Hanus Kamban
Fisk og flísar í sínum upprunaliga, ediliga sniði fær ein bara í Onglandi. Longu dagin eftir at eg í miðjum oktober var komin til London, leitaði eg mær tí niðan á Odysseus, á vegamótinum har Oxford Street og Charing Cross Road umskarast. Henda matstovan kann viðmælast øllum, sum eru svong, ikki hava góða tíð og ikki beinleiðis svambla í pengum. Tú verður blídliga móttikin, og tú situr mitt í býarins hjarta.
Gamal matsiður er, at ein tallerkur eigur ikki at vera ov fullur, hetta kann loypa vaml á fólk. Undantakið er nettupp hesin rætturin. Tann ellipsudánaði borðiskurin á Odysseus er rokaður við heimsins leskiligastu skrubbu og epladálum, ið eru gyltir og vælvaksnir og fáa teirra føroysku ella donsku systkinabørn at minna um píningar.
World Trade Centre
Sum ein situr her og gevur sær góðar stundir, og kvøldið, nú seint í trokingartíðini, sendir fossar av vappandi býarfólki út eftir New Oxford Street ella oman móti Leicester Square, slepst ikki undan, at tankin heftir seg við viðurskiftir, sum um varða eitt nú á skíggja ella í fjølmiðlum.
Hinumegin vegin hevjar seg háhúsið Centre Point, bringubrætt sum Bustin í míni heimaoyggj. Við áganginum móti World Trade Centre í huga verður grannalagið alt fyri eitt viðkomandi. Skuldi onkur kemikazesníkur fingið áhuga fyri hesum torninum mitt í sjálvum London, er Odysseus ein greidligur og ivaleysur partur av tí møguliga vanlukkuøkinum.
Á flogferðini yvir til Londin gáaði ein sjálvsagt um, at tað broytta veðurlagið í heimssamfelagnum hevði havt avleiðingar. Floghavnin í Kastrup var fámentari enn vanligt, eftirlit og kanningar vóru ruddiligari enn fyrr, og yvir fólki var sum heild ein feril av álvarsemi. Tað var ikki sørt, at ein sat og skimaðist í flogfarinum. Hvar sat tann møguligi ilskufúsi sníkurin, og hvussu hevði hann krógvað sín døkka samleika?
Afghanistan
Meðan eg skrivi hesi orðini, hava USA og Ongland bumbað Afghanistan í skjótt fýra vikur. Skuldi Taliban-stýrið fallið ? sum líkindi eru til ? vera tað helst fá vestanfyri, ið hava orsøk til at harmast. Men málið er fløktari enn so. Nøkur hundrað fólk, kanska uppaftur fleiri, sum einki hava gjørt til sakar, eru dripin. Nú tær óhugnaligu tyssibumburnar (hvør goymir í sínum knøtti 650 spreingiløðingar) sirma niður yvir landslagið, verður mannfallið sjálvsagt uppaftur størri.
Eitt land, sum frammanundan er útpínt og herjað, verður nú tagað uppaftur meira sundur. Fólk í 100.000 tali eru rikin í útlegd, tey, sum ikki orka avstað, børn, gomul og sjúk, tilsamans fleiri milliónir, standa nú og bíða eftir einum hungursvetri. Hvussu kann hetta verjast?
Avgerandi er hesin spurningur: Hvat er endamálið við hesum krígnum? Er tað satt, sum sagt verður, at hetta er eitt kríggj móti altjóða yvirgangi? Ella hevur kríggið okkurt annað endamál? Er tað kanska greipað saman við viðurskiftum, vit einki vita um?
Fólkaræði í USA?
Áðrenn vit nærkast hesum spurningi, kann vera vert at gáa um, hvussu veðurlagið ? mentunarliga og løgfrøðiliga ? er í USA í løtuni. Sum dømi kunnu vit taka stríðið móti rúsevnum, sum nógv hevur verið upplýst um í seinastuni. Til tess at taka um sjálva rótina á hesum trupulleika, hava amerikanarar í langa tíð sprænt eitur niður yvir markir og víddir í Bolivia.
Atgerðin hevur ongan trupulleika loyst, tvørturímóti, opiumsbøndurnir hava funnið sær nýtt dyrkilendi, og framleiðslan er vaksin. Hinvegin hevur atgerðin skapt eina umhvørvisvanlukku í Bolivia. Heima hevur USA samtykt og sett í verk eina rúsevnalóggávu, sum hevur gjørt tað møguligt at handtaka ósek fólk í tíggju, kanska hundrað túsundatali. Fongslini eru á tremur, og milliónir av børnum ganga í foreldraloysi fyri vág og vind.
