verja NSÍ-málið í morgin. Í Gøtu fór Mortan Hansen í málið seinasta korterið og stóð seg bara væl. Á 2. deildarliðnum hevur veteranurin Ábraham Hansen vart málið, og í Runavík er eingin avgerð tikin enn [...] tann ungi Mortan ella tann eldri Ábraham, sum verjir 1. deildarmálið í morgin, meðan hin verður við 2. deild. Dann Knudsen fekk skaða í fótliðið í venjingardysti móti GÍ, tá liðini fyrr í ár vóru í Danmark [...] øll forfall sera meint. Tí var tað eisini ein dyggur smeitur, at Milan Culjic keikti sær fótin móti TB seinasta sunnudag. Hann hevur ikki vant í vikuni og verður neyvan við. Eyðun Kjærbo hevur heldur ikki
Allir klárir TB hevur ikki tey bestu hagtølini á Sevmýri ímóti HB. Síðst teir vunnu var í 1991, tá úrslitið var 4-1. Síðst, teir fingu stig, var í 1995, tá tað var málleyst. Í fjør var TB í 2. deild, og [...] og í fyrraárið vann HB 9-2. Á Tvøroyri rokna teir við, at allir spælararnir vera tøkir. Í hesi vikuni hava Pól F. Joensen, Tórður Holm og Tórður Mortensen ikki vant so nógv, tí teir hava verið smáskaddir [...] smáskaddir, men teir vera ivaleyst við í morgin. TB hevur ikki vunnið í ár, men í Gundadali ímóti HB var um reppið at teir fingu javnleik. Úrslitið var 4-3.
sumbingar, sum vóru komnir norður at dyrgja eftir tí eina stiginum, teir høvdu frá byrjan. Aftan fyri 0-2 tíðliga í dystinum var einki endamál í at liggja afturi, og tað gav eisini ÍF betri sømdir. Egil Zachariasen [...] tapir á Krossinum, kann tað gerast tungt hjá sumbingum at fáa ÍF aftur. Tann 30. august spæla ÍF og TB í Fuglafirði, og tá kann ÍF meir ella minni tryggja sær plássið í 1. deild eisini komandi ár.
málinum. Breiddin hjá HB TB hevði ikki hepnið við sær, tá teir høvdu sínar møguleikar í 1. hálvleiki, og tað eydnaðist ikki at javna til 2-2. Soleiðis gongst ofta hjá botnliðum, og sum 2. hálvleikur leið gjørdist [...] virðing fyri havnarmonnum, ella hvørjir teir nú eru, sum manna toppin í føroyskum fótbólti. TB spældi 4-4-2 við Óla Johannesen og Hans Hammer í fløtu miðverjuni, og við Peturi Oluf Joensen á miðvallarplássinum [...] enn væntandi, at tað fór at vera HB, sum fór at vera omaná seinna umfarið. Men TB legði aftur so sera ágangandi fyri í 2. hálvleiki. Teir royndu at jagstra HB menninar yvir allan vøllin. Tað eydnaðist
skal til Bosnia sunnudagin. Tá skal TB til Klaksvíkar, ÍF skal út á Toftir, og Sumba fær vitjan av B36. Og annan sunnudag tørna TB og Sumba saman á Sevmýri, og so skal TB til Fuglafirðar. Sum umfar dettur [...] Runavík og taptu 4-1. TB hevði vitjan av oddaliðnum, og hóast tvørámenn vóru ágrýtnir og vístu tenn eina góða løtu, so vísa hagtølini, at tampurin brennur. Eftir ellivu umfør eigur TB framvegis fyrsta sigurin [...] snillingum, sum B68 í 1993 fekk ein dyggan lúsing frá. Ímóti teimum vann MTK 1-0 á heimavølli, men tapti 2-0 á útivølli. So tað kann roknast við, at fótbóltsspæl á høgum støði verður at síggja á Svangaskarði
