92 tíðaravmarkað størv í føroyska fólkaskúlanum

Skúlarnir hava søkt eftir lærarum til 122 størv til komandi skúlaár, 30 føst størv og 92 tíðaravmarkað størv.

 

Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum fyri lærarar og skúlaleiðarar, ið eru í farloyvi. Skúlablaðið skrivar, at í fjør varð søkt eftir 99 tíðaravmarkaðum størvum í føroyska fólkaskúlanum, men tá vóru bara 34 lærarar og skúlaleiðarar, ið vóru í farloyvi. 

Tað vóru altso 65 fleiri tíðaravmarkað størv enn tað vóru lærarar í farloyvi. 

– Hvussu nógvir lærarar og skúlaleiðarar fara í farloyvi komandi skúlaár, er okkum ikki kunnugt, men ábendingar eru um, at tað eru ikki færri enn hetta skúlaárið, skrivar skúlablaðið.

 

##med2##