har hann royndi at sissa fjøldina, við at vísa á, at talan ikki var um ein trupulleika. Við in.fo í dag, sigur borgarstjórin, at talan einans er um tvey børn í allari kommununi, og at tey als einki krav [...] glóðheitt kjak verið á sosialum miðlum um muslimar, ið birtist aftaná at Vágaportalurin og Dagblaðið bóru tíðindini um, at muslimar ynsktu at broyta matskipanir í dagstovnum hjá Tórshavnar kommunu. Øsingin byrjaði [...] Foreldrini hava spurt, um tey kunnu fáa at vita, nær børnini fáa ymiskan mat. Teir dagarnar taka børnini sín egna mat við. Tað er als ikki soleiðis, at nakað hevur kravt at nøkur matskipan skal broytast, sigur
komu í juli mánað, og eg helt, at hatta húsið hjá okkum var klárt, og at teir búðu har nú, sigur Rói Kalsø. Tað var ein neyðloysn Men í gjár segði stjórin, at Demich valdi at fara frá Jekaragøtu nettupp orsakað [...] Rói Kalsø, stjóri í Demich. Firmport syrgir nevniliga bara fyri loyvum og øllum pappírarbeiði hjá rumenunum, sum koma til Føroya at arbeiða fyri Demich. Bústaðartilboðið hjá Firmport í Jekaragøtu er altso [...] allar hesar broytingarnar. - Orsakað av ónøgdini fóru vit at kanna, um tað loysti seg at keypa eini hús, so teir kundu búgva har í staðin fyri í Jekaragøtu. Vit vilja tryggja teimum góð viðurskifti, og
annars rættiilga fáorðaður. - Tað er so einki at ivast í, at tað var rætta liðið, sum vann dystin. Tit hava eitt gott lið, sum í dag skuldi vinna, fyri at varveita HM-møguleikan, og í dag var tað ikki [...] varð við, var at føroyingar hesa ferð høvdu tveir mans í álopinum. Allan Simonsen hevur altíð sagt, at honum dámar best at hava tveir áleyparar, men hósdagin roknaði hann tó ikki við, at talan gjørdist [...] ymsum ávum, og vónaði so, at at hetta kundi órógva skipanina á liðnum, men soleiðis varð tíverri ikki. Ov nógv frávera Tað var eisini sjónlgit, at føroyska liðið hevði trupult við at flyta spælið niðan á vøllin
sigur Marnar, sum er uppvaksin í Havn. - Eg kundi ikki droymt um at forsømt eina ólavsøku. Onkuntíð hevur konan spurt, um vit ikki skulu fara at ferðast, og um tað hevur follið á ólavsøkuna, so havi eg sagt [...] sagt bums nei, sigur Árni. Úrslitið av tí hevur so verið, at konurnar hjá teimum báðum hava onkuntíð verið og ferðast, meðan teir hátíðarhalda ólavsøkuna heima. Á ólavsøkuni er tað serliga kappróðurin, ið [...] frisørstólinum. Eg havi varpað út frá barnaróðrinum í nøkur ár, so kappróðurin er sera týdningarmikil fyri meg, sigur Marnar. Árnar og Marnar uppsummera ólavsøkuna við trimum orðum. - Kappróður, fótbóltur
virðisleys, men fyri onnur kann tað hava stórt virði. Tí fyri framtíðina er tað týdningarmikið at lesa um okkara samtíð. Í Sosialinum, ið er borin út til hvørt húski í landinum, ber til at lesa eina longri [...] veit, hvat er áhugavert í framtíðini. Flestu halda, at teirra gerandisdagur ikki er serliga hendingaríkur, men um 100 ár kann tað vera áhugavert at lesa um hvussu ting vóru í 2016. Orðini eiga Heiðrún [...] skjølum og handritum. Tær báðar heita á fólk, um ikki at tveita brøv og dagbøkur burtur, men heldur lata tað til Landsbókasavnið. - Onkur heldur kanska, at øll brøvini, ið omman teirra hevur sent teimum um
