sær framhaldandi pláss í bestu deildini. Tann royndin miseydnaðist, og sannlíkið fyri, at meiri enn hundrað ára gamla TB fyri triðju ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild, er nógv størri eftir vikuskiftið [...] vikuskiftinum. Men kortini vilja teir á Tvøroyri ikki boyggja seg. Moralurin tykist vera í góður, og teir hava framvegis álit á egnum evnum at syrgja fyri neyðugu stigunum, sum í hvussu so er kunnu lyfta teimum [...] fremst fyri at varðveita tað, teir høvdu í viðførinum. Áskoðararnir vóru nógvir, og ikki minst vóru nógvir vágbingar leygardagin og hugdu at botnstríðnum millum tey bæði oyggjaliðini, sum stríðast fyri lívinum
liggjandi gestir. Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring Meðan løgreglubilarnir eru úti og koyra taka teir, um stundir eru til tess stakroyndir av bilførarum, fyri at vita um teir halda seg til promillumarkið. Soleiðis [...] fer at vera torført at fáa málið uppklárað. Tvey ólavsøkuslagsmál meldað Tað gongur mangan hart fyri seg á Ólavsøku. Tað vita tey flestu. Mangur bardagi hevur verið, men tað er verri enn so altíð, at tann [...] veit at siga hvar hann býr, ella mett verður, at maðurin er ov drukkin at senda til hús, verður syrgt fyri honum á annan hátt. Hetta merkir, at løgreglan í høvuðsstaðnum plagar at hava náttargestir av og á
sum føla seg sjúk, hosta og snora, skulu ikki fara út ímillum fólk og tey eiga heldur ikki at fara til arbeiðis, fyri at skeppa undan at smitta frá sær, leggur hann afturat. – Tey sum føla seg sjúk [...] korona hevur lagt fót fyri tær seinastu ólavsøkurnar, hava nógv havt tað vón, at vit kundu fáa eina púra vanliga ólavsøku í ár. Men so hava nýggir variantar av koronu tikið seg upp og teir hava eisini [...] Sostatt eru vit rættiliga væl fyri – og støðan er eisini tann, at hóast teir nýggju variantarnir smitta illa, taka teir ikki so fast, serliga ikki hjá fólki, sum eru væl fyri annars. Men Pál Weihe minnir
á greinini sipar til, at Kim nú skal tora at siga okkurt vakurt um seg sjálvan aftur. Eitt er at siga sína meining og grundgeva fyri henni, men at hálova sær sjálvum á henda hátt er nakað sum sjálvt Carl [...] ikki torir at siga nakað sjálvur, ella sum hann onki veit um, íðan, so letur hann onnur siga tað fyri seg. Nógv av nøvnunum, sum hann nevnir, eru skeivt stavað, so sum Palaniuk (Kim) Palahniuk (soleiðis [...] Tóroddi Poulsen á odda hevur forpestað føroyskar bókmentir nóg leingi, og nú er brúk fyri hardcore realismu, sum hann málber seg. “På Færøerne er disse forfattere endnu ikke så mange, men de er ved at komme,
aftur yvir á lívssíðuna, hóast tey hava sett sær fyri at taka seg av døgum. - Sjálvmorð er ein ætlað gerð, við deyðiligum úrsliti, tá onnur ikki blanda seg. Tí ber eisini til at forða sjálvmorði, um onnur [...] Tey avvarðandi Sera nógv fólk vóru møtt til seinna partin av tiltakinum, sum var fyri almenninginum. Hesin parturin snúði seg serliga um støðuna hjá teimum avvarðandi eftir sjálvmorð, teirra sorg og mátan [...] viðgjørdi spurningar so sum sjálvmorðstekin og vandabólkar og síðani varð kjakast varð um møguleikarnir fyri at veita sjálvmorðshóttum hjálp, meðan tíð er. Sjálvmorð kann fyribyrgjast Í fyrilestrinum Sjálvm
