Yvirgangsatsókn at New York avdúkað

Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur í síðstu løtu avdúkað ætlanina um eina yvirgangsatsókn at New York FBI tók í nátt fýra menn, beint eftir at teir høvdu fylt ein bil við spreingievnum, sum teir sambært løgregluni ætlaðu at spreingja í luftina uttan fyri jødiskar stovnar í býarpartinum Bronx.

Tíðindastovurnar skriva, at menninir høvdu eisini útvegað sær smáar rakettir av slagnum Stinger, sum millum annað kunnu brúkast til at skjóta flogfør niður við. Ein av rakettunum var klár at brúka.

New York Times skrivar, at FBI hevur hildið eyga við monnunum síðani seinasta summar. Tríggir teirra eru av arabiskum uppruna, og tann fjórði hevur røtur í Haiti. Tríggir av monnunum eru amerikanskir ríkisborgarar.