størv, hóast vit høvdu havt bestan hug til tað. Hvussu kunnu fólk hava hug at leiða eitt skúlaverk, sum liggur í andaleypi? Føroya Lærarafelag sá skriftina á vegginum fyri nógvum árum síðani, tá tann nýggja [...] Eftirútbúgvingin av lærarum er ein so týðandi partur í fremjanini av nýggju fólkaskúlalógini, at vit vænta, at henda ikki fer at virka, tá so týdningarmikil økir verða skerd. Vit eru stórliga bangin fyri [...] hesum. Samstundis metir Føroya Lærarafelag at hetta er eitt greitt brot á grein 2 í Høvuðssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu fremja gott samstarv. Eitt týðiligt tekin um, hvussu út av lagi vánalig
pástandurin, at ein politisk vitjan til Liechtenstein við formanninum í uttanlandsnevndini á odda er fullveldisekspeditión, er eftirfarandi, fer tað er verða spennandi at vita, um Føroyar sum ein nýggjur fuglur [...] Liechtenstein í teimum schweizisku/eysturrísku alpunum: Føroyar, konstitutionelt kongsveldi, sum gongur í arv til son eins og kongsjørðin við so at siga ongari skattalóg og 50% arbeiðsmegi úr øðrum londum. Jú [...] Hetta má heilt náttúrligt fáa okkum, sum um ikki so langa tíð skulu taka støðu til framtíðarlagnu føroyinga, at spyrja: Hvat gott kann spyrjast burturúr tí, at »serfrøðingar« úr Føroyum fara til Liechtenstein
eftir loðsinum, sum skuldi av ferðamannaskipinum Black Prince, sum hevði verið á Havnini. Onkusvegna er ein stabilisatorvongur á Black Prince farin inn gjøgnum stýriborðssíðu á Pressaranum, sum hekk fastur [...] skottið framman fyri maskinrúmi, sum gjørdi, at Pressarin ikki sakk. Í skrivandi stund - seint mánakvøld - verður sjófrágreiðing tikin umborð á Black Prince, sum framvegis liggur í Nólsoyarfirði. [...] aftur á rættkjøl, var hann um at søkka. Havnarskrivtovan fekk samband við norska sleipibátin Boa Max, sum av tilvild var í Nólsoyarfirði. Boa Max fekk sett fast á Pressaran og sleipaði hann inn at Vestaru
nastuni. ? Ein bilur kom fyri tveimum árum síðani, ein er akkurát komin og ein kemur afturat heilt skjótt. ? Ynskiligt er, at vit kunnu koma í eina støðu, har vit eru før fyri at útvega ein nýggjan sjúkrabil [...] heldur, at tað, sum liggur fyrst fyri at verða endurnýggja, eru røntgentólini á Landssjúkrahúsinum, sum eru rættiliga illa slitin. Men hon vísir eisini á, at tað er so nógv annað, sum harðliga trongir [...] Klaksvík og í Havn. Í Klaksvík hava tey verið noydd at brúka ein vøruvogn til sjúkraflutning við at skora børuna í lastini. Í Havn brendi ein sjúkrabilur saman á veg til Vestmanna eftir einum sjúklingi
leingi vit hava ein sjúkrahúsleiðara, sum arbeiðir við málinum. Hon sigur, at landsstýrið hevur givið Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara fríar hendur at seta eina leiðsluskipan í verk, sum hann heldur tænir [...] ár, at hann ætlaði at seta eina einstreingjaða leiðslu á Landssjúkrahúsinum, har ein einsamallur, leiðari, vanliga ein yvirlækni, hevði evstu ábyrgdina á hvørjari deild. Samstundis skulu varaleiðarar setast [...] í hvussu so er loysast í ár. Tað er onki sum eitur, sigur hon púra avgjørd. Hon sigur afturat, at sjúkrahúsleiðarin hevur fingið at vita um tey fyrivarni, sum partarnir hava í málinum. M.a. tað, at sj
høvuðsbústaðurin? Er tað har ein svevur mest,har ein arbeiðir mest, ella har ein hevði verið, um ein ikki fekst við politikk? Hetta fekk eg iki at vita, sigur Jóannes Eidesgarrd, sum síðani varð kallaður á fund [...] spurnartekin við ein landstýrismann, sum kemur av bygd, og nýtir alla sína tið í Havn. Men ein tingmaður kann sagtans vera líka nógv upptikin, sum ein landsstýrismaður, sigur Jóannes Eidesgard. Stór uppgáva [...] Tí haldi eg, at eg sum lønmóttakri má kunna krevja arbeiðsgevaran eftir greiðum svari, men tað vil hann ikki geva mær, sigur Jóannes Eidesgaard, sum spyr, um orsøkin kanska liggur í, at onkur hevur áhuga
at ætlanin liggur á borðinum, til stovnurin verður tikin í nýtslu. Á Argjum er ein dagstovnur við barnagarði og vøggustovu, men tað er alt ov lítið til stóra barnatalið í økinum. Men gongst sum forkvinnuni [...] stovnsplássum til tey smáu undir skúlaaldur. Sum tað hevur verið víst á fleiri ferðir, er 70% av tørvinum í Havn nøktaður. Men tað eru kortini øki í býnum, sum eru verri fyri enn onnur. Her eru vesturbýurin [...] men at húsini tykjast verða væl egnað til at gerast ein barnagarður. Hon roknar ikki við, at nógvar umvælingar og umbygginginar verða neyðugar. Ein upphædd á umleið tvær milliónir krónur, tá ið keyp og
loysnir, soleiðis at trupulleikin verður loystur. - Sum dømi kunnu vit nevna ansingarpláss, sum bert verða nýtt hálva tíð. Møguliga døgnstovn til tey, sum arbeiða skeivar arbeiðstíðir, sigur Bryndis á Dunga [...] Teirra partur liggur ikki eftir. Hinvegin fóru foreldur av fundinum aftur við teirri kenslu, at tey máttu góðtaka støðuna sum hon er. Neyðin hjá teimum er akkurát líka stór eftir fundin, sum hon var áðrenn [...] bíðilisti er, fyri at fáa so stórt rættvísi sum yvirhøvur møguligt, vísir forkvinnan í Foreldrafelagnum á. - Her ber til bæði at tosa fyri og ímóti, men fyri at fáa ein reellan bíðilista og soleiðis kunnu gera
av við pengarnar seinastu árini. Hetta skal ikki skiljast sum at Realkreditstovnurin er ein fíggingarstovnur, sum veitir fígging til alt, men ein veruleiki er tað tó, at ógvuliga fá nýggj fiskifør eru komin [...] krónur til ein djúpvatnstrolara og eitt umfíggjað lán uppá 15 mió. krónur til ein rækjutrolara. Tað vil siga, at tað gongur heldur striltið hjá stovninum at fáa »kundar« til teir pengarnar, sum eru tøkir [...] og tí hevur eftirspurningurin verið hareftir. Hetta sæst eisini aftur á tí sum liggur í pengakistuni. Av teimum 539 mió., sum realurin er »góður fyri« eru heilar 281 av teimum bundnar í virðisbrøv ella
leiðsluni verið nøgd við tænastuna. Fleiri kenna tað, sum eru teir slopnir undan tungari byrðu, nú teir eru slopnir av við slaktið. ? Teir reka kúnna uppí ein lastbil, og síggja os onki aftur uttan eina uppgerð [...] er millum matvørur, ið skifta hendur yvir handilsskivuna, og tann matin, ein sjálvur hevur fingið til høldar. ? Vit noyðast, eins og øll onnur, at ganga undir heilsufrøðiligu krøvini, ið verða sett, men [...] at verða øktur. Óvist, nær yvirskot verður Einsamalla sláturvirki hjá Meginfelagi Búnaðarmanna er ein slóðbrótandi ætlan. Klaksvíkingurin, Adolf Johannesen, ið er stjóri á virkinum, sigur, at longu tá