Yggdrasil 25 ár á baki

Í ár eru 25 ár síðani, at tónleikabólkurin Yggdrasil sá dagsins ljós, og hetta verður millum annað hátíðarhildið við einari jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin.

At konsertin verður júst sunnudagin, er ikki av tilvild, tí sunnudagin er 15 januar, og tað er jú føðingardagurin hjá William Heinesen, sála. Mæti føroyski listarmaðurin hevði sera stóran týdning fyri Yggdrasil tey fyrstu árini hjá bólkinum, greiddi stigtakarin til bólkin, Kristian Blak, frá á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í morgun.

Den Yderste Ø
 William Heinesen var við í flestu verkætlanunum hjá okkum tey fyrstu árini, og tað var bæði sum yrkjari og sum myndlistamaður, at hann luttók, sigur Kristian Blak.
Hann greiddi eisini frá, at Yggdrasil í jubileumsárinum 2006 ætlar sær at spæla alt, sum bólkurin hevur gjørt hesi 25 árini, ið hann hevur verið til. Bólkurin hevur fleiri konsertir á skránni, og ætlanin er at koma gjøgnum alt tónleikasavnið hjá Yggdrasil.
Konsertin sunnudagin, sum verður í Norðurlandahúsinum, verður ein framførsla av verkinum Den Yderste Ø, sum bólkurin upprunaliga gav út í 1981. Talan er um tónleik, sum verður framførdur saman við yrkingum eftir William Heinesen.
Tònleikararnir og listafólkini, ið verða við á konsertini í Norðurlandahúsinum sunnudagin, eru Eivør Pálsdóttir, Annika Johannesen, Tore Brunborg, Mia Káradóttir, Heðin Ziska Davidsen, Kristian Blak, Anders Jormin og Brandur Jacobsen.

Bólkurin meiri føroyskur í dag
Tey fyrstu mongu árini hjá Yggdrasil var manningin í bólkinum fyri ein stóran part ein blanding av skandinaviskum og føroyskum tónleikarum, men í dag eru tað fyri tað mesta føroyingar, ið manna bólkin.
 Man kann sum so ikki siga, at Yggdrasil hevur eina fasta manning, men hesi seinnu árini er tað tó líkasum ein kjarna, ið hevur verið við. Árið 1997 kom eitt nýtt , Mikael Blak á bass og Heðin Ziska Davidsen á gittar. Hesir hava verið við størsta partin av seinnu árunum, greiddi Kristian Blak frá á tíðindafundinum.
Tónasmiðurin minnist aftur á, at hann var rættuliga spentur uppá, hvørji ummæli unga føroyska manningin fór at fáa á sinni.
 Tey fyrstu árini, ið Yggdrasil var til, vóru tónleikararnir rættuliga stór nøvn í Skandinavia. Eitt amerikanskt jazzblað hevur øll árini ummælt útgávurnar hjá Yggdrasil, og útgávurnar við ungu føroysku tónleikarunum hevur fingið eins góð ummæli sum útgávurnar við stóru skandinavisku nøvnunum fingu á sinni, sigur hann.
Kristian Blak heldur eisini, at tað hevði stóran týdning, at Eivør Pálsdóttir kom við í Yggdrasil í 2001.
 Tað at vit fingu ein føroyskan sangara, gjørdi eisini sítt til, at bólkurin bleiv nógv meiri føroyskur, enn hann hevði verið, heldur hann.

Skal víða í ár
Sum áðurnevnt ætlar Yggdrasil sær í ár at framføra øll tey verk, ið bólkurin hevur gjørt gjøgnum árini. Hetta skuldi eisini borið til, tí nógvar konsertir eru á skránni. Millum annað verða fleiri konsertir í Føroyum.
 Vit hava næstan ikki spælt í Føroyum í fimm ár, og tí verður tað gott aftur at spæla her á landi. Vit skulu millum annað hava eina serliga konsert á summartónum í juni, har upprunamanningin í Yggdrasil og manningin, sum er nú, fara at spæla. Vit skulu eisini til Estlands í juli, og somuleiðis eru konsertir avtalaðar í Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Vónandi verður eisini ein konsert í Italia, men hon er ikki komin endaligt upp á pláss enn, greiðir Kristian Blak frá.