Hvør fremur yvirgang?
Myndin hevur yvir sær ein dám av vitloysi. Tað sama stórveldið, sum setir hampafólk og uppalarar í túsundatali í myrkastovu, hóast tey einki hava gjørt, er ikki ført fyri at verja sítt fólk ímóti nøkrum fáum kemikazebrotsmonnum.
Tað er alt so einfalt. Tú keypir tær nøkur rakibløð, fer upp í eitt innanlendisflogfar og fremur at kalla ótarnaður tína glæsiligu ? ella grøtiligu ? ætlan. Milliardir fara árliga til løgreglu og loynitænastu. Men tá sníkar herja á, standa stjórarnir sum muur.
Lat okkum venda aftur til spurningin um yvirgang. Hvør er tað, sum fremur yvirgang í heiminum í dag? Ber til at byggja upp ein stovn, sum kann taka um henda trupulleika, kjølfesta eina altjóða gylduga løgfrøðiliga siðvenja, fáa tey seku drigin fyri rættin, skuldsett og dømd? Um so er, at tað ikki ber til, er nakar, ið kann hugsast at forða fyri tí?
Eitt ákærurit
Framman fyri mær liggur ein bók, lítillátin í vavi og sett við heldur smáum stavum. Bókin eitur The Trial of Henry Kissinger. Tann sum hevur skrivað er Christopher Hitchens, rithøvundur, blaðmaður og professari í ?Liberal Studies?.
Høvundsins áskoðan ? sum hann undirbyggir við neyvum upplýsingum og strangliga skipaðum próvgrundum ? er, at fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin eigur at koma fyri rættin, skuldsettur fyri yvirgang ella terrorismu. Millum tær brotsgerðir, ið áttu at staðið í einum møguligum ákæruriti, eru hesar:
1. Tilætlað hópmorð móti vanligum borgarum í Indokina.
2. Tilætlað loyniligt samstarv í hópmorði, og seinni morði, í Bangladesh.
3. Persónliga at hava goldið fyri og lægt til rættis morð á ein embætismann í eini demokratiskari tjóð ? Chile ? sum USA ikki var í kríggj við.
4. At hava verið uppi í eini ætlan at myrða ríkisovastan í tí demokratisku Kýpros.
5. At hava eggjað til ? og gjørt møguligt - fólkamorð á Suðurtimor.
6. At hava verið uppi í eini ætlan at ræna og myrða ein blaðmann búgvandi í Washington DC.
Kambodja og Laos
Tað verður ov drúgført á hesum stað at greiða í staklutum frá hesum seks punktunum. Nóg mikið er at minna á, at amerikanski forsetin Richard Nixon og trygdarráðgevi hansara Henry Kissinger í 1969 gjørdu av at bumda tvey uttanveltað lond - Laos og Kambodja ? sum USA ikki var í kríggj við.
Frá mars 1969 til mai 1970 vórðu tilsamans 3.630 bumbuálop framd móti Kambodja. Mett verður, at í minsta lagi 300.000 borgarar í Laos og 600.000 í Kambodja lótu lív. Milliónir gjørdust flóttafólk. Álopini skaptu eina risastóra heilsuvanlukku, sum serliga rakti børn, mammur við smáum børnum, gomul og sjúk.
René Schneider
Fara vit síðani til Chile, so hendi tað har, eftir forsetavalið í september 1970, at ein demokratiskur meiriluti var fúsur at velja Salvador Allende til forseta. Hetta útlitið hóvaði ikki tí uttasta høgra, CIA og stórfyritøkum sum ITT, Pepsi Cola og Chase Manhattan Bank í USA. Nixon og Kissinger gjørdu tí av at forða valinum við at eggja til hernaðarkvett.
Men teir rendu seg alt fyri eitt í ein stóran trupulleika. Chilenski herurin og herovastin René Schneider vóru ímóti at forpurra ta demokratisku mannagongdina í Chile. So varð gjørt av at eggja til, at Schneider varð rændur og at lata yvirgangskroppum vápn og pengar til at fremja hesa ætlan.
Tað lukkaðist at fáa samstarv í lag við ein bólk av chilenskum terroristum við Roberto Viaux herovasta á odda. Tann 22. oktober 1970 varð René Schneider rændur og myrdur. Tað gingu kortini 3 ár, til tað eydnaðist, við eini antidemokratiskari ráðagerð, at beina fyri tí chilenska fólkaræðinum.
Hvør hýsir terroristum?
