Seinastu dagarnar hevur eitt glóðheitt kjak verið á sosialum miðlum um muslimar, ið birtist aftaná at Vágaportalurin og Dagblaðið bóru tíðindini um, at muslimar ynsktu at broyta matskipanir í dagstovnum hjá Tórshavnar kommunu.
Øsingin byrjaði við eini samrøðu á Vágaportalinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, játtaði, at onkur muslimsk foreldur høvdu spurt um matin á dagstovunum.
Søgan fekk sítt egna lív aftaná tað, og kjakið var til tíðir óvanliga heitt. Í gjár sendi Heðin Mortensen tó eitt tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar, har hann royndi at sissa fjøldina, við at vísa á, at talan ikki var um ein trupulleika.
Við in.fo í dag, sigur borgarstjórin, at talan einans er um tvey børn í allari kommununi, og at tey als einki krav hava sett fram um nakað sum helst.
- Sum eg skilji tað, so er talan um tvey børn. Foreldrini hava spurt, um tey kunnu fáa at vita, nær børnini fáa ymiskan mat. Teir dagarnar taka børnini sín egna mat við. Tað er als ikki soleiðis, at nakað hevur kravt at nøkur matskipan skal broytast, sigur borgarstjórin.
Heðin Mortensen er tikin eitt sindur av bóli av orðaskiftinum á sosialum miðlum, og óttast hvørjar avleiðingar tað kann hava hvat fyri foreldrini og børnini.
- Eg vóni bara ikki, at orðaskiftið seinastu dagarnar gongur út yvir børnini ella teirra foreldur. Tey hava bara ynskt eina fráboðan. Eingin hevur kravt nakað.
Borgarstjórin leggur tó at enda dent á, at fólk, ið koma til landið, mugu innrætta seg eftir siðunum her á landi.
- Tey sum koma her, og hava aðra mentan, trúgv, matsið ella annað, enn tað, ið vit kenna til, mugu innrætta seg eftir okkara siðum. Í hesum førinum kunnu tey bara taka egnan mat við.

- Eingin hevur kravt nakað





