staðfesta aftur og aftur, at tað valdar ikki sørt av ruðuleika, tá atkvøðurnar eru taldar upp, og løgtingið skal mannast. Tað kann ikki roknast við, at tey, sum ikki fáast við politikk í sínum gerandisdegi [...] flokkarnar, at lutfallið millum atkvøður og tingumboðan er samsvarandi, so er ikki neyðugt við eykavaldum tingmonnum. Men er ikki samsvar millum tey bæði lutføllini, so verða eykavaldu tingmenninir nýttir [...] verður fram til, hvussu umdømisvaldir og eykavaldir tingmenn verða settir inn á ting. Men tað hevði ikki verið meiri enn rímuligt, at veljarin fekk eina frágreiðing um, hvussu roknistykkið í tí stóra og
nú er trýstið tikið av teimum, nær teir fara at tapa fyrsta ferð í ár! Tað er tó heilt greitt, at bæði GÍ og B36 hoyra ikki heima á aftaru plássunum. Bæði liðini fara at arbeiða seg upp. Um teir koma á [...] bronsukrónur. Vit hava áður spátt, at fyrsta FM heitið hjá NSÍ er ikki so ógvuliga nógv ár burtur, og longu nú tykist greitt, at teir fara ikki at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. At NSÍ tykist vera [...] hetta, men higartil hevur hann einki spælt. Tá B36 og HB spældu sunnudagin, sat Jens Erik Rasmussen á bonkinum hjá HB. Hann kom ikki inn fyrrenn 2. hálvleikur var meiri enn hálvrunnin. Eisini tað eigur at
arbeiða ímóti Á fundinum í Dublin møtti danski fótbóltsformaðurin, Poul Hyldgaard ikki. Tað varð upplýst, at hann kundi ikki koma, tí tað var verkfall í Danmark, og tað vóru tað fleiri, sum smíltust eitt [...] boðaðu frá, at tey stuðla UEFA formanninum í hansara roynd at gerast FIFA formaður. Tað er kortini ikki heilt greitt, um hesi umboðini hava fulla undirtøku frá sínum limalondum. Tað ljóðar eisini, at danir [...] skulu atkvøða fyri Blatter enn fyri Lennarti, men hetta hava vit ikki váttan fyri. Tað er í hvussu so er greitt, at føroyingar fara ikki at halda við dønum á aðalfundinum hjá FIFA í París. Tá tað verður
trygt hjá Dánjali Bærentsen í B36-málinum. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan. Ikki heilt uppiborið kanska, men unga B36-liðið hevði heilt greitt mist flogið, tá ið HB fyrst var komið á odda. Hartvig Joensen legði
vóru eftir av fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki løgdu teir seg aftur at verja leiðsluna og høvdu ikki eitt einasta veruligt skot á B36-málið. B36 hevði bóltin 35 av teimum seinastu 45 minuttunum, men [...] tí teir gjørdu sína skyldu, fingu eitt mál og megnaðu at halda sítt egna mál reint. Øll hava rætt. Heilt síðani fótbóltsspælið varð uppfunnið, hevur tað bert gingið út upp á eitt: At vinna. Tað visti HB [...] seinastu dystirnir í ár eru spældir, og stigini skulu gerast upp. Dysturin í Gundadali sunnudagin var ikki nøkur serlig frøi fyri tað eftirhondini meira og meira kræsna áskoðaraeygað. Serliga seinni hálvleikur
Serliga móti endanum vóru menn troyttir, ikki bert av dystinum, men eisini av sólini, sum skein henda góða forsummardagin. Sasha enn einaferð Tvørámenn megnaðu ikki at svara aftur til málið hjá VB í fyrra [...] fyrra hálvleiki, men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá Alexander Radosavljevic gjørdi sítt fyrsta, men ivaleyst ikki síðsta, landskappingarmál fyri TB í ár. Jugoslaviski áleyparin hjá tvørámonnum gjørdi [...] gjørdi eina rúgvu av málum í 2. deild í fjør, men hóast 1. deild ikki er tað sama sum 2. deild, fer hann uttan iva at gera um seg eisini í bestu deildini. TB hevur annars ein annan jugoslava. Tað er venjarin
beina bóltin burtur úr vandaøkinum. Málverjin hjá NSÍ skuldi boksa ein bólt burtur, men tað riggaði ikki serliga væl. Ein vágamaður og ein runavíkingur lupu upp at skalla, men hvørgin vann hann. Í staðin [...] r Mikkjal Danielsen og Torkil Nielsen hava lagt frá sær, og liðið hjá NSÍ er mannað við spælarum heilt niður í 16 ára aldur. Tað merkist væl hjá 2. deildarliðnum hjá runavíkingum, um menn á 1. deildarliðnum
fyri, ið vitjaði í Parkini. Spælið hjá FCK hekk betri saman, enn tað hevur gjørt leingi, og tað var heilt skjótt, at Todi Jónsson legði heimaliðið á odda: ? Henrik Larsen hevur lagt upp til til fýra av teimum [...] sum var á veg út, greiðir Todi Jónsson frá úr Keypmannahavn. Lars Højer økti til 2-0, og tað var ikki fyrrenn sjey minuttir fyri leiklok, at AGF minkaði um munin. FCK hevði fleiri aðrar næskar royndir [...] undan hvørjari kapping verða dømdir til at enda á. OB er sjey stig frá bjargingini, og støðan gjørdist ikki betri, tá Aarhus Fremad, sum er eitt av liðunum OB hyggur langt eftir, vann á heimavølli móti AB.
felag er eitt skrímsl og ikki minst stovnanin av Føroyska Javnaðarflokkinum í 1925. Soleiðis kunnu vit halda áfram. Vit mugu tó ásanna, at nógvar av profetium Marx hildu ikki og er hetta m. a. hesum mongu [...] m, at hetta ikki skuldi gloymast, tá ið val einaferð var útskrivað. Men, undir valstríðnum var deyðatøgn... Tað er ómetaliga harmuligt, at føroyski vinstravongurin og fakfelagsrørslan ikki arbeiða betur [...] Hetta er ein yrking, ið fínt vísur ella afturvísur, at hvør maður ikki kann sær eydnuna góða smíða, um ytru materiellu møguleikarnir ikki eru til staðar. Sigi tað harðmælt Tit, ið framhaldandi siga at hvør
skulu galda fram til tær næstu samráðingarnar. Tað er ikki nakað sum partarnir ynskja. Teir vilja helst sjálvir finna eina loysn. Tað er heldur ikki nakað, sum tann danska stjórnin ynskir. Fyrst og fremst [...] - og hon kann ikki brúkast í hesum málinum. Tað merkir, at meirilutun skal finnast saman við teimum borgarligu flokkunum í Fólkatinginum. Men tað sum hesi kunnu semjast um er kanska ikki nøkur loysn l [...] verkfall einaferð afturat, tí at løntakararnir ikki vilja finna seg í sáttmálanum. So verða tað, tað sum man í Danmark kalla ?vilde strejker? sum eru verkføll, sum ikki fylgja teimum reglunum, sum er avtalaðar