tónleikarar hava sum øll onnur eisini møguleikan at fara av landinum at royna seg. Tað eru fleiri, sum hava gjørt tað, og tað eru eisini fleiri, sum eru komin væl fyri. Óli Poulsen og Kári Jacobsen framleiða [...] framleiða tónleik í Danmark, Eivør Pálsdóttir hevur eina veruliga yrkisleið í Íslandi fyrst og fremst, og so er tað Teitur Lassen, sum slapp upp í part over there. ? Teitur hevur verið sera fokuseraður, og hann [...] tá eru lutvíst fá fólk, sum kenna vinnuna til fulnar. Eg hevði sum advokatur ikki tora at nortið hesa vinnuna, tí hon bæði øðrvísi og fløkt, og eg havi ikki fult innlit í hana. Í Danmark eru tað bara einir
Eidesgaard er formaður í Javnaðarflokkinum og situr í andstøðu í tinginum, meðan Óli Breckmann er limur í samgonguni. Ávirkar tað fólkatingsarbeiðið? Jóannes Eidesgaard: ? Tað er trupult at fáa javnvág í, av tí [...] sigur Jóannes Eidesgaard. Óli Breckmann: ? Fólkatingsarbeiðið gevur mær ein politiskan vinkul, sum eg kann brúka í løgtinginum. Tað er eisini at ganga fólki til handa, sum eru komin í klemmu millum tvær politiskar [...] tann parlamentariska meirilutan, sum er í fólkatinginum, arbeiða uttan innblanding frá føroysku umboðunum. Tað heldur Óli Breckmann ikki vera so einfalt. Hann hevur ikki, sum Jóannes Eidesgaard, givið lyfti
Men hyggja vit í føroysk bløð í dag, sær tað út til, at tað er blivið ógvuliga vanligt at leggjast á smáfuglin í samfelagnum, nevniliga minnilutarnar í Føroyum, sum als ikki hava rættindi sum eru púra vanlig [...] formannin í búskaparráðnum, sum í fjør bleiv hartaður í fleiri vikur, av tí almenna áganginum. Hvør fuglur má sleppa at syngja við sínum nevi, tí sum Jørn Astrup Hansen tók til, tá ágangurin frá politakarunum [...] staran, svanarnar í plantaguni í Havn, ella onkran annan fugl, sum vit hava hjá okkum alt árið?? Ella sagt upp á ein annan máta: Hví skal ein flytifuglur vera tjóðfuglur í Føroyum? Sum nevnt, tíðirnar skifta
hevur ongantíð fyrr verið limur í nøkrum politiskum flokki, og hann varð heldur ikki tann, ið gekk á odda í stríðnum, sum var millum Javnaðarflokkin og nøkur av teimum, sum stovnaðu Verkamannafylkingina [...] fyri Javnaðarflokkin, sum eg havi havt gott samstarv við, og sum er tann flokkur, sum liggur mínari hugsjón nærmast. Mær dámar eisini væl at skula samstarva við organisatiónina í Javnaðarflokkinum - tí [...] kkinum í Suðurstreymi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, Kristian Magnussen. Tú gerst ongantíð »liðugur« í politikki ? Nú tú so brádliga fert úr landsstýrinum - er tað ikki sum at loypa frá, meðan
r skutilssveinar” tveitir Tórbjørn Jacobsen um seg við orðum, sum minna um tað, ið var at hoyra í gøtunum í Týsklandi í 1930-unum. Fólk verða í nevndu grein skýrd landasvíkjarar, tí at tey ikki taka undir [...] floksformaðurin taka greiða frástøðu frá tingmanninum og hansara óhugnaligu úttalilsum. Tekur Tjóðveldi hinvegin ikki frástøðu frá hugburðinum, sum Tórbjørn Jacobsen alment í fjølmiðlunum og á heimasíðu Tj [...] við mær, eru illa við av tí, sum løgtingsmaðurin og næstformaðurin hjá Tjóðveldinum, Tórbjørn Jacobsen, leggur navngivnar og ónavngivnar limir í Føroya Løgtingi undir. Í blaðgreinini “Imperialismunar
