Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er amerikanska hernaðarhjálpin til Ukraina ikki fevnd av eini umfatandi hjálparsteðgi, sum USA hevur boðað frá.
Tað segði forsetin á einum tíðindafundi, sambært Radio Free Europe. Tað upplýsti miðilin Ukrajinska Pravda í dag.
- Eg veit, at tað eru nógvir stovnar kring heimin, sum frammanundan vóru stuðlaðir av amerikansku stjórnini. Eg kann bara tosa um, hvat Ukraina kanska ikki fær og hvat eg leggi dent á.
- Eg leggi dent á stuðul her, sum ikki er steðgaður, Gudi havi lov fyri tað, sigur hann.
Tað er ikki greitt, hvaðani Zelenskyj fekk upplýsingarnar.
Tað var í gjár, at ein fleiri miðlar greiddu frá einum innanhýsis uppriti í amerikanska uttanríkisráðnum. Uppritið skal fyribils steðga næstan allari útlendskari hjálp uttan neyðhjálparveitingar av matvørum og hernaðarligari fígging til Ísrael og Egyptaland.
Fleiri miðlar - eitt nú Politico og tíðindastovan AFP - skriva, at ukrainska hernaðarhjálpin eisini tyktist at vera við í 90 daga steðginum.
Men tað avsannar ukrainski forsetin. Hóast tað er stór óvissa um ítøkiliga fremjan av tiltakinum.
Politiken skrivar, at í gjárkvøldið fekk DanChurchAid boð, har sagt varð, at tey alt fyri eitt skulu steðga átøkum, sum eru amerikanskt stuðlað, viðvíkjandi flóttafólkum og tilflytarum.
Men enn er óvissa innan samtakið um nágreiniligu avleiðingarnar, skrivar blaðið. Um vikuskiftið arbeiða vit við at gera eitt yvirlit.
- Tað er okkum ikki greitt, um skipanin eisini er galdandi fyri verandi neyðhjálpar- og menningarætlanir, sum ikki beinleiðis fáast við flóttafólk og migrantar, sigur Jonas Vejsager Nøddekær, aðalskrivari við Politiken.
Steðgurin er ætlaður at geva møguleika at kanna, um hjálparbýtið er í tráð við uttanríkispolitikkin hjá nývalda amerikanska forsetanum, Donald Trump.
USA er størsti einstaki hjálparveitarin í heiminum. Í 2023 rindaði landið 72 milliardir dollarar - 512 milliardir krónur - í hjálp.
/Ritzau/