annað enn, at hann ger nógv um seg í løtuni. Men tað vit vita um hesar ormar, er at teir verða bara meira ágangandi og framkomnir. Fólkini handan teluduormin hava eydnast at lumpa fólk við at senda teldupostar [...] fram. Fyrr ella seinni, so stúri eg fyri, at tað verður so, at ormarnir ikki gera um seg fyrr enn ein ávísan dato. Tað kann vera jólaaftan ella 1. mai. Um vit so siga, at umleið 1000 føroyingar hava tikið [...] eitt lás á dyrnar, bara fyri at lata upp tá ein tjóvur bankar á. - Eingin vinnur heldur í Lotto, um viðkomandi ikki hevur keypt ein seðil, og eingin rík einkja í Afrika fer at skriva til tín, og bjóða
okkurt, so havi eg sagt, at eg skal vísa teimum. Tey eru nógv, ið hava funnist at mær. Eg havi tó aldrin skilt hví fólk hava trongdina at niðurgera onnur. Men eg havi sett mær fyri, at eingin skal køva mína [...] listamann. Millum annað sigur hann, at hann tráar eftir hvørki pengum ella viðurkenning. - Hetta handlar nevniliga ikki um pengar og viðurkenning, men at fáa míni ting út. Tað at vera kendur sigur mær einki. [...] mína rødd. Eg havi nakað at siga, og eg trúgvi upp á tað. Tað sigur sigur Heiðrikur á Heygum, sum um vikuskiftið vann FMA virðislønina fyri besta sangara innan popp/rokk. Í longri samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin
Felags fyri andstøðuna, og partar av samgonguni er, at tey óttast at leisturin vil skapa fordømi fyri at fíggja aðrar verkætlanir á sama hátt. - Hvat verður so tað næsta, ið er somikið átrokandi at tað má [...] helt at spurningurin um leigu ella leasing var útgreinaður fakliga, tí vit hava havt fakfólk at gera lógaruppskotið. Men er hetta ein ivaspurningur, so ber væl til at broyta uppskotið soleiðis, at eingin [...] bangin fyri, at hetta kann skapa fordømi fyri aðrar verkætlanir, sigur Reimund Langgaard, meðan Jóan Magnus Rasmussen snøgt sagt ikki dámar leasing-leistin: - Eg havi persónliga ta roynd av leasing, at talan
ikki meiri enn at tær sansa at gestir eru komnir á gátt. Her ræður um at nýta hvørja løtu væl, soleiðis at sum mest fæst burtur úr undirvísingini. - Akkurát eg Hetta er fyrstu ferð, at Heidi er á slíkum [...] serliga fyri hana sum ikki hevur tøvt áður, men mest fingið við annað handarbeiði. - Tá eg frætti um skeiðið hugsaði við mær sjálvari, um hetta var nakað fyri meg, - um eg mundi fara at tíma at tøva. - [...] havi verið her nakrar ferðir, má eg bara siga, at tøvingin, tað er akkurát eg!, sigur Heidi við einum stórum brosi. Tað hevur eisini verið áhugavert fyri hana at hitta aðrar kvinnur. Hóast tær eru í ymiskum
eykajáttan til heilsuøki, tó at talan kortini er um eina uppraðfesting, sambært honum. - Tað varð væntað á fíggjarlógini, at psykiatriska øki fór at spara 10 milliónir krónur við at flyta fólk úr psykiatriska [...] Hóast álitið úr figgjarnevndini sigur, at heilsumálaráðharrin fær 7 milliónir afturat at arbeiða við, so sigur Karsten Hansen, at hann í veruleikanum hevur eina minni játtan enn upprunaliga væntað. Í álitinum [...] ini fyri 2015, stendur at sjey milliónir verða veittar sjúkrahúsverkinum afturat játtanini í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Karsten Hansen, vísir aftur, at talan