Zoran og Zasha halda fram í TB

Fótbóltur: Báðir jugoslavarnir halda fram í TB

Sunnudagurin var ein stórur dagur á Tvøroyri, tí tá vann fótbóltsfelagið í býnum sær aftur pláss í bestu deildini. Tað hendi við einum samanløgdum sigri á FS Vágum.

Og samstundis sum plássið í 1. deild varð tryggjað, kundi felagið váttað, at báðir jugoslavarnir, sum hava spælt á Tvøroyri seinasta árið, halda fram har.

Zoran Pavlovic hevur spælt við og verið venjari, og tað uppgávuna skal hann hava aftur næsta ár. Alexander Radosavljevic var toppskjútti í 2. deild, og hóast onnur feløg í landinum hava spurt seg fyri hjá málskjúttanum, heldur hann fram í TB.