Zidane verður sannlíkt kunngjørdur sum franskur landsliðsvenjari

Komandi týsdag er boðið til tíðindafund hjá franska fótbóltssambandinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Helst besti franski fótbóltsleikarin nakrantíð, og HM og EM vinnari við Fraklandi í 1998 og 2000, Zinedine Zidane verður væntandi kunngjørdur sum komandi franski landsliðsvenjarin.

 

Franska fótbóltssambandið hevur boðið til tíðindafund komandi týsdag klokkan 11. 

 

Franskir ítróttarmiðlar eru ivaleysir í, at tað verður "Zizou", ið verður staðfestur nýggjur landsliðsvenjari hjá "Les Bleus" frá 1. september at rokna

 

Didier Deshamps, ið júst hevur lagt frá sær var í starvinum í 14 ár. Eitt venjarastarv, ið er eitt hitt mest krevjandi í øllum heiminum. 

 

Zidane er 54 ára gamal. Hann hevur sum høvuðsvenjari hjá Real Madrid vunnið Champions League tríggjar ferðir, og La Liga á tveimum sinnum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix