AB er ikki longur aftast

HB hevur í Sørvági víst, hvat skal til fyri at vera topplið. Inntil tað bara restaði ein lítil løta, stóð tað á jøvnum 1-1, men so skoraði HB sigursmálið eftir frísparksinnlegg.

 

AB hevur mest sum alt kappingarárið verið aftast, men tað eru argjamenn ikki longur. 07Vestur tapið ímóti HB bar møguleikar fyri AB at flyta seg av aftastu brík, og tað eydnaðist. Stóran part av 2. hálvleiki var AB undirmannað, eftir at høgri vongverjin Leivur Holm Joensen varð vístur av vølli, tí hann hevði nýtt neyðbremsuna. Men hóast AB var undirmannað, so eydnaðist tað í evstu løtu at skora sigursmálið. Eftir frísparksinnlegg stýrdi Morten Overgaard bóltin í málið, og so vann AB 2-1.

Hjá TB kom tað illa við, at Poul Ingason orsaka av skaða ikki var førur fyri at spæla í 2. hálvleiki.

 

Í Streymnesi var talan um stórt drama millum EB/Streym og KÍ. Klaksvíkingar vóru frammanfyri við tveimum málum, tá ið eitt stórt korter var farið. EB/Streymur minkaði um munin undan steðginum, men áðrenn teir fóru at hvíla seg, varð EB/Streyma miðvallarin Pætur Dam Jacobsen rikin av vøllinum. Eftir steðgin økti KÍ um leiðsluna, og tá kendist tað sum um, at klaksvíkingar vóru á sigurskós. Men so broyttist alt fullkomuliga. KÍ málverjin Meinhard Joensen varð rikin av vølli fyri at fella innskifta Arnbjørn Hansen. Brotssparkið varð umsett til mál, og so var heimaliðið greitt omaná. Tað eydnaðist at javna, og sigursmálið skoraði klaksvíkingurin Niels Pauli Danielsen.

Úrslitið í Streymnesi ber við sær, at EB/Streymur nú er á bronsuplássinum.

Hjá KÍ kom tað illa við, at bæði Gunnar Christiansen og Álvur F. Christiansen noyddust skaddir av vøllinum.

 

14. umfar

ÍF-Víkingur 2-1 (0-1)

0-1: Hjartvard Hansen 11.

1-1: Poul Nolsøe Mikkelsen 56.

2-1: Clayton Soares 62.

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Jákup Mikkeslen - Leivur Joensen (Aleksandar Jovevic, 79.), Poul Nolsøe Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson (Jákup Johansen, 90.), Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð, Heri Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard (Nenad Saric, 69.) - Clayton Soares

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Leivur Joensen, Heri Nesá

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Hjartvard Hansen (Ingi Sørensen, 77.), Heðin Hansen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Dánjal Pauli Lervig

 

B36-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: Jákup á Borg 74.

1-1: Klæmint A. Olsen 78.

2-1: Benjamin Heinesen 80.

3-1: Adeshina Lawal 90.

Dómari: Alex Troleis

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Jákup á Borg (Høgni Midjord, 83.), Robert Heðin Brockie, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen - Lukasz Cieslewicz (Benjamin Heinesen, 68.), Adeshina Lawal (Rasmus Dan Sørensen, 90.)

Gult kort: Hørður Askham

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Sjúrður Jacobsen (Monrad Holm Jacobsen, 80.), Magnus Olsen (Meinhard Olsen, 78.) - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

Gult kort: Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Árni Frederiksberg

 

07Vestur-HB 1-2 (0-1)

0-1: Kristin R. Mouritsen 12.

1-1: Jovan Panic 31.

1-2: Bárður Johnson Heinesen 85.

Dómari: Rúni Gaardbo

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø (Torstein Mýlingstind, 66.) Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Jákup Olsen (Holgar Durhuus, 62.)

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Evrard Blé

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (Bárður Olsen, 69.), Gunnar Haraldsen, Johan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal (Pál Mohr Joensen, 85.) - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður Johnson Heinesen, 69.), Símun Samuelsen

Gult kort: Gunnar Haraldsen, Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Bárður J. Heinesen

 

AB-TB 2-1 (1-0)

1-0: Dion Splidt 19.

1-1: Babacar Ndiour 64.

2-1: Morten Overgaard 90.+4.

Dómari: Lars Múller

AB: Símun Rógvi Hansen - Leivur Holm Joensen, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Sorin Anghel (Hørður M. Mohr, 48.), Jobin Drangastein - Dion Splidt (Karstin Højgaard, 90.), Ahmed Keita (Bjartur Kjærbo, 65.), Rógvi Poulsen

Gult kort: Mikkjal Hentze

Reytt kort: Leivur Holm Joensen 62. (beinleiðis reytt)

 

 

EB/Streymur-KÍ 4-3 (1-2)

0-1: Páll A. Klettskarð 7.

0-2: Atli Danielsen 16.

1-2: Hans Pauli Samuelsen 37.

1-3: Heðin Klakstein 55.

2-3: Levi Hanssen br 59.

3-3: Leif Niclasen 65.

4-3: Niels Pauli Danielsen 88.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen - Gunnar Zachariasen (Arnbjørn Hansen, 50.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen (Jóhannes Hansen, 90.)

Gult kort: Levi Hanssen

Reytt kort: Pætur Dam Jacobsen 41. (beinleiðis reytt)

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen (Kristoffur Jakobsen, 37.), Oddmar Marsten, John Hammer, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein (Fríði Sigurðsson, 59.), Ivan Joensen – Álvur F. Christiansen (Sørmundur Kalsø, 57.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Álvur F. Christiansen

Reytt kort: Meinhard Joensen 57. (beinleiðis reytt)

 

 

Støðan eftir 14. umfar

HB 31

ÍF 24

EB/Streymur 22

B36 20

NSÍ 20

KÍ 19

TB 16

Víkingur 16

AB 9

07Vestur 7

 

15. umfar

Fríggjadagin 28. juni

 

ÍF-KÍ

AB-NSÍ

Víkingur-HB

TB-EB/Streymur

B36-07Vestur

 

 

LIÐUGT

4-3!

 

4 minuttir lagdir aftrat.

Eftir innlegg frá Heðini á Lakjuni stútar Páll A. Klettskarð bóltin upp um EB/Streyma málið.

Hans Pauli Samuelsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Jóhannes Hansen.

KÍ hevur flutt John Hammer fram í álopið.

 

90) 4-3: Niels Pauli Danielsen 87.

Alt bendir á, at EB/Streymur fer at tryggja sær øll stigini. Eftir gott og hugflogsríkt samanspæl var tað Niels Pauli Danielsen, sum úr eitt sindur spískum sendi bóltin í málið. Lítla løtu eftir málið var um reppið, at Leif Niclasen økti um leiðsluna.

 

Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Nú hevur Leif Niclasen roynt seg, og Fríði Sigurðsson bjargaði væl.

 

85) 3-3

KÍ hevur ment seg aftur, og tað hevur verið spent støða í EB/Streyma brotsteiginum, men tá ið Atli Danielsen royndi seg, varð skotið blokerað.

Niels Pauli Danielsen hevur í hinum endanum roynt seg, men bólturin fór framvið.

 

80) 3-3

EB/Streymur kennist hava størri tyngd í nærdystunum. Hans Pauli Samuelsen hevur havt tvær góðar frísparksroyndir, og í tveimum førum hava spentar støður verið í KÍ brotsteiginum. Arnbjørn Hansen er spældur ígjøgnum av Levi Hanssen, men royndin úr spískum er ikki neyv. Klaksvíkingar verja og vóna, at tað skal bera til at fara í skjótt mótálop.

 

75) 3-3

Bæði liðini leggja fyri í royndini at vinna øll stigini.

Levi Hanssen hevur sæð gult fyri at steðga Sørmund Kalsø

 

70) 3-3

Hóast tað sjálvandi hevur skelkað klaksvíkingar, at teir hava mist málverjan, og at EB/Streymur hevur megnað at svara aftur, so er KÍ framvegis við. Hjalgrím Elttør hevur havt gott gjøgnumbrot, og tað var um reppið, at Páll A. Klettskarð fekk góðan møguleika, men hann varð taklaður.

Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi var um reppið at sleppa heilt leysur, men Fríði Sigurðsson bjargaði uttanvert brotsteigin.

 

65) 3-3: Leif Niclasen 64.

Eftir langa frísparksframlegging lyfti Arnbjørn Hansen við høvdinum bóltin til Leif Niclasen, sum setti bóltin í málið. EB/Streymur hevur orduliga fingið høvdið fyri seg.

 

60) 2-3: Levi Hanssen br 59.

