Seismisku kanningarúrslitini sera spennandi

Gordon MacIntosh hevur dagligt samband við risaoljufeløgini í skotska oljubýnum, Aberdeen. Hann sigur seg bara kunna vænta hitt besta í føroyskum øki, tá farið verður at leita undir Føroyum. Samstarvið, sum Tórshavn og Aberdeen fara undir í heyst, er sambært honum sera ítøkiligt, og fevnir um annað enn oljuvinnu

Eftir áheitan frá býráðsformanninum í Tórshavn, Leivi Hansen, hevur kommunali menningarstjórin í Aberdeen, Gordon McIntosh, verið og vitjað Tórshavnar Kommunu í vikuni.


Vitjanin var kunnandi í sambandi við ætlanir um samstarvsavtalu millum Tórshavn og Aberdeen, sum væntandi verður undirskrivað á oljuráðstevnu í skotska oljubýnum komandi mánaða. Talan er ikki um vanligt vinabýasamstarv. Havnamenn ætla sær serliga at samstarva á útbúgvingar- og skúlaøkinum, meðan aberdeenar eru serliga áhugaðir í samstarvi á oljuøkinum. Leivur Hansen, býráðsformaður, vónar í hesum sambandi, at teir í góðari tíð kunnu læra av royndunum hjá Aberdeen á oljuøkinum; og serliga av mistøkunum.


Heimsins Orkubýir


Aberdeen hevur longu góða samstarvsavtalu við Nýfundland, og skotarnir hava harumframt samstarvað við norska oljubýin, Stavanger, síðan 1966. Hetta samstarvið hevur ment seg munandi, og í 1996 fóru býirnir uppí felagsskapin, Heimsins Orkubýir. Aðrir býir í hesum felagsskapi, eru Aserbadjanski høvuðsstaðurin, Baku, Amerikanski býurin, Houston, í Texas, Calgary í Kanada og Perth í Avstralia. Seinni eru fýra býir afturat komnir uppí hetta samstarv millum týdningarmestu oljubýirnar í heiminum.


Aðalmálið er fíggjarligt


Innihaldið í avtaluni millum Tórshavnar Kommunu, og skotska býarstýrið, verður væntandi sera víðfevnandi. Sjálvandi er oljan høvuðsinnihaldið, men nógv annað viðkomandi verður eisini knýtt afturat. Aðalmálið tykist at vera fíggjarligt, og tískil fer avtalan væntandi at fremja marknaðarføringina av Tórshavn sum (kolvetnis)høvuðsstaði í Føroyum. Kortini eru eisini onnur týdningarmikil øki við. Serliga fiskivinna og kunnningartøkni eru áhugaverdir partar, eins og samstarvað fer at vera á sosiala og útbúgvingarøkinum.


­ Vit fara at hava aðalfund á hvørjum ári, og á hesum fundum skulu vit taka avgerðir um, hvørji mál vit skulu fremja. Eg veit væl, at í mun til samstarvsavtalurnar, vit hava við hinar býirnar, so hevur tað gingið óvanliga skjótt at fingið hesa undir land, men tað ger onki, tí vit vilja báðir, og sera nógv er at tríva í beinanvegin, sigur Gordon McIntosh, ið saknar Smyril í Skotlandi, og heldur, at tað hevur skund at fáa betri flutningssamband millum londini bæði.


Betri ferðasamband ein treyt


­ Í vinnuhøpi standa øll og stara suðuryvir, nú ES gjørdist veruleiki. Vit hava valt at snara okkum á, og royna at fáa sambond norðanfyri. Aberdeen og Reykjavík eru nærmastu grannar føroyinga, men hvar fara føroyingar hvønn dag..? Til Keypmannahavnar, staðfestir Gordon McIntosh, hálvgum bilsin á málinum.


­ Leivur Hansen og eg hava prátað við stjóran á Atlantsflogi, og hann er heilt vist áhugaður í at økja túratalið beinanvegin, tørvur er á tí. Og eg havi varhugan av, at oljufeløgini í Aberdeen, Shell, Texaco og serliga Amerada Hess og BP longu hava henda tørv, sigur skotski menningarstjórin í Aberdeen.


Harra McIntosh hevur verið í Føroyum áður. Og tað var ein drúgvur túrur.


­ Eg fór úr Aberdeen til Amsterdam tíðliga á morgni. Síðani úr Amsterdam til Keypmannahavnar. Og triðja flogfari, eg fór umborð fór úr Keypmannahavn til Føroya. Níggju tímar eftir at eg fór upp úr songini hendan morgunin flugu vit framvið Aberdeen enn einaferð?


Góð seismisk úrslit


Gordon McIntosh hevur dagligt samband við oljufeløgini, sum hava sýnt Føroyum ans í oljuhøpi. Spurdur um hann veit okkurt at siga um úrslitini av umfatandi og drúgvu seiskismu kanningum her á leiðini, sigur hann seg ikki ivast í, at úrslitini hava verið sera spennandi, og so avdúkandi, sum seismiska kanningarúrslit kunnu verða.


­ Eftir spenninginum, ið er komin til sjóndar viðvíkjandi Føroyum at døma, havi eg bara orsøk at vænta hitt besta, sigur prátingarsami skotin, ið undir samrøðuni við Sosialin royndi at sleppa skotsku dialektini, og tosa so »enskt« sum tilbar.


Framtið í ferðavinnuni


Mong hava ta fatan, at Aberdeen er kolvetnisbýur burturav, men so er ikki. Virksemið í býnum er sera fjøltáttað. Tvey stór læknafrøðilig fróðskaparsetur eru í býnum. Pappírsídnaðurin er somuleiðis rættiliga stórur í Aberdeen; fýra versmiðjur eru í økinum. Eisini ferðavinnan er stór, og í hesi marknaðarføringini hava Viski-framleiðararnir stóran týdning, eins og allar tær gomlu borgirnar draga til sín ferðafólk, serliga sunnanífrá. Best kend er óivað Balmoral-borgin, sum Elisabeth Drotning og húski vitja á hvørjum ári.


Í sambandi við stóru møguleikarnar í ferðavinnuni, heldur Gordon McIntosh, at vit ikki skulu halda okkum vera verri fyri, enn tey londini, sum eru vælsignað við brennandi heitum summarveðri, árið á tamb.


­ Vit eiga at hava í huga, at tað eru vit, sum so fegin vilja sleppa at uppliva eitt annað veðurlag, enn okkara egna, og tí fara vit suðureftir. Íbúgvarnir sunnanfyri, vilja eisini sleppa at uppliva annað veðurlag, enn teirra egna; tey vilja sleppa undan sólini, og leggja tey tí leiðina norðuryvir. Veldugur møguleikar liggja í hesum veruleika, er skotski menningarstjórin vísur í.


Hann sigur, at tey í Skotlandi hava havt eina sokallaða »Braveheart-effekt«, eftir at kendi filmurin við Mel Gibson í høvuðsleiklutinum, fór sína siðursgongd eftir øllum heimsins kykmyndaløriftum. Summi av hesum ferðafólkum eru farin longur; til Íslands og Føroya.


Skotski »ferðamaðurin« sjálvur, væntar, at tá hann kemur til Tórshavnar aftur, er longu okkurt ítøkiligt hent í samstarvinum, sum væntandi fer av barkastokki í døgunum 7. - 10. september á oljuráðstevnuni, Offshore Europe.


Býráðsformaðurin í Havn ætlar, at gera sær at gera líknandi samstarvsavtalu við Stavanger &iacut