Yvirgangsmenn fingu frið í Danmark

Fyrst í nítiárunum bleiv Danmark uppfatað sum eitt stað, har yvirgangsmenn gjørdu, sum teimum lysti

Tað sigur Hans Jørgen Bonnichsen, fyrrverandi stjóri í fregnartænastuni hjá donsku løgregluni, við JyllandsPostin. Bonnichsen var stjóri í PET í árunum frá 1997 til 2006.

 

Í samrøðuni kemur fram, at longu í 1994 metti PET, at næstan 40 av heimsins ringastu yvirgangsfelagsskapum høvdu støð ella umboð í Danmark, haðani teir útvegaðu pengar, følsk pass og hjálptu virknum yvirgangsmonnum.

 

Yvirgangsmenninir gjørdu sær eisini dælt av tí lagaliga danska innflytarapolitkkkinum, sum tá var. Millum teirra, sum fjaldu seg í Danmark, vóru Omar Abdel-Rahman og Abu Talal. Teir vóru limir í einum egyptiskum yvirgangsfelagsskapi, sum verður hildin at vera ein partur av al-Qaeda.

 

-Trupulleikin var helst, at tá var markið ímillum yvirgang og frælsisbardaga ikki so týðiligt sum í dag, og harafturat hevði PET ikki somu amboð sum í dag, sigur Hans Jørgen Bonnichsen við JyllandsPostin. Blaðið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Bjørn Westh, sum var løgmálaráðharri í 1995, men hann vil einki siga. Tað vil núverandi løgmálaráðharrin, Lene Espersen, heldur ikki, og PET sigur seg ikki hava nakað at viðmerkja.