemgaard skal hesa ferð syngja vælkenda lagið "If I Ain’t Got You" eftir Alicia Keys. Seinasta fríggjadag sang Tina lagið hjá Kanye West, Street Lights, og hon fekk sera góðar afturmeldingar frá dómarunum, sum millum annað umrøddu hennara framførslu sum perfekta.
Kári Fossdalsá skal syngja kenda lagið "Let her go" hjá Passenger. Hetta er eitt lag, sum tey allar flestu kenna, og stílurin er munandi øðrvísi enn tað, hann sang seinasta fríggjadag. Tá sang hann "Please don't go" hjá Mike Posner, og sangvalið fekk kritikk frá Thomas Blachmann, men hann fekk rós fyri sína framførslu. Kári endaði tó í vandazonuni, men hann kom hóast alt víðari, tá dómari hansara Martin Jensen valdi at senda bólkin OSCAR heim í staðin fyri Kára.
X-Factor byrjar klokkan 20 á TV2, og tað verður sent á KVF aftaná Gekkin.