Zelenskyj vil hava sameind at venja ukrainsk herfólk

Forsetin ynskir, at venjingarnar fara fram í Ukraina

Ukrainsk herfólk hava fingið venjingar í ymiskum londum, men nú ynskir forseti landsins, at hesar venjingar fara fram í Ukraina.

 

Volodymyr Zelenskyj ynskir, at hernaðarligir instruktørar úr sameindum londum koma til Ukraina at hjálpa til við at venja ukrainsk herfólk.

 

Hetta veit franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært AFP-tíðindastovuni at siga í dag.

 

Ukraina hevur avbjóðingar við fólki, sum kunnu taka sær av slíkum venjingum.

 

- Tí hava ukrainski forsetin og verjumálaráðharri landsins biðið um hjálp hjá sameindum londum, sigur franski forsetin við franskt sjónvarp.

 

 Emmanuel Macron leggur aftrat, at áheitanin úr Ukraina kom skrivliga fyri umleið tveimum døgum síðan.