gáva fiskurin, sum svimur við okkara stendur, í veruleiknum er. Johan Mortensen vil hava føroyingar at koma burtur frá hesum óskykkinum bara at umrøá fisk sum var tað bara ein vanlig rávøra sum alt annað. [...] -Latið okkum tosa um fiskin sum ein matvøra, sum nakað sera dýrmett og gott, og í hesum sambandi eiga vit sjálvi eisini at gera meira burtur úr fiskinum, tá vit sjálvi borðreiða við honum. Johan Mortensen [...] okkara fisk eitt nú, har mangir útlendingar koma og fara sum t.d. á flogvøllinum. Har er ikki ein lýsing frá nøkrum fiskaframleiðara og tú kanst ikki ein gang keypa fiskaúrdráttir har longur. Og Johan Mortensen
eisini ein villleiðing. Sum víst er á aðrastaðni er lógin um yrkisráð minni víttgangandi enn lógin um sjúkrahúsráð, sum er skræddaraseymað til stýrisskipanina. Púra groteskt verður tað, tá Anfinn sum eina [...] settur í verk. Ein løgtingsmaður, Henrik Old, ger av at royna eftirlitsregluna í stýrisskipanarlógini. Hann setur fiskimálaráðharran, sum tilvildarliga er løgmaður, tá málið verður svarað, ein fyrispurning [...] mannagongd í Tamilmálinum eini stjórn lívið. Ráðharrin, sum hevði noktað at fylgt eini ávísari lóg, kom fyri ein ríkisrætt og fekk 40 daga fongsulsdóm, sum tó varð treytaður vegna heilsuna hjá ráðharranum. Danskir
Frøyanes, sum nú eitur West Freezer. Reiðarin Tummas Jacob á Løgmansbø, dylir ikki fyri, at hetta er ein gamal dreymur, sum nú er blivin veruleiki. ? Í eini 10 ár havi eg droymt um at fáa ein slíkan bát [...] ikki at vera í vegin fyri teir, sum fiska undir landi. Tað hava vit ongan áhuga í. Gagnnýta alt Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at ein frystilínubátur, sum hesin er ein spennandi roynd hjá føroyingum og [...] hann er so stórur, sum hann er, er hann bólkaður saman við útróðrarbátunum yvir 40 tons. Og sostatt skal hann fylgja teimum avmarkingum, sum eru settar fyri tann bólkin og ikki teimum, sum eru settar í verk
á henda hátt útrópa kvinnurnar og læknarnar sum drápsfólk, er ein herferð sum ikki fyriheldur seg til veruleikan og dagligdagin hjá okkum menniskjum, men sum við sjálvrættvísi og ofta við bíbliuni í rygginum [...] tað er hennara avgerð, og ikki avgerðin hjá foreldrum, serfrøðingum ella øðrum sum liggur til grund. Ein avgerð um abort er ein álvarslig avgerð og tað er at undirmeta kvinnuna og hennara avgerð yvir lív [...] óhepna støðu ein kvinna kann koma í, sum gerst við barn óynskt. Hóast samfelagið støðugt broytist og í nógvar mátar er betri og øðrvísi enn fyri 50 árum síðani, so kann tað framvegis nú sum tá seta eina
ella Húsalánsgrunnurin vilja upplýsa keypsprísin. - Vit keyptu ognina fyri at varðveita urtagarðin sum ein grønan blett í miðbýnum í eini ætlan at samanbinda miðbýin við Trapputrøðna, sigur Leivur Hansen [...] at varðveita vakrar grønar blettir í býnum liggur tað eisini frammalaga í huganum hjá Tórshavnar býráð at útvega eldri fólki bústaðir. Í løtuni arbeiðir ein bólkur við at gera eitt álit um, hvønn politikk [...] saman við miðbýin. - Hetta gera vit fyri at varðveita nakrar grønar blettir í býnum og fyri at skapa ein hugna hjá fólki mitt í øllum ferðslurokanum. Har kunnu fólk koma inn í eina oasu, har tað ber til at