Levi Hanssen hevur umsett brotsspark til mál. Heðin Klakstein er farin av vøllinum, og Fríði Sigurðsson er komin í KÍ málið at standa.

Sørmundur Kalsø er komin inn á høgra vongverja hjá KÍ fyri skadda Álv F. Christiansen.

 

60) 1-3

KÍ hevur mist málverjan. Meinhard Joensen togaði Arnbjørn Hansen niður, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti KÍ málverjanum av vøllinum.

Arnbjørn Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Gunnar Zachariasen

 

56) 1-3: Heðin Klakstein 56.

Í skjótum mótálopi, har Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør vóru høvuðsleikarar, endaði tað við fínum skoti, sum Heðin Klakstein setti í málið. Álvur F. Christiansen hjá KÍ liggur skaddur á vøllinum.

 

55) 1-2

Klaksvíkingar hava eitt sindur trupult við at finna útav, hvussu teir skulu fyrihalda seg til støðuna - at teir eru ellivu ímóti tíggju. Heimaliðið er leikliga meiri avgjørt, og tær royndirnar, sum higartil hava verið, hava verið ímóti KÍ málinum.

 

50) 1-2

Heimaliðið hevur lagt meiri sannførandi fyri, og tað hava longu verið tvær royndir ímóti KÍ málinum. KÍ hevur lotið undan, og Meinhard Joensen sendir oftast bóltin langt fram á vøllin.

 

46) 1-2

Liðini eru komin á vøllin í somu uppstillingum, sum var, tá ið 1. hálvleikur var liðugur. Arnbjørn Hansen er farin at hita upp beinanvegin eftir steðgin.

 

HÁLVLEIKUR

1-2

Hans Pauli Samuelsen var um reppið at fáa skot á úr góðari støðu í brotsteiginum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

Ivan Joensen hjá KÍ hevur sæð gult fyri at sparka bóltin, eftir at dómarin hevði bríkslað.

 

45) 1-2

Lotið er frískt, og tað er EB/Streymur, sum hevur lotið undan. Hóast teir eru undirmannaðir, so eru tað teir á heimaliðnum, sum leggja meiri fyri í álopspartinum.

 

40) 1-2

Stríðsmaðurin á EB/Streyma miðvøllinum Pætur Dam Jacobsen er rikin av vølli eftir fríspark ímóti Atla Danielsen. Spurningurin er nú, um KÍ fer at megna at vinna við ellivu ímóti tíggju. Tað megnaðu teir ikki ímóti AB fyri viku síðani. Tá vóru teir eisini frammanfyri við einum máli, tá ið AB misti ein mann!

Útskiftingin hjá KÍ ber við sær, at Álvur F. Christiansen nú er vongverji í høgru, og at Kristoffur Jakobsen er komin inn framrættað í høgru.

 

36) 1-2: Hans Pauli Samuelsen 36.

So hevur EB/Streymur vunnið mál burturúr støðugu yvirvágini, sum teir hava havt síðstu løtuna. Eftir fínt álop, har Hans Pauli Samuelsen var arkitektur og spældi saman við Leif Niclasen, sendi Hans Pauli bóltin í málið. Hetta var meðan Gunnar Christiansen hjá KÍ lá skaddur uttanfyri. Nú er Kristoffur Jakobsen komin inn á KÍ liðið.

 

30) 0-2

EB/Streymur hevur yvirtikð nógv meiri av spælinum, og KÍ er nógv í verjustøðu. Klaksvíkingar lúra alla tíðina eftir møguleikanum at sleppa í skjótt mótálop. Høgri vongverjin hjá KÍ, Gunnar Christiansen, sum hevur verið sera eyðsýndur, hevur ligið eina løtu skaddur á vøllinum.

 

25) 0-2

EB/Streymur er komið eitt sindur betri við, ferðin er eitt sindur hægri, og heimaliðið hevur havt trý hornaspørk, uttan at nakað er komið burturúr.

 

20) 0-2

EB/Streymur hevur ilt við at fáa ferð og hugflog í spælið, og KÍ er framvegis sera ágangandi. Merkisvert er tað, at KÍ, sum í dag er í hvítum, leggur meiri dent á samanspælið, ið er meiri tolið, enn tað hevur verið fyrr í ár.

 

15) 0-2: Atli Danielsen 15.

Klaksvíkingar eru øgiligir í Streymnesi. Nú eru teir frammanfyri 2-0. Atli Danielsen setti bóltin í málið eftir eitt sindur av aftur og fram.

