“Olivur, nú ert tú sjúkur og veikur og orkar ikki at gera nógv, men á hvat tú hevur givið nógv til verðina”. “Ja tað havi eg” segði hann, og so tók hann uppaftur alt, sum eg segði. “Tú hevur gjørt okkum stolt [...] teknað. Pápin hevur møguliga tó ikki sæð so stórt virði í hesum. “Tú mást blíva til nakað, eingin kann liva av at mála og tekna” skuldi hann havt sagt. Og tí var Olivur farin í læru til radiomekanikkara [...] Neyst navninum”. “Ja tað havi eg”. “Tú hevur givið íblástur til mangan mann og hugbundið manga sál”. “Ja, eg havi givið íblástur og hugbundið”. “Blátt og appelsingult, sum tú setti á gráa og myrka landslagið”
"Háskóli Akureyrar hevur bjargað býnum!" So avgjørd vóru fleiri eg tosaði um universitetið har norðuri í Íslandi. Nýggja tíðin í Íslandi hevur ført við sær, at fólkið leitar av bygdunum til miðstaðarøkið, [...] tað er vinnugransking og menning ella grundforskning ella gransking fyri tað almenna og stovnar av ymsum slagi, so krevur tað eitt vist umhvørvi og eina vissa mongd ella stødd at fáa tær granskandi ket [...] lag. Tað er sera vandamikið og sera harmiligt, at vit sum onki kunnu finna milliónir til rakstrarstudning ella til íløgur í betong og boring, men ikki duga at gera íløgur í vinnur innan vitan og mentan
tað hugstoytt at hugsa sær, at valið hjá teimum kemur at vera avmarkað til ungdómsmøti á Glyvrum ella í Berøa ella rukkukoyring til Havnar í vikuskiftinum. Okkurt tilboð átti at verið, sum lá onkustaðni [...] mentanarliga. Eisini inni á Skálafjørðinum hevur menning verið, og í kommununi, sum í sínum búmerki hevur sloganið "Ein kommuna í menning", kanska eina mest. Men hvat er hetta fyri menning? Vinnulívið er ment [...] meirilutanum. Trupulleikin er bert, at so skjótt tú hevur hug at seta onnur krøv fram, er tað sum um svarið er so einfalt "dámar tær ikki hetta, so kanst tú bara fara onkra aðra staðni". Lætt sloppið og neyvan
skriftmáli. Men tú kannst díkja so nógv á føroysktlærarnar, sum tú vilt, skaffa til vega allmikið av læribókatilfari og seta óavmarkað tal av til føroyskt á tímatalvuna hjá børnunum, tað at fáa lært at skriva [...] hjá okkum stundum var at skriva við t og stundum við þ á sama hátt sum við a ella æ, i ella y, í ella ý, dn ella rn, dl ella ll fyri ikki um at tala, at tað stundum er týdningarmikið at skriva ð, meðan [...] føroysku tungu; hon hevur hildið seg higar til dags ... rein og óblandað ..., tó at tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað í meira enn 400 ár ...". Ikki hevði hann tikið soleiðis til orða, um málsliga
Fyrrenn hann hevur fingið hana, vil hann onki siga. ? Nú gangi eg út frá, at tað ber til hjá Karsten Hansen at staðfesta um tað ber til at koma víðari við samráðingunum, ella ikki. Og ber tað ikki til, mugu vit [...] ber ikki til at koma longri við vanligum samráðingum? ? Tað sær ikki út til, at tað yvirhøvur ber til at fara undir samráðingar við yvirmannafeløgini, sigur Karsten Hansen. Hann heldur nevniliga, at tað [...] slakað ein tumma. Karsten Hansen sigur, at sostatt verður málið til upp á fundi í landsstýrinum einaferð í næstum. So má støða takast til, hvat skal gerast, sigur Karsten Hansen. Ellintur Abrahamsen, formaður
