Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at samráðingarnar millum umboð úr Ukraina, Russlandi og USA í Sameindu Arabisku Emiratunum hava verið konstruktivar.
Tað veit Reuters at siga í dag, og AFP endurgevur eisini ukrainska forsetan. Forsetin heldur, at um vilji er til steðgar, kunnu samráðingarnar halda fram, kanska longu í næstu viku.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at umboðini fyri partarnar hava felt niður blað ein lista við málum, sum kunnu takast upp á einum møguligum nýggjum fundi.
Dagurin í dag var annar dagurin á rað, at samráðingar vóru í Abu Dhabi, og endamálið við samráðingunum er at fáa í lag eina friðaravtalu í krígnum millum Russland og Ukraina.
Hóast samráðingarnar um frið, helmar Russland ikki í við sínum álopum á Ukraina, og sagt verður, at Russland í nátt sendi 370 dronur og 21 rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum.
Hetta veit ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at siga í dag.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ukraina-bodar-fra-storum-dronualop-ur-russlandi