 

10) 0-1

Ferðin er høg, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og yvir í hin, men liðini tykjast leggja stóran dent á at hava nógv fólk aftanfyri bóltin, tá ið mótstøðumenninir ætla sær í álop. Støðan er tann sama, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar, síðani KÍ legði seg framum.

 

6) 0-1: Páll A. Klettskarð 6.

Klaksvíkingar eru øgiliga ágangandi og væl upplagdir, og nú hava teir lagt seg framum. Eftir fínt uppspæl og innlegg, og eftir at René Tórgarð hevði hálvbjargað í fyrstu syftu, var Páll A. Klettskarð fyrstur á returinum og sendi bóltin í málið.

 

5) 0-0

KÍ hevur lagt bragdliga fyri, og klaksvíkingar hava longu havt tvey hornaspørk.

 

EB/Streymur-KÍ kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, John Hammer, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Ivan Joensen – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

 

 

-----

 

LIÐUGT

2-1!

 

AB er ikki longur aftast í Effodeildini. Í evstu løtu skoraði miðverjin Morten Overgaard sigursmálið, tá ið hann við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi í TB málið.

75) 1-1

 

65):1-1: Babacar 63.

AB hevur mist høgra vongverjan Lei Holm Joensen, sum nýtti neyðbremsuna ímóti Aron Sørensen, sum eftir steðgin er komin á vøllin í staðin fyri Poul Ingason. Babacar umsetti frísparkið til mál - júst á sama hátt sum tá ið AB skoraði.

 

 

60) 1-0

TB hevur hug at spenna álopsbogan, og tað eru spennandi støður í báðum endum.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Tað leikar javnt á, og tað hava verið málmøguleikar í báðum endum, men tað hevur ikki eydnast liðunum at skora annað mál enn tað, sum Dion Splidt skoraði við beinleiðis frísparki, tá ið hann legði AB framum.

 

30) 1-0

Tað gongur javnt á, og higartil hevur TB ikki megnað at svara aftur, eftir at AB legði seg framum.

 

20) 1-0: Dion Splidt 19.

AB hevur lagt seg framum. Sorin Anghel varð feldur á brotsteigarmarkinum, og Dion Splidt sendi við frísparki bóltin upp í málhornið.

 

15) 0-0

Einki skipað álopsspæl. Bæði liðini leggja størsta dentin á verjupartin.

 

AB-TB kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

AB: Símun Rógvi Hansen - Leivur Holm Joensen, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Mikkjal Hentze, Sorin Anghel, Jobin Drangastein - Dion Splidt, Ahmed Keita, Rógvi Poulsen

TB: Ivan Stojkovic - Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar, Eirikur Magnusarson - Ndende, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicky, Poul Ingason, Ragnar Tausen

 

----

 

LIÐUGT

1-2

 

85) 1-2: Bárður Johnson Heinesen

So hevur HB lagt seg á odda eftir frísparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram støðu. Tað var innskifti Bárður Johnson, sum skoraði.

 

75) 1-1

HB hevur trupulleikar at fáa tak á spælinum. 07Vestur hevur havt betri tak á spælinum, enn heimaliðið hevði undan steðginum.

 

55) 1-1

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur tað gingið javnt á.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

 

Eftir at heimaliðið hevði javnað, kendist tað sum um, at 07Vestur hevði hug at menna seg. Men eingin ivi er um, at tað eru teir í HB, sum iðra seg mest um, at gestirnir ikki eru á odda, nú teir eru farnir at hvíla seg.

 

35) 1-1: Jovan Panic 33.

HB hevur havt greiða yvirvág, og HB hevur havt onkrar risastórar málmøguleikar. Men tað er 07Vestur, sum nú hevur javnað. Miðvallarin Jovan Panic, sneiddi seg ígjøgnum eitt sindur í vinstru og sendi bóltin í málið.

 

20) 0-1: Kristin R. Mouritsen 12.

HB hevur skorað í Sørvági. Seinastu ferðirnar hevur Kristin R. Mouritsen ikki verið millum teir fyrstu ellivu. Tað er hann í dag, og hann hevur longu kvitterað við at leggja favorittarnar á odda.

 

07Vestur-HB kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

07Vestur: Andras Gango – Petur G. Dalbø, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Jákup Olsen

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Johan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Kristin R. Mouritsen, Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen