tað ringasta: -Eg dugi ikki at siga hvat hevur verið tað ringasta. Í ítróttinum gongur tað upp og niður, og tað nyttar einki at hugsa um, hvat ikki gongur væl, tí tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Vit mugu [...] heldur ikki hent so nógv –í øllum førum ikki fyri vaksin. Tað hava verið nógvir leikir fyri børn og ung, men eg havi saknað klassiskar leikir fyri vaksin frá Tjóðpallinum Hvat er tað besta í ár: -Eg havi [...] fyri 2009: - Eg vóni, at vit fáa frið í fíggjarheiminum, og at døpru útlitin verða gjørd til skammar. Til tað krevst, at vit seta solidaritetin í hásæti og lyfta í felag. Annars kunnu vit ikki gera okkum
seinasta kvøldið, eg var inni hjá teimum, segði Dánial, at nú fylti hann 50 í summar, og spurdi, um eg ikki fór at yrkja ein sang til dagin. »Jú,« segði eg, »um eg havi lív og heilsu, ætli eg at yrkja tær ein [...] sum skelkandi vábrestur, var tað ikki meira, enn at tú fótaði tær aftur í øllum sorgarleikinum. Kundi tað veruliga bera til, at Dánial, sum tú dagliga hevði umgingist, ikki var okkara millum longur? So seint [...] Brekkuni í Klaksvík, búðu áfast teimum. Her nam hann mangt gott gamalt, sum børn, ið ikki liva nær abbanum og ommuni, ikki fáa inn við móðurmjólkini. Og ofta var hann norðuri á Oyrini, har omman Luffa og abbin
Hesir menn gjørdu ikki nógv um seg, og teir eiga ikki at verða gloymdir. Kanska skuldi eg farið og keypt mær eina flugutráðu, sum eg leingi havi ætla mær. Tað verður ikki leingi til at tann tíðin kemur [...] verður hugurin at fiska aftur vaktur í mær. Eg fari inn at hyggja, kanska keypi eg eisini okkurt smávegis. Seinasta summar, tá eg var í Vesturjyllandi steðgaði eg í Torsminde, sum liggur út móti Vesturhavinum [...] lívi okkara. Sjálvt tann dagin eg fyri nøkrum árum var á “Whale watching” í Godthåbsfjørðinum, kundi eg ikki bara mær, tá tað bar til at fáa tráðu í hond og sleppa at kasta. Eg fekk tríggjar ulkur. Ein dani
manni mínum, kom hon mær til hjálpar. - Eg fekk at vita, at eg skuldi eiga barnið, men tað kundi eg ikki góðtaka, bað og bønaði um at fáa keisaraskurð. Starvsfólkini tosaði meg til rættis og søgdu, at tað [...] illgrunin rættiliga til sjóndar. -Ljósmóðurin fór út, og ein onnur kom inn til mín. Hon var ógvuliga álvarsom, og segði stillisliga: ? Í tínari støðu fáa vit ikki hjálpt tær³. - Eg skríggjaði bara áhaldandi [...] Hon kundi ikki fáa seg til at trúgva, at hetta skuldi henda henni, sum hevði verið so nógv ígjøgnum áðrenn hon gjørdist við barn hesaferð. - Tað fyrsta eg hugsaði, var at fáa mammu mína inn til mín. Hon
tónleikinum við Bølle Bob, sum fangaði meg. Eg hevði longu tá ætlanir um at leikstjóra ein sjónleik fyri børn, men eg valdi tó at lesa fleiri aðrar leikir, áðrenn eg gjørdi av at tað skuldi vera Bølle Bob, [...] Hoyvík, Kollafirði og Nólsoy, eru við í leikinum. Elin á Rógvi hevur sjálv valt børnini út til leikin, eftir at tey hava verið til »casting« í Sjónleikarahúsinum, har tey millum annað skuldu vísa, at tey dugdu [...] at syngja, dansa, spæla sjónleik og so skuldu tey eisini vera til reiðar at nýta stóran part av síni frítíð til venjingar. Venjingarnar til leikin byrjaðu um hálvan august, og liggur nógv arbeiði aftanfyri
