Yrkisdansarar geva frálæru

Um vikuskiftið hava tey, ið eru áhugað í modernaðum dansi, møguleika at fáa frálæru frá tveimum av bestu føroysku dansarunum.

 

Talan eru um Vígdis H. Olsen og Búa Rouch, ið bæði eru yrkisdansarar. Tey fara at hava verkstovu í kvøld og leygardagin, har arbeitt verður við modernaðum dansi við serligum atliti til floorwork.

 

- Vit fara eisini at arbeiða við improvisatión og skapan av egnum rørslutilfari, soleiðis at allir luttakarar kunnu fara heim við nýggjum tekniskum førleikum og egnum nýskapaðum dansitilfari, tá verkstovan er liðug, sigur Vígdis H. Olsen, sum hevur arbeitt víða um sum dansari, koreografur og lærari tey seinastu 8 árini.

 

Vígdis er ùtbúgvin frá Balletakademien í Gøteborg ,Merce Cunningham teknik í New York og sjónleik á William Esper Studio í New York.

Vígdis leggur dent á fysiska trening fyri krop, venjingar sum trena tað dynamiska rørslu skiftið ið krevst av musklunum.

 

Búi Rouch, sum eisini gevur frálæru í kvøld og í morgin, gongur á Iwanson International School of Contemporary Dance í Munchen Týsklandi og hevur harumframt seinastu tvey áriini útbúgvið seg innan sjónleik á The Academy of the Science of Acting and Directing í London og í modernaðum dansiteatri á Akademiet í Keypmannahavn.