Óli Jacobsen 1. partur Lützen er eitt kent navn í Føroyum, men søgan um ættina er kanska ikki so væl kend. Tann 13. juni eru 200 ár liðin, síðan A.C. Lützen, fyrsti Lützen í Føroyum. varð føddur. Tí kann [...] gjørdist løgtingsmaður. Her kom hann í andstøðu til amtmannin Dahlerup, sum afturfyri hevndi seg inn á hann. Eisini var hann ein oddamaður í teirri uppgerð, sum løgtingið hevði við tann ráðaríka Dahlerup [...] Evensen, saman við tilfari, sum er tøkt um pápa hennara. Henda bók er fyrr umrødd her í Miðvikuni í sambandi við, at upprunahandritið til fyrsta eintakið av hesi bók av eigaranum í Danmark varð latið Lan
ferð og hugflog í spælið, og KÍ er framvegis sera ágangandi. Merkisvert er tað, at KÍ, sum í dag er í hvítum, leggur meiri dent á samanspælið, ið er meiri tolið, enn tað hevur verið fyrr í ár. 15) 0-2: Atli [...] EB/Streymur, sum hevur lotið undan. Hóast teir eru undirmannaðir, so eru tað teir á heimaliðnum, sum leggja meiri fyri í álopspartinum. 40) 1-2 Stríðsmaðurin á EB/Streyma miðvøllinum Pætur Dam Jacobsen er rikin [...] Lei Holm Joensen, sum nýtti neyðbremsuna ímóti Aron Sørensen, sum eftir steðgin er komin á vøllin í staðin fyri Poul Ingason. Babacar umsetti frísparkið til mál - júst á sama hátt sum tá ið AB skoraði.
samband við eitt nú Vejle í Danmark. Í Føroyum hava feløg sum Víkingur og HB verið nevnd, meðan B68 er barndómsfelagið, sum varð mett at hava ein ess í ermuni, tí Jóan Símun er toftamaður. Tað endaði tó við [...] tey størstu í landinum, men alíkavæl rúmar felagið Jóan Símun fíggjarliga. Tað sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá AB. Tað er helst honum at takka, at AB í hvørtfall [...] mong, sum gjørdust bilsin, tá in.fo fríggjakvøldið kundi avdúka, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til AB. Hann er eitt tað heitasta navnið í føroyskum fótbólti og hevur í seinastuni verið settur í samband
tí nógvir spælarar vóru við í ferðalagnum, sum var í Litava og spældi Intertoto-dyst. Hjá TB var Óli Johannesen sterkur í verjuni, og hann og liðfelagarnir hildu málið reint í hesum dystinum. Tað hevði við [...] ð. Í botninum fekk Royn sítt fyrsta stig í kappingini í ár, men javnleikurin ímóti KÍ munar lítið, tí liðið liggur 13 stig niðri undir niðurflytingarstrikuni. AB-B71 B71, sum hevur verið oddalið í 1.deild [...] FS Vágum, síðani teir fyrr í vikuni skiftu venjara. Nú er Hegga Samuelsen, sum var aftastur í verjuni, venjari. Sigurin ber við sær, at LÍF kom afturíaftur í oddastríðnum í næstbestu deildini. Royn-KÍ
fara út í landsstýrið. Sama verður galdandi fyri sambandsmenninar Marjus Dam, Helga Abrahamsen og Jaspur Vang. Tá verður gingið út frá, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa trý landsstýrisfólk í part [...] Javnaðarflokkurin tvey í staðin fyri trý landsstýrisfólk so merkir tað, at Mikkjal Sørensen missir sín sess á tingi. Sama er galdandi fyri Tórd Niclasen, um Miðflokkurin ikki verður við í einari nýggjari samgongu [...] Tjóðveldi verða tað Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olga Biskopstø, sum missa sínar sessir, tá Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Bjørt Samuelsen gerast tingfólk aftur.