Zlatan ikki partur av svenska HM-hópinum

Zlatan Ibrahimovic heldur, at svenska fótbóltslandsliðið er betri uttan hann

Røringur hevur verið í svensku ítróttarmiðlunum seinastu vikurnar um størsti fótbóltsspælarin í svensku landsliðssøguni, Zlatan Ibrahimovic fór at gera eitt comeback á svenska landsliðnum, og fór at verða tøkur at tørna til fyri Svøríki, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Russlandi í summar.

 

Svenskarar eru í einum sera sterkum HM-bólki, har týsku heimsmeistararnir, Suðurkorea og Meksiko eru mótstøðuliðini.

 

Nú skriva svenskir ítróttarmiðlar, at Zlatan Ibrahimovic verður ikki partur av svenska HM-hópinum.

 

Og orsøkin kemur frá einum sjálvatfinningarsomum Zlatan: - Svøríki er betri uttan meg, sigur Zlatan sambært blaðnum "Expressen". 

 

Zlatan hevur sera góðar vónir til svenska liðið, hóast hann ikki sjálvur verður við til HM-endaspælið: - Eg haldi, at Svøríki er favorittur til at vinna HM í fótbólti, eftirsum teir eru betri uttan Zlatan, sigur Zlatan Ibrahimovic.

 

Zlatan Ibrahimovic útilokar ikki, at hann verður hjástaddur til HM-endaspælið í Russlandi í summar, men tað verður ikki sum partur av svenska HM-hópinum. 

 

Svøríki spælir ímóti Suðurkorea 18. juni, ímóti Týsklandi 23. juni og ímóti Meksiko 27. juni.