er talan um eitt spennandi sett. Tað var júst tað sum hendi og tí var triðja sett rættiliga javnt. Men tað var kortini TB a, sum var omaná og Mjølnir, sum royndi at fylgja við, tó uttan heilt at megna tað [...] ruddiliga sum 15-1, og tað merkti, at nú var støðan 2-2, og at farast skuldi undir fimta og seinasta settið, sum jú verður leikt eftir serligum reglum. ? og so hin vegin Av tí at tað var Mjølnir, sum átti so [...] eina breidd, sum ger, at hini liðini hava sera torført at standa seg ímóti verandi og komandi meistarunum. Móttøkuspæl klaksvíkinga er einastandandi gott, og tá tað nú einaferð er móttøkan, sum leggur grundina
bankar ella fyritøkur. Ein kann í dag t.d. eisini taka sær av sínum bankaviðurskiftum heima við hús. Heri Mortensen sigur, at tá hann var liðugur at lesa í Århus, so tóktist, sum vildu allir føroysku l [...] leið skotin, tí illa ber til at koma beinanvegin. Og skjót tænasta er sum kunnugt best. Men tá Heri so hevur greitt frá, at hetta sum oftast als ikki er neyðugt, so eru fólk bilsin og vísa áhuga. Í kjallara [...] á stovn nýggja el- og teldufyritøku og hevur júst avgreitt sína fyrstu størru bílegging. Hetta var ein el-stýring til eina stóra fyritøku í Onglandi og bíleggingina fekk hann frá sínum gamla arbeiðsgevara
tískil eru nógv tekniskir spurningar, sum skulu fáast uppá pláss í sambandi við eina nýggja lønarskipan. Og eftir tí, sum Sosialurin skilir, so er tað her trupulleikin liggur. Partarnir skulu ígjøgnum nógvar [...] spakuliga. Tað er kravið hjá Starvsmannafelagnum um nýggja lønarskipan, sum er trupulleikin, og tað er eisini nýggju lænarskipanini, sum partarnir burturav hava arbeitt við seinastu trý samdøgrini. Orsøkin [...] felagnum? - Nei, ikki beinleiðis. Men av tí at lønarskipanin er ein partur av samlaðu krøvunum, so verður nortað við lønarkrøvini, so hvørt sum vit koma inn á eitt slíkt øki. Men nei, lønarkrøvini liggja enn
starvsfólkapolitikkur, harra Arge? Eg meini tað! Tað, sum hendi beint áðrenn jól, er ein skamblettur í føroyskari politiskari søgu. Tað veit løgmaður eisini av, sum tann skilamaður hann er, og tí fekk, og hevur [...] samfelagsútbyggingini hesi seinastu árini. Stórt arbeiði liggur aftanfyri hetta tiltak, og ein stór tøkk eigur at vera borin Heina Olsen, fyrrverandi verkfrøðingi á LV, fyri hetta megnararbeiði. Somuleiðis [...] við ávísum sorgblídni ein lýddi á setunarrøðuna hjá Heina Olsen, hóast eini 150 fólk høvdu leita sær niðan í útvarpshøllina. Ringt var at fáa eyga á nakran fólkavaldan politikkara, sum eftir mínari meting
Fimm mans og ein kvinna mynda bólkin Clickhaze, sum blásti øll tey, sum vóru í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, um koll við sínum frálíka og intensa tónleiki, sum neyvan er hoyrdur áður undir somu [...] at lokka Eiðvør Pálsdóttir at koma við, og hon er jú ein fongur við síni vøkru rødd. Á listanum stóð eisini Waco Koresh sum sangari og B. á. L. sum gittarleikari. Tað vísti seg so, at aftan fyri hesi bæði [...] gerast so stirvin á pallinum og kanska ikki eru so nervøs sum onkrir aðrir bólkar. Tónleikurin, sum Clickhaze spælir, er eisini fjølbroyttur. Tað, sum bólkurin borðreiddi við leygarkvøldið, spenti líka frá