Zelenskyj: Slagið um Donbas er byrjað

- Ein stórur partur av russiska herinum er nú farin undir álopskríggj í landslutinum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur í kvøld, at russisku herdeildirnar eru byrjaðar slagið um Donbas har eysturi í landinum.

 

Á sosiala miðlinum Telegram váttar forsetin, at russar nú eru í holt við tað, teir eftir øllum at døma hava fyrireikað í langa tíð.

 

- Ein stórur partur av russiska herinum er nú farin undir álopskríggj í landslutinum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

Tíðindastovan NTB sigur, at seinastu vikurnar hevur verið væntandi, at Russland fór at royna at vinna sær valdið í eystara parti av Ukraina.

 

Stápsstjórin hjá ukrainska forsetanum, Andriy Yermak, sigur, at ukrainski herurin er sterkur og fer at standa seg ímóti russisku álopunum.

 

Tíðindastovan AFP veit frá lokalum myndugleikum í Donbas at siga, at russisku álopini í landslutinum eru byrjað. 

 

Sambært útlendskum miðlum í kvøld eru tíðindini um nýggj russisk álop í landslutinum ikki váttað av Russlandi, ei heldur av øðrum óheftum keldum.

 

##med2##

 

 

 

Ukrainskur hermaður stendur klárur nærindis hermótinum í Izyum-økinum.