ið var keðiligt, so kundu vit eisini tosa um tað og vera har fyri hvørja aðra. Hóast tað, ið hendi í Sambia fyri fimm mánaðum síðani, fyri meg, kann tykjast, sum var tað í gjár, so følist tað sum ár síðani [...] túrarnir í útlondunum. Rúna var altíð við uppá alt. Hóast hon, fyri onnur, kundi tykjast smæðin, afturhaldin og lítillátin, so var hon fyri okkum, ið kendu hana, sera stuttlig, opin og herlig. Tað er ikki [...] skal eg síggja Rúnu aftur. Rúna setti sítt álit á Jesus og ynskti at liva fyri hann. Hon lat lív meðan hon var í tænastu fyri Harran. Rúna var ein hetja. Elskaða Rúna, eg vil nú til seinast venda mær til
avstað í summar, sigur Astrið Foldarskarð, sum saman við Biritu Debes fyri kortum hevur skift felag, so tær ikki longur svimja fyri Flot, men svimjifelagið Ægir í Klaksvík. – Nú hava vit alla okkara tíð [...] svimja. – Eg var við Astrið til svimjikapping á Toftum, og av tí at eg ikki kendi nakra av hinum, ið svam har, fylgdist eg bara við henni. Áðrenn tað bleiv skipað svimjing í felagnum, plagdu vit at svimja [...] yngri, og tað hevur eftir øllum at døma eisini givið teimum gott í beinið. Hava skift felag Longu fyri tveimum árum síðani vóru tær aktuellar, tá manningin til Oyggjaleikirnar í Álandi skuldi finnast,
september 1974. Serliga minnisríkar eru kappingarnar í Klaksvík í 1975. Á Norðoyastevnu rindaðu 530 fyri at fáa høvi at síggja Jon og hinar garparnar kappsvimja. Tað var ikki so undarligt, tí stutt frammanundan [...] og setti trý donsk met. Á hvítusunnu í 1984 fann hann upp á at seta svimjimet í eitt samdøgur. Hann svam 89.174 metrar í Gellerup badet, og tað varð skrásett sum Guiness met. Eftir at Jon var komin aftur [...] hálvt ár 1984-85. 1988-96 var hann aftur formaður, og í 2008 fór hann undir triðja tørnið sum bossur fyri føroyskari svimjing. Tað sigur seg sjálvt, at Jon stór fegnast um, at Pál Joensen og aðrir føroyskir
teir báðir druknaði saman við tveimum øðrum. Hetta var sjálvandi ein øgiligur hvøkkur fyri øll og ikki minst fyri samkomuna. Eisini bjargingarbrøgd Ein hjún, sum vit blivu sera væl við í Svínoy, vóru Solveig [...] avgerandi fyri møguleikanum at bjarga gentuni. Men tá kom tann 17 ára gamli Poul Meyer leypandi. Hann var longu av bestu svimjarum, og hjá honum var einki at bíða við. Hann legði á bláman og svam út til Ásbjørg [...] Stutt eftir at Kjølbro fekk egið handilsvirki, fór Óla Hans í Garði at handla fyri Kjølbro í Svínoy. Svínoy lá væl fyri til útróður, tí har kundi rógvast út bæði av eiðinum og víkini. Óla Hans tók móti
rgin, sum Elisabeth Drotning og húski vitja á hvørjum ári. Í sambandi við stóru møguleikarnar í ferðavinnuni, heldur Gordon McIntosh, at vit ikki skulu halda okkum vera verri fyri, enn tey londini, sum
fjømiðlunum. - Virðispolitikkur og evni, ið snúgva seg um stórmongdir av peningi, eiga at verða lýst væl fyri almenninginum, sigur Jan Lamhauge og leggur afturat, at kritiskur journalistikkur um politiska lívið [...] enntá vera við at missa hugin av mínum arbeiði. Sjómenn siga seg vera forfylgdar. Politikarar eisini. Fyri mær gevur hetta ikki meining. Í einum demokratiskum samfelag má mann tola eitt sindur av, sigur Jan [...] meira sjálvsikkur enn øll onnur, sigur Jan Lamhauge og flennir. Bleiv tíðindamaður av tilvild Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum hevur altíð verið til staðar hjá 35 ára runavíkinginum, sum hevur lisið rel
ið hann svam á sjónum; eydnutráandi yrktu teir yrktu við hamar og tong songin um langtan hjá jarðføstum manni at vinna sær fuglavong. John yrkti við tekningum, handverki og mekanikki. Ikki fyri vakurleikan [...] trøunum og ikki draga trøini upp við rót. Tí teknaði og konstrueraði hann skip, bátar og tøkni til frama fyri arbeiðsumhvørvi fiskimanna, virðisøking av fiskinum og burðardyggari veiði á grunnunum. Í 1986 skrivar [...] vakurleikan á skræðuni, men fyri tann vakurleika, ið kann liggja í funktionalitetinum - í brúksvirðinum. Hjá honum vóru skip og maskinur ein heild, har hvør einasti smálutur var gjøgnumhugsaður til sítt brúk
livað rættuliga vanligt lív í høvuðsstaðnum, og fyri ikki so langari tíð síðani hevur hon keypt sær hús, og nú hevur hon sett sær fyri at vera nakað fyri onnur, sum standa henni nær og sum bera brek og [...] Á LEGU FYRI BREKAÐ Jóannes Hansen Soleiðis vóru umstøðurnar og viðurskiftini tá. Eg var púra einsamøll í fullkomuliga fremm-andum landi, og eg kendi meg avbyrgda og einsamalla. Men eg eri ikki beisk, tí [...] tey vildu mær ikki annað enn gott. Og síðani eg kom aftur til Føroya, havi eg havt góðar møguleikar fyri arbeiði, og eg havi eitt nú verið hjartans fegin um møguleikan at koma á hesa leguna. Hesi seinnu
á, at nógvar fyritøkur longu hava spurt seg fyri, og ætla at koma suður at hava ymiskt virksemi. Umframt at leiga húsini út ætlar hon sær eisini at skipa fyri dansiskeiðum í salinum, og annars at bjóða [...] Handverkararnir eru longu farnir í gongd. Á nýggjárinum verður latið upp fyri mentanardepli og ungdómsklubbi á kaiøkinum á Tvøroyri. - Gomlu pakkhúsini eru friðað og hava staðið tóm í fleiri ár. Tí fekk [...] var fyrsta hús á Tvøroyri, og hýsti kongaliga handlinum í mong ár, varð innrætta til hugnaliga pub fyri fáum árum síðani. Nú er so túrurin komin til tríggjar aðrar bygningar í økinum: gestahúsið, seglloftið
soleiðis fyri at, at hann mátti lata seg úr klæðunum plagg fyri plagg. Tá var eisini sloppið. Hóast tey vóru mong í húsi, minnist Janus einki til, at tey hava manglað nakað. Her lá eisini væl fyri at fara [...] fororðinum, at sjálv Alexandrina drotning hevði heitt á hann sum at savna hesi mynstur, og bókin var eisini ognað henni. Men til hesa útgávuna hevði Hans Marius syrgt fyri at fáa modellir, so tað kundi síggjast [...] iðjuni. Tískil krevur skipasmiðjan, at goldið verður kr. 150.000 eyka fyri seinkanina av motorinum. Hetta er nógvur peningur fyri eitt skip, sum hevur kostað eina góða millión. Janus segði nei. Teir høvdu