harumframt er kommunan við til at stuðla Íverksetarahúsinum við 800-túsund krónum í rakstrarstuðli um árið. - Tí er tað eitt stórt vónbrot og sum at fáa vátan vøttin at frætta, at nú roynir ein nýggjur almennur [...] vera við at leggja seg út yvir sunnar og væl virkandi stovnar og tiltøk úti um landið, sigur hann. - Nú má eg bara spyrja, um vit skulu seta í bakkgear fyri at fáa eina tunga, almenna samskipan lagda út [...] er sera væl virkandi, og har vit fáa nógv fyri hvørja krónu. - Bæði vit og Vinnumálaráðið vóru samd um, at eitt slíkt íverksetarahús, ið hevur alt landið sum virkisøki, og sum hevur virkað í øllum landinum
sum nakrir smádreingir og unglingar tóku stig til í 1971, tá Hoyvíkin bert taldi um 70 íbúgvar og var fyri einki at rokna, um samanborið var við fleiri av stóru bygdunum, sum í mong harrans ár hava myndað [...] Sjálvandi eru fleiri orsøkir viðvirkandi til, at yngsta hondbóltsfelagið í bestu mansdeildini langt um leingi rakk heilt upp á tindin og av røttum kann kalla seg føroyameistara. Og aftan fyri orðið breidd [...] trumfur, ið eisini avspeglar breiddina, hava verið teir tríggir málverjarnir, sum dúgliga hava kappast um hetta eina plássið, men sum allir eru so mikið góðir, at teir høvdu komið flúgvandi á liðið hjá øllum
nøkrum árum síðani, fekk kommunan fleiri milliónir meiri til taks um árið, men hann helt, at alt ov nógv av hesum varð brúkt til at økja um raksturin. Einasta íløgan, sum er fingið burtur úr hesum, er ein [...] inntøkan av skatti og øðrum, skuldi verða 51 milliónir í ár. Men nú fyrsti ársfjórðingur er farin aftur um bak, vísa tær nýggjastu metingarnar hjá TAKS, at inntøkan fer at verða einar fýra milliónir minni, [...] neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk fyri at fáa javnvág í fíggjarætlanina. Býráðið er sostatt samt um, at tað verður neyðugt at endurskoða alla fíggjarætlanina í ár fyri at finna sparingar. Í hesum sambandi
Føroyska heiðursmerkjametið enn meira. Hjá Páli var talan um enn eitt gullmerki, hesaferð í 200 m frí (786 FINA stig) og hjá Kára var talan um eitt bronsumerki í 100 m rygg (694 FINA stig) Leygarmorgunin [...] ið herfyri vann seg til tann heiður, at vera nummar 13 í heiminum á 1.500 m teininum, og tá tala vit um vaksnar menn, ið eru honum á odda, varð spáddur ein sigur í síni yndisgrein 1.500 m frí, ið skuldi [...] kom til Vágs, var stór móttøka at heiðra raska svimjaran. Gomlu handilshúsini á Marknoyri vóru karmur um móttøkuna, eftir at fýrverk varð skotið, tá Pál Joensen kom til Vágs í gjár, eftir ómetaliga góðu úrslitini
ábyrgd fyri øllum mínum bátum, og tí mugu umvælingar takast fram um nýggju bátarnar. Nú megni eg at smíða einar fimm nýggjar bátar um árið, og nógvu umvælingarnar gera, at eg mangan ikki kann halda gjørdar [...] Annars er tað líkamikið, um man ikki kann levera eina vøru, ið man 100% sjálvur kann standa fyri, og sum ikki eru ”margfaldingar”. Hetta hevur Sámal Hansen úr Runavík at siga, um nakar umhugsar at fara inn [...] kappróðrarbát varí 1996, tá hann bygdi Kjøl, og hann mannaði hann við fólki ymsa staðni frá. Sjálvt um venjingarstøðan var lítil og ongin, megnaðu teir at liggja heilt frammaliga, í hvørjum róðuri, og hetta
