Aldursforsetin hevur tað ikki gott

Fótbóltur: Tvørámenn halda høvdið kalt, men lívið í bestu deildini hongur í sera klønum tráði

Setningurin hjá TB var greiður, tá sumbingar vitjaðu. Tað var bara sigur, sum taldi í royndini at vinna sær framhaldandi pláss í bestu deildini.

Tann royndin miseydnaðist, og sannlíkið fyri, at meiri enn hundrað ára gamla TB fyri triðju ferð skal tungu leiðina niður í 2. deild, er nógv størri eftir vikuskiftið, enn tað var undan vikuskiftinum.

Men kortini vilja teir á Tvøroyri ikki boyggja seg. Moralurin tykist vera í góður, og teir hava framvegis álit á egnum evnum at syrgja fyri neyðugu stigunum, sum í hvussu so er kunnu lyfta teimum av aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflyting.


Høvdu bóltin meiri

Sumbingar vóru komnir norður á Tvøroyri fyrst og fremst fyri at varðveita tað, teir høvdu í viðførinum. Áskoðararnir vóru nógvir, og ikki minst vóru nógvir vágbingar leygardagin og hugdu at botnstríðnum millum tey bæði oyggjaliðini, sum stríðast fyri lívinum í bestu deildini, og sum teir hálvt í skemti og hálvt argandi í síðstu viku fóru at kalla Club 20.

Tvørámenn høvdu bóltin mest, og teir spældu seg til onkrar møguleikar, men tað gekk illa at fáa mál. Rúni Lisberg vardi málið hjá Sumba væl, og teir tríggir veteranarnir hjá sumbingum ? Dánial Johan Joensen, sum hesa ferð var fluttur av miðvøllinum og í miðverjuna, Páll Magnar Kjærbæk og Marlon Kjærbo ? vóru brandar í miðverjuni.


Mál og møguleikar

Tað vóru bara átta minuttir farnir, tá TB fekk hol á og mót um, at hetta fór at laga seg. Málið skoraði Aleksander Radosavlovic, sum fekk ein langan bólt stungnan fram undan lotinum og megnaði at renna frá aftasta verjumanninum hjá Sumba.

Miðvallarin Einar Petersen fekk ein veldugan møguleika, sum ? um hann var hagreiddur á rættan hátt ? kundi havt gjørt av við Sumba. Radosavlovic gjørdist leysur, og royndin hjá honum tók tvørtræið, áðrenn bólturin stakk út aftur til Einar Petersen, sum sendi uppum málið.

Sumbingar dúvaðu alla tíðina uppá snarálopini, og teir vóru onkuntíð vandamiklir, tá teir einfalt, langt og neyvt við Thomas Birch sum arkitekti spældu fram til Birgir Jørgensen og René Thomsen. Og tá ein tími var farin megnaðu teir við heilt stuttum millumbili bæði at javna og leggja seg á odda.

Miðvallarin Bibi javnaði til 1-1, tá 58 minuttir vóru farnir. Innleggið úr vinstru var neyvt, og stútarin frá spælandi venjaranum, sum var ein av stuðlunum á miðvøllinum, var, sum hann skuldi vera.

Tvørámenn fingu sum vátan vøtt, og tað gekk ein løta, áðrenn teir komu fyri seg aftur. Hesum gjørdi Sumba nyttu burturúr. Bara tveir minuttir eftir útjavnandi málið kom Sumba framum. Uppspælið í høgru var gott, og sendingin innfyri var neyv til ein púra leysan René Thomsen, sum hevði lætt við at skora.

So vóru tvørámenn noyddir at spenna bogan høgt, og tað hevði spentar støður í báðum endum við sær. 68 minuttir vóru farnir, tá Niklas á Líðarenda dømdi brotsspark til heimaliðið, tí Páll Magnar Kjærbæk hevði felt Zoran Pavlovic. Óli Johannesen, sum saman við Pól F. Joensen røkti aftastu miðverjuplássini hjá TB, sendi málverjan í annað borðið og bóltin í hitt málhornið, og so tóktist tað bara vera ein spurningur, um tað fór at eydnast hjá sumbingum at halda tørn um javnleikin.

Tað kom einki mál afturat, og tað kom sera illa við hjá tvørámenn, tá Jón Tórður Holm, sum hevði spælt í vinstra borði, bara ein minutt eftir útjavnandi málið var sendur av vøllinum, eftir at hann hevði fingið annað gula kortið.

Talan var á ongan hátt um ljóta og ófantaliga uppgerð, soleiðis sum tað kanska kundi roknast við, tá tvey grannalið hittust í so týdningarmiklum stríði.