Xi: Mær hóvar ikki støðuna í Ukraina

Xi Jinping skal hava sagt í samrøðu við Joe Biden í dag, at kríggið í Ukraina er nakað, eingin vil síggja.

 

Í dag høvdu amerikanski forsetin, Joe Biden og kinesiski forsetin, Xi Jinping, ein fund á netinum. Her skal kinesiski forsetin sambært Reuters hava sagt, at stríðið í Ukraina ikki hóvar honum, og tað er Reuters, sum endurgevur statsligu kinesisku tíðindastovuna, CCTV.

 

Xi Jinping skal eisini hava sagt, at kríggið er nakað, eingin vil síggja.

 

Fyri samrøðuna millum forsetarnar varð sagt, at Joe Biden ávaraði Xi Jinping ímóti at stuðla Russlandi hernaðarliga, og sambært amerikanskum keldum gjørdi forsetin eisini greitt, at tað fer at kosta Kina dýrt, um landið hjálpir Vladimir Putin at ganga uttan um altjóða revsitiltøkini.

 

Fyrireikingin til samrøðuna millum forsetarnar báðar hava verið, síðan Joe Biden og Xi Jinping snakkaðu saman í november, og í dag var eisini væntandi, at ósemjan millum teir báðar um russisku krígsførsluna í Ukraina fór at fylla nógv í samrøðuni teirra millum.

 

Sambært USA hevur Russland biðið Kina um hernaðarliga hjálp og fíggjarligan styrk, síðan landið byrjaði innrásina í Ukraina, men bæði Kina og Russland avsanna hesi tíðindi.