Í dag fyllir listamálarin Zacharias Heinesen 80 ár.
Zacharias Karl Ulrik Heinesen er føddur 19. mai í 1936. Hann er sonur gitna føroyska rithøvundan og listamannin, William Heinesen og Lisu Heinesen.
Zacharias er upprunaliga útbúgvin sum møbilsnikkari, men hansara listarligu gávur gjørdu, at hann longu í 50-unum byrjaði við síni málningalist og fór á Myndlista- og handíðaskóla Íslands og seinni á Kunstakademiet í Keypmannahavn.
Í 1965 kom hann heim aftur til Føroyar, og hevur hann síðan arbeitt sum listamaður burturav.
Hann hevur havt nógvar framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.
Umframt málningalistina arbeiðir Zacharias eisini við grafikki. Hann hevur gjørt bókamyndir, permur, plakatir, plátuumsløg v.m. Hann hevur t.d. teknað allar teir nýggjastu føroysku pengaseðlarnar, og fekk føroyski túsundkrónuseðilin virðisløn sum heimsins vakrasti pengaseðil í 2005.