dystast í Runavík, men teir hava ofta staðið seg væl móti HB í Gundadali, t.d. var 2-2 í fjør og 0-0 í 1995 (í 1996 var NSÍ í 2. deild). Síðsti HB sigurin var 3-0 í 1994, og í 1992 vann NSÍ 4-3. HB vann ikki [...] tá úrslitið var 2-2. Tey seinnu árini hevur gingið striltið hjá toftamonnum at fáa fulla úrtøku móti ÍF á Svangaskarði. Í fjør vann ÍF 3-1, og í fyrraárið var 1-1. Í 1995 var ÍF í 2. deild, og í 1994 [...] Sumba hevur B36 nú og TB á Tvøroyri um eina viku. Serliga dysturin móti TB verður ein sonevndur seks-stigs dystur, men um Sumba kann fáa okkurt burturúr í dag móti B36, meðan TB einki fær í Klaksvík, er
VB fór upp á 2-0, tá Krzystof Popczynski (styrkir munandi um VB-liðið) spældi Jón Paula Olsen leysan, og hann gjørdi sítt áttanda mál í landskappingini. Nú var leyst í GÍ-verjuni, og 2-0 bleiv til 3-0 [...] sleppa framvið honum. Men VB-sigurin var ongantíð veruliga í vanda, eftir at teir vóru komnir upp á 2-0, og tá samanumkom, kundu gøtumenn fegnast um, at munurin ikki var størri. Nú er tað eisini endaliga [...] 1. deild komandi ár. Níggju stig eru niður til næstniðasta liðið, og við dagsforminum, sum Sumba og TB hava í løtuni, eru vágbingar tryggir. Strævin vika fyri framman Gøtumenn hava framvegis Europa Cup
10-0, og menn vita ikki um størri sigur í 1. deild í »nýggjari tíð«. Samstundis vann KÍ eisini 10-0 á TB í Klaksvík, og hetta má sigast at vera bensin á bálið hjá teimum, sum ynskja at minka talið av liðum [...] liðum í 1. deild. Eftir at John Petersen í 8. minutti hevði fingið hol á móti Sumba og sjálvur økti til 2-0 átjan minuttir seinni, var dysturin longu avgjørdur. Tá hevði Sumba enn ikki havt nakra veruliga roynd [...] Joensen ikki er við meir. Og sumbingar verða heldur ikki fullmannaðir til sera týdningarmikla dystin móti TB á Tvøroyri komandi vikuskiftið, tí tá góðir tíggju minuttir vóru eftir, sá Georg Kjærbo gult fyri aðru
tað var Tórður Mortensen, sum noyddist at fara av vøllinum. Serliga í 2. hálvleiki kundu klaksvíkingar gera akkurát sum teimum lysti. TB menninir ansaðu ikki sínum monnum, og tá teir endiliga komu í nærdystir [...] striltið hjá teirra monnum at fáa mál, tá KÍ spælir á heimavølli. Tað kundu teir ikki gera leygardagin, tá TB, sum KÍ so ofta hevur havt stórar trupulleikar av at fáa bilbukt við, vitjaði. KÍ svam í málmøguleikum [...] gjørdi tað, sum hann kundi í málinum, og í 1. hálveiki kundi hann ikki dadlast fyri nakað av málunum. Í 2. hálvleiki tóktist hann vera áhaldsin, tá KÍ fekk fyrsta málið, men annars gjørdi hann tað, sum tú kanst
fram, er, hvussu støðið í 2. deild er sammett við 1. deild. Hesa ferð vann LÍF 1-0 á heimavølli móti næstbesta GÍ liðnum, sum stríðist fyri lívinum í 2. deild, og B71 vann 2-0 á heimavølli móti teimum [...] ellivu mál skotin í einum dysti. Í fjør vann B36 8-3 móti ÍF í Gundadali, og í fyrraárið vann HB 9-2 móti TB á Sevmýri. Tað er komið fyri áður, at lið hava tapt meiri enn 10-0. Tá ÍF fyri knapt tríati árum [...] teir rygg til nøkur veldug tap, m.a. vann HB bæði 14-2 í Gundadali og 13-1 í Fuglafirði ímóti teimum. Botnurin leyp úr Tað var ikki óvæntað, at TB fór at tapa í Klaksvík, og at Sumba á heimavølli fór at