Ynskja betri umstøður fyri hundar

Hundaeigarar vilja hava hundin við á kamari umborð á Norrønu.

Nøkur eru, sum taka húsdjórini við sær, tá tey fara at ferðast, kanska serliga hundar.

 

Sum nú eru, so eru hundabúr á dekkinum, har hundurin kann vera undir túrinum. Eigarin kann so vitja hundin undir túrinum, men hundurin má vera í búrinum. Hetta eru hundaeigarar ónøgdar um nú.

 

Hundaeigarar eru nú farnir undir at samla undirskriftir saman, fyri at heita á Smyril Line um at broyta hesi viðurskiftini.

- Vit meta hetta als ikki er nøktandi fyri hundar, ið dagliga eru hjá sínum eigarum. Túrurin millum Danmark og Føroyar er alt ov drúgvur til at hundarnir skulu vera í búrum í tímavís og eigarin einans kann hava hundin á dekkinum, skriva tey í skrivinum, sum tey ynskja at fólk skriva undir á.

 

Tey heita tí á Smyril Line um at skipa so fyri, at nøkur kømur verða sett av, har hundar kunnu vera saman við eigarum sínum.

- Hundar, ið eru vanir at vera hjá eigarum sínum gerast sera strongdir, og í fleiri førum kann hetta skaða atferðina hjá hundinum, eins og hann kann gera fysiskan skaða á seg sjálvan, orsaka av strongd.

 

Skrivast kann undir her.