Ynskja hjálp frá fólki

Løgreglan ásannar, at hon stendur á berum, hvat viðvíkur at finna framm til, hvør tað var, ið lýsti eftir flogfarinum við einum lasara fríggjakvøldið.

- Í samband við fráboðan um, at lýst varð við lasaraljósi móti einum flúgvara hjá Atlantic Airways, sum mikukvøldið 21.01.15 fleyg yvir Havnini, ynskir politiið at frætta frá fólki, sum vita nakað konkret um hendingina.

 

Hesi stuttu boð vórðu í dag løgd út á Facebook-vangamyndina hjá føroysku løgregluni.

 

Í práti við Kringvarp Føroya í tíðindunum klokkan 17.00, ásannaði løgreglan, at uttan konkreta hjálp, stendur hon á berum hesum máli viðvíkjandi. Nógv hava ringt til løgregluna og boðað frá, hvat tey hava sæð, og løgreglan hevur eisini gjørt nøkur avhoyr. Tó so, enn hava tey eingi hondfast prógv um, hvør tað var, ið peikaði móti flogfarinum við einum lasara.