n "Eirik Raude" er í ferð við at leita eftir olju á einari leið stutt sunnan fyri Bjarnoynna. Norsk Hydro, sum stendur fyri leitingini, hevur góðar vónir um at finna olju á leiðini. Eydnast tað, er hetta [...] Snøhvit-leiðin, sum verður útbygd í løtuni. Kenna seg hava ábyrgd Ein kanning í týska blaðnum Stern vísir, at meiri enn 20 prosent av týska fólkinum kenna seg hava ábyrgd av tí, sum hendi í teimum nazistisku [...] samanbera leiklutin hjá Fox News við tað, sum týska sjónvarpið gjørdi fyri Adolf Hitler. Leiðslan í Fox News letur ikki atfinningarnar við seg koma. Hon heldur, at orðini hjá Ted Turner eru ikki annað enn eitt
hann duldi heldur ikki fyri, hvussu ómetaliga stóran týdning hetta samstarvið við Suðuroyar Sparikassa hevur fyri Vágs Bóltfelag, tí kappingin harðnar fyri hvørt ár, og fyri at gera seg galdandi, krevur tað [...] Fótbóltur er eitt. men í hesum døgum er tað eina og aleina hondbóltur, tað snýr seg um í Vági. Í dag skulu VB- kvinnurnar royna seg í steypafinaluni ímóti Stjørnuni og vágbingar fara mannsterkir til Havnar at [...] eitt gott úrslit. So tað skal arbeiðast hart. Og tað er heldur ikki ókeypis. so tað er eisini brúk fyri góðum , fíggjarligum stuðuli. Og tað hevur VB. Aftur í ár verður tað lokali peningastovnurin, Suðuroyar
StÍF málinum. Tað eydnaðist tó móti endanum at vinna seg aftur gestunum, men eftir steðgin tóktist slagið tó vera tapt. StÍF legði fyri við at skjóta seg nøkur mál framum, og tó at Kyndil royndi at stramma [...] hendan partin av spælinum. At tað kortini eydnaðist Kyndli at stríða seg aftur í dystin, kunnu tær einamest takka tveimum leikarum fyri. Lotte Sørensen var sum sagt í góða lagnum, og hóast StÍF royndi at [...] útvístan. Við fýra málum á rað arbeiddi Kyndil seg inn í dystin, og so leikaði sera javnt á seinsta korterið ella so. Kyndil megnaði ongantíð at toga seg framum, men tær svaraðu aftur, hvørja ferð StÍF
bólkurin SALT. Uttan at taka nakað frá hinum, so var teirra framførsla í einum klassa fyri seg. Hetta var afturvendandi fyri konsertina frá í fjør av, har Eivør Pálsdóttir so avgjørt setti sín dám á ta frálíku [...] eitt upplivilsi fyri tey eisini at sleppa at luttaka á jólakonsertini. Men tað var harmiligt, at dirigenturin ikki hevði valt meira jólalig løg. Magni Christiansen var sum altíð væl fyri, tá hann tók m [...] einaferð mundu hárini reisa seg, so bergtakandi var at hoyra teirra sang. Sigast má, at tað er gleðiligt, at sjey so dugnalig fólk, sum duga so væl at nýta teirra rødd, hava sligið seg saman til at geva slíkar
Gert Langgaard vera. Felags fyri Hans Fróða Hansen og Gert Langgaard er, at teir eru leirvíkingar, at teir nógvu tey fyrstu árini spældu við LÍF, og at teir síðani hava roynt seg í øðrum feløgum. Gert hevur [...] formaðurin. Jógvan Júst Olsen sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað, at spælarar hava spurt seg fyri um møguleikan at spæla við LÍF soleiðis, sum fleiri hava gjørt nú í heyst. - Umstøðurnar hjá okkum [...] upp undir næsta kappingarár, so eru øll hesi viðurskiftini kanska orsøk til, at spælarar spyrja seg fyri her. Vit hava verið noyddir at gera upp við okkum sjálvar, hvat vit vilja. Onnur feløg vita sjálvandi