Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hava havt nógv samstarv, síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan

Zelenskyj vitjar Noreg í dag

Sum skilst, hevur ukrainski forsetin nógv á skránni, tí í dag skal hann eisini hitta týska kanskaran, Friedrich Merz í Berlin

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hava havt nógv samstarv, síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan

Forsetaskrivstovan hjá Volodymyr Zelenskyj veit at siga, at ukrainski forsetin vitjar í Noreg í dag.

 

- Higartil hava myndugleikarnir í Noregi kki gjørt viðmerkinginar til vitjanina, skrivar www.tv2.no

 

Sum skilst, hevur ukrainski forsetin nógv á skránni, tí í dag skal hann eisini hitta týska kanskaran, Friedrich Merz.

 

Volodymyr Zelenskyj og Friedrich Merz skulu hittast í Berlin.

 

- Júst, nær ukrainski forsetin kemur til Noregs í dag, og hvussu skráin fyri vitjanina sær út, er ikki greitt í løtuni, skrivar www.tv2.no

 

Norska løgreglan hevur í dag boðað frá, at loftrúmið yvir eitt nú Oslo partvís verður stongt fram til klokkan 23 í annaðkvøld.

 

- Orsøkin er almenn útlendsk vitjan, skrivar norska løgreglan og vísir á, at avmarkingarnar fevna um Oslo, Rómaríki og partar av Asker/ Bærum.

 

Løgreglan leggur aftrat, at flúgvin í økjunum er ikki loyvd - uttan við serligum loyvi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hava havt nógv samstarv, síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan