Triðji ársfjórðingur í ár var góður til lønir. 91 milliónir krónur meira vóru útgoldnar samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin var 5,6 prosent. So stórur vøkstur hevur ikki verið seinastu [...] er 65 milliónir krónur meira enn í triðja ársfjórðingi í 2009. Samlaðu lønargjaldingarnar higartil í ár, vísa eina framgongd á 1,9 prosent. Hóast fiskivinnan hevur stóra framgongd, er tað framvegis afturgongd
nøkur aðalráð saman, soleiðis at ráðharratalið fer úr tólv niður í níggju, og tað skal gerast longu í ár, sigur hon. Jóhanna Sigurðardóttir boðaði eisini frá umfatandi rationaliseringum, sum skulu skerja [...] umleið 200 almennir stovnar av ymsum slagi, men at eftir ætlanini verður talið 120 um tvey ella trý ár. Í hesum tíðarskeiði fer stjórnin at endurskoða virksemið og uppgávurnar hjá stovnunum og at leggja
, men HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004, og nú er greitt, at steypið heldur ikki í ár endar í HB húsinum. B36 er nú omaná í høvuðsstaðnum í steypakappingini. Í 2006 vann B36 løgmanssteypið [...] og í dag hevur árstalsfelagið við 1-0 sigri á grannunum syrgt fyri, at møguleikin at vinna steypið í ár er varðveittur, hóast avbjóðingin var stór.
í næstbestu fótbóltsdeildini, hava fingið fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini í ár. Nú bíðar stóra uppgávan ímóti oddaliðnum í 1. Deild, HB, sum er einasta liðið við fullum stigatali [...] pláss, og nú fáa klaksvíkingar høvi at vísa, um teir veruliga ætla sær uppflyting til bestu deildina í ár. Dysturin millum KÍ og HB verður spældur í Klaksvík leygardagin klokkan 15.00. TB fær hetta vikuskiftið
Pál Joensen verður ikki einsamallur føroyingur til Olympisku Leikirnar í London komandi ár. Schandorff Vang er nevniliga enn einaferð útnevndur at vera dómari og luttekur tískil eisini á leikunum í [...] góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið, upplýsir Bogaskjótisamband Føroya umvegis
Pál Joensen verður ikki einsamallur føroyingur til Olympisku Leikirnar í London komandi ár. Schandorff Vang er nevniliga enn einaferð útnevndur at vera dómari og luttekur tískil eisini á leikunum í 2012 [...] góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið, upplýsir Bogaskjótisamband Føroya umvegis
- Hóast gongdin avgjørt ikki hevur verið nøktandi í ár, eru partarnir samdir um at taka eitt tørn afturat, skrivar HB á heimasíðuni. Sigfríður Clementsen verður eisini venjari hjá HB í komandi kappingarári [...] telja til teirra rós, og spennandi verður at síggja, hvussu hesir ungu menn fara at fella til komandi ár. Avtalan millum HB og Sigfríð Clementsen er galdandi eitt kappingarár fram.
talið av bussum. Teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var bert tann eini bussurin skrásettur, men í ár er talið komið heilt uppá 16 bussar. Og skal ein rokna hetta út í prosentum er talan um eina øking [...] vaksandi: Í september mánaði vóru 10 fleiri akfør skrásett. Men um hugt verður eftir gongdini higartil í ár eru 77 fleiri akfør skrásett, og svarar hetta til sløk 9 prosent.
og hava búsett seg í øðrum londum, men fyribilstøl benda á, at heldur færri eru flutt av landinum í ár enn í fjør. Í 2010 fluttu meiri enn 2.000 fólk úr Íslandi, og níggju teir fyrstu mánaðirnar vóru tað [...] Uppgerðin vísir eisini, at meiri enn 60 prosent av teimum, sum flyta av landinum, eru millum 20 og 40 ár. Síðani kreppan í Íslandi tók seg upp á heysti í 2008, eru meiri enn 8.000 fólk flutt úr Íslandi til
minni enn helmingurin av teimum spurdu vilja hava forsetan at stilla upp aftur á forsetavalinum næsta ár. Í kanningini siga 48 prosent, at tey vilja hava Ólaf at stilla upp til eitt valskeið afturat, men [...] at 56 prosent av veljarunum hjá andstøðuni vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at stilla upp aftur næsta ár. Bara 30 prosent av veljarunum hjá stjórnarflokkunum hava ta áskoðanina.