Yrkjarar á ferð

Listastevnan er í stóran mun savnað um miðstaðarøkið, men treyðugt so eru tiltøk í útjaðaranum. Tiltak við upplestri av yrkingum hevur ferðast kring landið við nøkrum av fremstu yrkjarunum við pjøkanum fullum av veingjaðum orðum. Góð orð, bergtikinir lurtarar. Nógv orð, fáir lurtarar

 
Tiltakið við yrkjarum undir tjøraðum plankum byrjaði í Mullers Pakkhúsi í Havn og hevur síðani ferðast.
                      Tað eru teir 3 Carl Johan Jensen, Jóannes Nielsen og Tóroddur Nielsen, ið hava tikið pjøkan á bakið og eru farnir á ferð fyri at lesa upp egnar yrkingar í hugnaligum umhvørvi.
                      Vitjað hevur verið í Fuglafirði og sunnukvøldið lósu teir upp í Stóra Pakkhúsi í Vági.
 
Góð orð, fá fólk
Kim Simonsen hevur í blaðnum í gjár neyva gjøgnumgongd av sjálvum yrkingunum, ið skøldini høvdu valt at lesa í Havn. Skráin var næstan hin sama, um ikki júst, í Vági, so her verður ikki endurtikið.
                      Samd kunnu vit tó vera í orðunum hjá fyrrnevnda greinskrivara, at Carl Johan er hin mest akademiski, Jóannes hin hugtakandi og kensluborni og Tóroddur hin stuttligasti.
                      Stóra Pakkhús er hóskandi karmur, tó talan er ikki um tjøraðar plankar. Hóast tjøran kanska ikki er til staðar í nøkrum av framførslustøðunum, so eru hetta støð, har søgan um farnar tíðir livir millum skins og hold.
                      Í dimminum í Pakkhúsinum sunnukvøldið var einasta tjøran í roykinum frá vindlunum, ið sendu síni roykboð undir loftið, meðan yrkjarar  lótu síni boð ljóma, sum teir meta, at boðini, yrkingarnar, skulu ljóða.
Carl Johan legði fyri við yrkingum og sonettum, Jóannes honum á baki  við sínum kendu yrkingum við eyðkenda orðalagnum, og  Tóroddur við sínum stuttligu, beinraknu yrkingum, lisnar á undirfullan hátt. Onkur vildi kanska tikið seinna stavilsi í navnið høvundans og flutt í enska merking; odd = løgið. Tað er bara ein Tóroddur, men gott at hann er.
Allir megnaðu teir at fáa lurtararnar at rakna við av og á, antin í játtandi keipum og stunan ella í látri.
Meira skal ikki sigast um innihaldið, sum er gjølla viðgjørt frammanundan.
Men hinvegin eiga yrkjarar rós og fólk annars rís:
Hóast bert eini 10 -15 fólk høvdu leitað sær at hoyra veingjaðu orðini, so lósu høvundarnir, sum var húsið fult, og tað eiga teir rós fyri. ?Framførslan? var til UG og var innilig.
Hinvegin kann kanska spurnartekin setast við, hvar lurtararnir vóru, tí bert eini 10 fólk er ikki at reypa av og skal góð grundgeving til, áðrenn útjaðarin kann krevja tiltøk av Listastevnuni næstuferð, tá undirtøka ikki er fyri tí, ið er.
Suðuroyggin hevur av listakøkuni fingið eina framsýning í Gallarí Oynni og so tiltakið við yrkingum sunnukvøldið. Kanska eitt heldur tunt ella tungt tiltak, tykjast summi, og halda seg tí burtur, men tey í hinvegin leitaðu sær í Pakkhúsið sunnukvøldið fingu eitt gott kvøld við góðum yrkjarum, ið vóri væl fyri, høvdu nakað upp á hjartað og sum lótu av sínum skaldagávum, uttan mun til nøgd av oyrum, ið hoyrdu.
Og tað er nokk eisini tað, ið tað snýr seg um. Inniligt og tætt. Yrkjarin yrkir fyri sær sjálvum, fyri tí einstaka, fyri fjøldini. Orð megna at snúgva sær, har plankarnir er tættastir fyri og orðið hevur í søguni mangar sigrar at vísa á.
Og hóast stóra Pakkhús ikki varð pakkað við lurtarum, so fingu tey møttu óinnpakkaðar sannleikar og hugarensl frá nøkrum av fyndugastu pennum í landinum.