innan, tó ikki í stovunum, tí tær eru gjørdar fyri ikki so langari tíð síðani. Eisini eru vindeyguni í skúlanum skift fyri stuttum. - Bygningurin sjálvur er ikki í ringum standi, men um hann ikki verður hildin [...] sera óarbeiðsligt á skúlanum, tí tað er so trongligt. Tað er næstan ikki ein dagur, uttan tað man hoyrir onkran siga, at ikki ber til at gera eitt ella annað, tí tað er so lítið pláss, greiðir Símun Petur [...] Hetta hevur fyri tað fyrsta við sær, at fyrsti flokkur ikki kemur í skúla fyrr enn klokkan tólv. Eisini hevur tað við sær, at børnini fáa ikki sett teirra egna sermerki á stovuna í sama mun, sum tey,
bert til, tí hetta er kommunalt arbeiði. Eg hevði sjálvandi nógv at gera, men børnini vóru blivin vaksin, so tað vóru bara eg og konan, Valborg. Eg má leggja afturat, at hetta hevði ikki borið til uttan [...] er fari eg ikki at sakna tað. Fyri tveimum árum síðani boðaði eg frá, at eg ætlaði mær at gevast í starvinum.Tað gekst tó strilti at fáa annað fólk í hetta starv, og tí bleiv eg verandi líka til á jólum [...] Hann er tó ikki bangin fyri, at hann fer at fáa ov lítið at gera, tvørtur ímóti. - Eg havi ov mikið at taka mær til. Fyrst og fremst, so ætli eg mær at mála húsini. Tað haldi eg treingir til. So hevur mær
bygdamenning og økismenning. Hann helt, at nú hoyrdist ikki so nógv til orðið bygdamenning longur, og tað var kanska líka gott, tí har vóru ikki tey stóru úrslitini at síggja, og tað lá líkasum í luftini [...] samferðslunetið, so koyrandi var til allar bygdir, har til bar at gera veg. Í mong ár fór Landsverkfrøðingurin við helminginum av fíggjarlógini, og nú er komið so langt áleiðis, at til ber at síggja burtur frá [...] almikið, sjálvt um kanska ikki allir kommunupolitikarar hava varnast tað enn. Meðan tað fyrr var høvuðsmálið hjá kommunupolitikarum at fáa arbeiðspláss til bygdina, er hetta ikki nóg mikið longur. Tey, sum
seg um í mínum lívi. Tað er tað eg livi fyri. Hvussu hini hava tað fái eg ikki gjørt nakað við, men eg vil hava tað gott. Tað er mítt lívsstríð. Eg vil als ikki ganga við til at lækka livi-fótin, móti at [...] rokna við at livifóturin fellur nakað -Og eg eri als ikki á-hugaður í, at tað skal gerast verri at liva í Føroyum. Eg vil hava tað gott, eg vil at kona mín og børnini hava tað gott. Tað er tað sum tað heila [...] hava danskt pass, tað er ikki bara okkurt. Eg veit um før-oy-ing, sum ikki slapp at mynstra í Englandi við før-oyskum passi. Eg havi sjálvur upplivað í Ham-borg, at løgreglan ikki vistu hvat Føroyar var
tíð til at røkja ÍSF-forsetastarvið øll hesi árini? - Handan spurningin havi eg fingið fyrr, og ja, tað haldi eg. Men so skal eg eisini siga, at eg arbeiði sera nógv, og tað havi eg altíð gjørt. Eg eri [...] runt næstan, og mær dámar tað væl. Eg trívist við tí. Men eg hevði als ikki kunnað gjørt hetta, um eg ikki hevði so gott bakland, sum eg havi havt. Konan og børnini hava stuðlað mær sera væl, og uttan [...] hann. - Eg kundi saktans hildið fram – eg hevði tímað tað – meg seinastu tvey árini havi eg innstillað meg uppá, at nú skuldi tað enda. Eg havi trappað niður seinastu tvey árini, og tá haldi eg, at mann