Tá ongin kapping er, liggur tú altíð fremstur. Men í mun til hvat? spyr ferðavinnustjórin. ?Tá tú kemur inn í eina monopolstøðu, kanst tú hava so góðar intentiónir, sum tú vilt, og garantera bæði líkt [...] líkt og ólíkt. Men sum tíðin líður, uttan at tú merkir tað í gerandisdegnum, byrjar »bacillan« at gera um seg, og tú fert á glið so ella so, uttan at tú ætlaði tað. Tað er bara so, staðfestir hann. Heri Niclasen [...] av kapaciteti altíð er til staðar til øll sløg av ferðandi, og at teir arbeiða væl og virðiliga við breiðum viftum av prísstrukturum og marknaðarføring fyri at fáa ferðafólk til Føroya. Hinvegin skilji
mær áhuga - ta løtuna. Var ov góðtrúgvin - Hvørjar tankar gjørdi tú tær um tingarbeiðið áðrenn tú varð valdur, og hvørjar royndir hevur tú gjørt tær hesi árini? - Eg eri øgeliga vónsvikin av arbeiðsháttinum [...] antin sambandið ella loysing. Í tinginum verður slíkt stórt sæð ikki tikið upp á tungu, undantikið tá útvarpið ella Sjónvarpið eru til staðar. Tá taka politikarar hesi mál fram, men tað hevur einki við sjálvt [...] ivast, men hinvegin, tá tú hevur eitt virki, so er ikki so heppið at vera politikari, sigur Finnbogi Arge, sum nú hevur arbeitt fyritøkuna upp aftur, eftir skrædlið. Hann hevur 40 fólk í arbeiði. - Hinvegin
vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at politikarar landsins gera av hvat tað er fyri skipan vit skulu hava eftir at fullveldismálið hevur fingið sína loysn. So ella so... ? Hvat er tað fyri [...] norðurlendskum leisti, ella um vit skulu endurskoða tað skipanina, og leggja okkum á eina, sum er gjørd til okkara samfelagið í staðin. Eg helli til seinna tankan, tí vit verða noydd til at síggja í eyguni [...] hava. Hvat er tað fyri ei vælferðarstatur vit skulu hava. Har eru so nógvir spurningar, sum enn ikki eru svaraðir, men sum íbígúgvar landsins hava krav uppá vera svaraðir, sigur hann. Hvat hugsar tú um í
vil eitt bønarsvar frá Guði - við ella ímóti okkara vilja - altíð vera okkum til bestu hjálp. Tað menniskja, sum hevur tikið ímóti Guði við trúgv á Jesus Kristus, tað hevur fingið eina vón fyri framman, - [...] hann veit hvat okkum er tørvur á, langt áðrenn vit biðja hann, og Jesus sigur: at hann veit at geva børnum sínum góðar gávur, teimum sum biðja hann. Eisini í dag, í tí serligu støðu, sum tú ella eg eru stødd [...] stødd í júst nú, kunnu vit spyrja: Fingu vit nú tað, sum vit bóðu um? Ella fingu vit nakað annað? Svarið veitst tú best sjálvur. Men eitt er vist, at tað, sum Guð mest av øllum ynskir at geva okkum, tað
bygdini, tá eg skal okkurt ørindi, til dømis til handils. At koyra til Havnar tekur umleið hálvan tíma, og tað er einki í dag, sigur Durita, sum eisini plagar at fara til Vestmanna og í Vágar at gera ørindi [...] síggja, hvat tað ger við umhvørvið, greiðir Durita T. Poulsen frá. Hóast hon til tíðir heldur tað vera keðiligt, at eingin handil er í nærumhvørvinum, so heldur hon, at tað alíkavæl eisini hevur onkran [...] lítlum stað, er umráðandi, at tú ert áhugaður í bygdarlívinum og øllum tí, ið hartil hoyrir. - Her er bygdasligt, og ein stórur partur av tíðini fer til bóndalív, og tímir tú ikki alt tað, so kann verða