Seta vit hesar upplýsingar í samband við tey ræðuligu álopini á World Trade Centre, standa vit yvir av eini merkisverdari moralskari syllogismu. Hann, sum ikki er við okkum í stríðnum móti yvirgangi, er ímóti okkum, sigur amerikanski forsetin. Og tey, sum hýsa terroristum, eru líka sek sum t.d. Osama Bin Laden.
Loypa vit nú tann løgfrøðiliga nettleikan (sum hvørki USA ella Bretland tíma at gáa um)um, so eru menn sum Bin Laden, Milosevic og Kissinger í somu støðu: ákærur um herviligan yvirgang kunnu førast fram í móti øllum trimum. Sostatt hýsir USA, sambært landsins egnu allýsing, í løtuni einum av heimsins størstu terroristum. Ikki bara verður einki gjørt fyri at handtaka hann. Hann verður borin á lógvum, dyrkaður sum ein hetja og undirdíktur í risastórum peningaupphæddum, bara hann opnar munnin.
Er tað ikki makaleyst?
Bakslátturin
Hesar hugleiðingar hava ikki til endamáls at káva út yvir tann trupulleika, sum eitur yvirgangur. Hesin vandi er veruligur, og hann fer at vaksa í framtíðini, m.a. orsakað av tí vaksandi streyminum av flóttum úr muslimskum londum og tí harðnandi fundamentalistiska rákinum bæði fyri eystan og fyri vestan.
Men sum so mangan fyrr verður spurningurin vestanfyri gjørdur einfaldari enn hann er, sum var hetta bara eitt kríggj millum tey góðu (og kristnu) og tey óndu (og heidnu).
Í roynd og veru eru tað vesturheimsins óndu og grimu gerðir, sum nú koma okkum øllum aftur um brekku. Tí ikki bara hava muslimskir yvirgangsmenn lært av vesturheiminum, okkara statsmenn eiga eisini sín lut í, at mong muslimsk lond nú leita, ikki tann demokratiska, men tann fundamentalistiska vegin. Tá ið tann demokratiskt valdi iranski statsmaðurin Mossadeq í 1953 fór undir at umskapa Iran til eitt upplýst, nútíðar fólkaræði, vóru tað USA og Ongland sum við ódemokratiskari uppílegging steðgaðu hesi gongd.
Er Blair lopin framav?
Í tí støðu, sum nú hevur tikið seg upp, kundi Europa havt leiklutin sum kritiskt, tálmandi vald. Men europeiskir statsmenn hava valt at krúpa og akta ? treytaleyst ? hvørja ferð tann amerikanski kovboyforsetin trívir eftir byrsuni.
Og tað nýggja Labour í Bretlandi hevur tíverri valt at ganga undan í hesum pínliga undirbrotliga leikluti. Undan seinasta vali gjørdi The Observer vart við, at Tony Blair nóg illa hevði nortið við tey stórmál, sum leika á heima: at nútíðargera útbúgving, samferðslu og heilsurøkt. Men nú tað snýr seg um at bumba eitt fátækt, niðurundirkomið land, tykist einki at vera óført.
Hvør, kann ein spyrja, fremur yvirgang? Avvarðandi eftir tey, sum lótu lív í New York tann 11. september í ár, hava sítt svar. Men nú ein dagin fekk ein mamma í Kabul eina jólagávu frá teimum fittu jólamonnunum Blair og Bush, sum kostaði fimm av hennara smáu børnum lívið. Hvat heldur hon um málið?
Og hvat halda avvarðandi eftir tey, sum vóru slaktað í Sabra og Shatilla, av kristnum bølmennum, í september 1983 (meðan Ariel Sharon, sum hevði ábyrgdina, hugdi at) um spurningin?
Góðgæti í Charing Cross Road
Máltíðin á Odysseus er komin at enda. Centre Point stendur enn. Charing Cross Road liggur í skýmligari kvøldarglæmu. Tann einsligi ferðamaðurin smýgur ígjøgnum streymin af fólki og kennir seg sum ein óvita av bygd, ið er sleptur inn í ein góðgætishandil. Her eru allar tær veldugu bókabúðirnar ? Foyles, Borders, Waterstone´s og Blackwell´s ? og tær flestu teirra lata ikki aftur fyrr enn um áttatíðina.
Fyribils beina vit Bush og Blair og teirra undirbrotligu europeisku jabrøður av heilaskíggjanum. Pinter og Tolkien, Blake og Rembrandt eru hugaligari ferðalag. Kanska kunnu vit hoyra um onkran teirra næstu ferð.
Í næstu grein verður farið at vitja í Highgate kirkjugarði, har høvundurin fer at hugleiða um Karl Marx og støddfrøðingin Alan Turing, sum er faðir at telduni.