hvørjum øðrum stevnu í Suðuroynni hetta vikuskiftið. Tilsamans vóru um 60 súkklur av øllum sløgum og øllum støddum við. Av teimum vóru um helmingingurin norðaneftir og helmingurin vóru súkklur úr Suðuroy [...] ótrúliga góður túrur, sigur Ove Ritter úr Havn, sum er av tí sanna motorsúkklufólkinum. Tvær ferðir um árið verður skipað fyri stevnu sum hesari og stevnurnar eru fyri øll, sum hava áhuga fyri motorsúkklum [...] árs, men sum ikki hava roynt tað áður, sum nú fáa sær koyrikort til motorsúkklu. ?Men talan er eisini um nógv fólk, sum eru komin upp í árini, men sum koyrdu motorsúkklu á ungum árum. Men so fingu tey børn
Men vit eru sannførdir um, at vit klára at venda gongdini. Annars høvdu vit ikki fara undir hetta, siga teir. Teir viðganga báðir, at Café Nátúr er komið í ringt orð av stríðnum um lønarviðurskiftini. Hetta [...] Petur Olsen og Toni Dam undir keypssáttmálan, og harvið yvirtók Sp/F 31. mars 1999 Cáfe Nátúr. Talan er um sama felag, sum eigur náttklubban, Club 20, ið varð stovnað sum limafelag í 1989. Tað eru teir báðir [...] partafelag einsamallir, og er tað eisini hetta felag, sum í løtuni er í samráðingum við Havnar Klubba um at skipa eina annan náttklubba í veitsluhøll Klubbans, ið teir kalla Club 25:35 - ein náttklubba fyri
passar eftir behag. Og sum kosta teim donsku og føroysku skattgjaldarunum øðru megin milliónina um árið, og sum Óli hóskandi elegant kvitterar afturfyri við at skelda øll út og síðani niðurgera tey yvir [...] at trælur merkir tríkantur, sum líkist skapinum á Trælanípuni, og har av navnið. Tað sama er at siga um trælabitan, hesin soltni tríkanturin niðast á huppinum. Men kanska vóru tað bara nakrir gamlir hundar [...] heimaráð) úti undir væðingini í tøgn. Ein ikki ókend metoda í politikki er at gera sum strutsurin. Um nakað er áfatt, so stingur strutsurin bara høvdið niður í sandin og uggar seg við, at so er problemið
kavi, men nú hugsi eg ikki bara um okkum. Alt broytist, ikki minst mannskaptar skipanir. At vælferðarsamfelagið er broytt, ikki minst í Danmark, hevur tú kunnað lisið um leingi. Nøkur góvu Schlüter skyldina [...] áheitan á báðar partar í verkfallinum, um at sleppa teimum undan aftur í ár at verða raktir av verkfalli. Tey skjótt trý árini, teir hava gingið í skúla, hava teir hvørt árið havt eitt sera órógvandi verkfall [...] Norðurlondunum, tí undrast tú eitt sindur, tá tú í einum blaðið las, at hetta verkfallið ikki bara var um krónur og oyru, men fyri at varðveita vælferðarskipanina. Vit hava kunnað tosa soleiðis, tí øll skiltu
sorli og stórtapi, men føroyingar komu ? sum so mangan áður ? heilt væl burturúr tí, tá hugsað verður um, at tað var ein av teimum størstu í heiminum, sum var mótstøðuliðið. Leygardagin var tað Eysturríki [...] spældu í Gijón. Hann skoraði fýra mál og legði upp til trý onnur. Minnast framvegis Føroyar Tá vit hoyra um eina sovorna eyðmýking av Eysturríki, so er skjótt at ímynda sær, at hetta man hava verið mest flóvisliga [...] Eysturríki. ? Hetta er als einki at rópa hurrá fyri og ein stór eyðmýking, men tað skal eingin ivi vera um, at 1-0 tapið í Landskrona móti Føroyum 12. september í 1990 framvegis stendur sum mest eyðmýkjandi