Tann fyrispurningur, sum eg setti tær, hevur einki við Ráfiskagrunnin ella Studningsnevndina at gera. Hann hevði fyri so vítt heldur einki við Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin at gera. Hetta mál er bert nýtt sum dømi um nýttu mannagongdina.
Tað framgekk heilt greitt av fyrispurninginum, at hann snúði um, um okkara stýrisskipan er nakað verd, tá á stendur, um skylduna hjá landsstýrismonnum at seta samtyktar løgtingslógir í verk og um virðið á løgtinginum sum eftirlitsmyndugleiki hjá landsstýrinum.
Málið um yrkisráðið lýsir, hvussu hetta virkar í praksis. Her er talan um eina lóg, sum tingið hevur samtykt. Aftan á hálvt annað ár er partur av lógini ikki settur í verk. Ein løgtingsmaður, Henrik Old, ger av at royna eftirlitsregluna í stýrisskipanarlógini. Hann setur fiskimálaráðharran, sum tilvildarliga er løgmaður, tá málið verður svarað, ein fyrispurning í løgtinginum um, hví lógin ikki er sett í verk.
Niðurstøðan aftan á henda fyrispurning kann bert vera, at tær lógarreglur, sum áseta skyldur hjá landsstýri og løgtingi eru púra virðisleysar.
Tað kemur eisini týðuliga greitt fram, at orsøkin til at lógin ikki er sett í verk er tann, at landsstýrismaður/ løgmaður ikki bríggja seg um tað ískoyti, sum tingið gav upprunaliga uppskotinum hjá landsstýrinum. Og hetta letur tingið sær lynda!
Høgni Hoydal skrivar um tingsins viðgerð av hesum máli:Eftir mínum tykki er hetta eitt dømi um, at stýrisskipanin á hesum øki er farin at rigga.
Hetta er greið tala, og hervið ger Høgni Hoydal tað enn lættari at taka støðu til hansara fullveldisætlan
Eg var sjálvur positivur móti hesum landsstýrinum, tá tað tók við og var eisini positivur mótvegis størsta partinum av fullveldisætlanunum. Men treytin fyri einum slíkum áliti má sjálvsagt vera, at brogararnir kunnu føla seg tryggar við, at teir sum skipa fyri fullveldisætlanunum eisini virða tær grundleggjandi demokratisku grundreglurnar. Nú hevur sjálvur »høvuðsarkitekturin« aftan fyri fullveldið alment boðað frá, at tann mannagongd, sum greitt er frá í hesi grein, er í samsvar við hansara uppfatan av, hvussu stýrisskipanin eigur at virka og væl saktans eisini skal virka framyvir.
Í Danmark kostaði ein líknandi mannagongd í Tamilmálinum eini stjórn lívið. Ráðharrin, sum hevði noktað at fylgt eini ávísari lóg, kom fyri ein ríkisrætt og fekk 40 daga fongsulsdóm, sum tó varð treytaður vegna heilsuna hjá ráðharranum. Danskir ráðharrar skulu nokk ansa sær í framtíðini. Soleiðis eigur ein stýrisskipan at virka.
Tá hugsað verður um hansara »stjørnustatus« til seinasta løgtingsval hevði ein væntað sær annað av Høgna Hoydal enn eina so ússaliga støðutakan til ein slíkan avgerandi stjórnmálaspurning, sum her er umrøddur. Men nú vita vit, hvat ið er at vænta hgani, og tað gera støðutakanina við komandi fólkaatkvøður enn lættari.
Óli Jacobsen
Brot úr frágreiðing hjá løgmanni til løgtingið
...Samb. stýrisskipanina ..... hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ábyrgdina av umsitingini hjá lønjavningargrunninum mótvegis Føroya Løgtingi. ... Tað sum er ógreitt er, at í einari lóg stendur at tað skal vera eitt yrkisráð og í eini aððrari lóg stendur, at hetta yrkisráðið eisini skal vera við í umsitingini av grunninum. Síðan hava vit eina stýrisskipanarlóg, sum er yvir øllum hinum lógunum, sum sigur, at tað skal vera eitt greitt býti millum lóggávu og útinnandi vald, og tað er landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina mótvegis løgtinginum. Tí er neyðugt at gera broytingar onkustaðni í systeminum. Tað er .... tingið sjálvt, sum .... skal taka avgerðina um ... at tað ikki er landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av lønjavningargrunninum men eitt ráð. Ella tað skal vera soleiðis at hetta ráð skal vera ráðgevandi......
Hetta er partur av teimum munnligu viðmerkingunum, sum Anfinn Kallsberg gav tinginum í samband við fyrispurningin hjá Henriki Old um hví landsstýrið ikki hevði sett lógina um yrkisráð í verk. Sum tað sæst argumenterar Anfinn sum um yrkisráðið hevur nakað fyrisitingarligt vald. Sjálvur er Høgni Hoydal samb. sína grein offur fyri hesi villleiðing. Tá Anfinn so eisini sigur, at tað er neyðugt at gera broytingar onkustaðni í systeminum, er hetta eisini ein villleiðing. Sum víst er á aðrastaðni er lógin um yrkisráð minni víttgangandi enn lógin um sjúkrahúsráð, sum er skræddaraseymað til stýrisskipanina. Púra groteskt verður tað, tá Anfinn sum eina møguliga »loysn« nevnir møguleikan, at »hetta ráð skal vera ráðgevandi«. Tað er júst tað, sum tað var. Tað liggur annars í orðinum »ráð«.
Tað liggur stostatt fast:
1) Tað finst eingin saklig orsøk til ikki at seta lógina um yrkisráð í verk
2) Løgmaður hevur villleitt tingið.
Tí tinginum var ein tingmaður, sum hevði orðið í hesum máli, nevniliga spyrjarin Henrik Old. Hervið er staðfest, at løgtingið er virðisleyst sum eftirlit hjá landsstýrinum.
Spurningurin til Høgna
Hetta mál er als ikki ein spurningur um eina nevnd meira ella minni. Tann veruligi spurningurin er hvørt vit hava eina stýrisskipan sum virkar ella ikki og ikki minst um tað er nakar vilji at fáa hana at virka. Í hesum liggur eisini hvørt løgtingið vil fasthalda, at løgtingslóg skal fylgjast, eisini í førum tá talan er um lógir sum tingmenn ikki bríggja seg um. Tað er óneyðugt at siga, at hevur løgtingið fyrst einaferð latið sær lynda, at landsstýrið ikki skal føla seg bundið av eini løgtingslóg, kann sama støðan vera galdandi fyri eina og hvørja lóg.
Tískil er spurningurin til Høgna Hoydal, landsstýrismann: Heldur tú, at Føroya fólk kann føla seg trygt at fara inn í eitt fullveldi við teirri umsiting av stýrisskipanarlógini sum greitt er frá í hesi grein.