so er tað ein ærlig søk. Men tá er at spæla við opnum kortum og viðurkenna hetta. KJARNIN í øllum hesum er tað misálit, sum er íkomið. Føroyingar flestir hava rætt og slætt mist álitið á Danmark og harvið [...] enn eina krígsavbjóðing frá danskari síðu móti føroyingum. Tað einasta, ið danskir myndugleikar tí kunnu gera í tí støðu, sum teir sjálvir hava vavt seg inn í í sambandi við bankakanningina, er at bjóða [...] at samráðingar skulu vera millum stjórnina og landsstýrið um eitt nú allan skuldarspurn-ingin í hesum árinum. Okkara áheitan á Nyrupstjórnina er tí henda: setið upp eina dagsskrá, sum inniheldur óhepnu
MAMMUTORÐASKIFTIÐ á fólkitingi um bankamálið er av á hesum sinni - ella kanska rættari med alla. Í hvussu er tann parturin av hesum málinum, sum snýr seg um danska sjálvrannsakan. Eftir eina øgiliga melduródn [...] umstøðum sum vit liva undir, her eitt nú eina økonomi, sum byggir á fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum frá dønum, men havið [...] danskari síðu móti føroyingum sum heild! TAÐhvílir ein stór og tung ábyrgd á føroyskum politikarum í hesum døgum . Talan er um eina uppgávu, sum skal útinnast ikki bert á skilagóðan og avgjørdan hátt men eisini
r, ið leggja so stóran dent á júst eitt ærligt og rættvíst samstarv tvørtur um landamark. Í hesum máli kunnu vit so endurtaka, at táverandi løgmaður Marita Petersen hevur víst seg at takla sín leiklut [...] bankamálið varð til viðgerar á fólkitingi. Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvør niðurstøðan varð av hesum drúgva orðaskifti, men eftir tí vit hava skilt, so fór stjórin at blíva sitandi. Stuðulsflokkar hennara [...] spurninginum um skuld Føroya til danska statskassan. SPURNINGURIN er so, hvat føroyskir politikarar kunnu semjast um. Fara vit at seta krøv sum líkjast tí, ið løgmaður hevur víst á í donsku pressuni ella
at húsaprísirnir fóru langt upp um veruliga virðið. Syndarligu avleiðingarnar kenna vit øll, og hesum kunnu bankarnir ikki renna undan. BIRGIR Danielsen sigur, at Sjóvinnubankin ávaraði landsmyndugleikarnar [...] skulu jú vinna pening, so útlán vórðu bjóðað einum og hvørjum, líka mikið, hvussu kredittvirðið var. HESUM partinum stýrdu bankarnir! Bankarnir sleppa ikki undan ábyrgdini, at teir vóru medvirkandi til, at [...] íløgur og kredittvirði. Landsmyndugleikarnir gjørdu nógv skeivt, men bankarnir - og oddamenninir - kunnu ikki renna undan ábyrgd!
næmingarnir eru komnir í. Støðan er við at gerast so álvarslig, at vandi er fyri, at teir als ikki kunnu fara upp til tær próvtøkur, sum so aftur skulu tryggja teimum eina framtíð so ella so. LANDSSTÝRISMAÐURIN [...] ja eru av tí gamla slagnum. EFTIR okkara tykki átti landsstýrið ikki at gjørt seg so ómøguligt í hesum máli. Talan er um eitt princippmál sigur landsstýrismaðurin, men tað átti at borið til við samráðingum
øllum hesum meldrinum. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Og lat okkkum tí ikki gloyma at virða hvør annan sum sjálvan seg. Vónandi hava bæði danir og vit sjálvi lært av hesum, soleiðis at vit kunnu stevna [...] er gjørd til einkis. At tað so smátt eisini ber til at siga, hvør og hvat er gjørt skeivt í øllum hesum málinum, er sum balsam, tí tað hevði ikki verið haldbart at skula liva víðari í allari óvissuni. [...] niðurgering og undirmeting av einum heilum fólki. Vit minnast, hvussu mest týðandi maðurin í øllum hesum, R. Mikkelsen, bar seg at sum tann alvitandi, ið ikki hevði fyri neyðugi hvørki at tosa við føroyingar
Tað er eingin ivi um, at føroyingar við hesum kanningarúrslitinum hava fingið uppreisn. Vit kunnu tað sama viðganga, at vit ikki hildu, at okkara politikrara sluppu so snikkaleysir, sum teir sluppu, burtursæð [...] annað, viðurskiftinum við Danmark viðvíkjandi. Tað er ov bíligt. Vit kunnu staðfesta, at heimastýrislógin ikki er nóg góð, men vit kunnu kortini seta spurnartekin við, um føroysku politikararnir hava dugað [...] og at tørvur var 1 - 1,5 milliardum til bankarnar. Bæði Atli Dam og Jógvan Sundstein nokta kortini hesum. Spurningurin í dag er kortini: Hvat nú? Hvat er nú at gera? Skulu vit bara halda fram á sama hátt
brúka orðið, sum illustrerar hesa grein einabest. Fyri at lesarar kunnu gera sær eina meining um hetta fara vit at endurgeva orðini hjá hesum dananum, sum kortini ikki umboðar vanliga danskaran. Greinin verður
myndugleikar ikki longu hava gjørt størri lobbyarbeiði í hesum máli. KANN tað vera vera so, at tað er júst samráðingarháttur løgmans, sum hevur forðað fyri hesum! Avgjørdur og treiskur sum hann er hevur hann ongantíð [...] partarnar, sum nú tykjast læstar. Men hetta er eitt mál við so nógvum taktikki í, at orð Nyrup eisini kunnu útleggjast frá bretskari síðu sum, at nú fer stóribeiggi Danmark at ?hjálpa? sær til at mýkja fastlæstu
við nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársrøða løgmans [...] um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nýggjársrøðum sínum grundarlagið undan hesum sínum vøkru orðum. Ger tey til einkis. TAÐ, sum løgmaður fortelur Føroya fólki við síni nýggjársrøðu [...] hátíðarligt - ja at vilja geva tí dám av einum ríkisleiðara - er tann fyrsti til at máa støðið undan hesum sama, nevniliga við at brúka eina slíka tignarliga og hátíðarliga løtu sum nýggjárið er - til sam