neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur útviklað seg bendir mangt á, at tað ikki verður sambandsflokkurin, sum kemur at mynda eitt komandi [...] fingið sína fyrstu minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa [...] flokkinum, síðani fóru javnaðarmennirnir úr samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku
annan landsstýrismann ella farið aftur til løgmann og sagt, at vit kunnu ikki halda fram. SO hevði løgmaður verið í eini heilt aðrari støðu. Bæði mótvegis sjálvstýrisflokkinum og sínum egna flokki, tí [...] fíggjarlógaruppskotini vísa, at løgmaður hevur ikki tak á tí samlaða landsstýrisarbeiðnum. Tað má hann hava, sjálvt um vit hava fingið ráðharrastýri. Tað kann ikki vera rætt, at hvør landsstýrismaður rekur [...] hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joensen. Spurningurin er bara nú, um restin av samgonguni hongur saman
mikið, at har býðst ikki bøtur, um serlig tiltøk ikki verða sett í verk. Samstundis sum fólkatalið alsamt minkar í fleiri bygdum og býum, letst landsstýrið ikki um vón. VIT menna ikki føroyska samfelagið [...] virksemið ? og alt fólkið ? ikki endar á nøkrum fáum stórplássum. MEN neyðugt er við eini miðvísari ætlan, og neyðugt er, at politisku flokkarnir virka saman. Tað er heilt givið, at menningarætlan fyri [...] trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni. TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin talar fyri at menna útjaðaran. Grundleggjandi í javnaðarhugsjónini er at
at vit fáa eitt sakligt og rímuligt úrslit burtur úr marknasamráðingunum. Tað sær ikki mætari út enn, at okkurt heilt serligt skal til fyri at sleppast kann burtur úr naggatódnini, tí eingin fundur er [...] hørðum? tvs. at tað verður eingin samráðingarloysn, um ikki bretar vilja avmarka ?sagens kerne? til at fevna um ta gráu leiðina tvs. tað økið, sum vit ikki kundu semjast um, tá fiskimarkið varð ásett fyri 20 [...] treiski Edmund kanska ikki er løgmaður longur! Kann tað hugsast, at bretar fara at seta fót fyri eini føroyskari útbjóð-ingarrundu, við at seta krøv, sum gera, at føroyingar fáa ikki bjóðað út tey frægastu
Nýggja tøknin setir stór krøv til undirvísingarverkið. Teir borgarar og teir partar av vinnulívinum, ið ikki megna hesa nýggju tøkni, gerast eftirbátar. Vit fáa A-borgarar og B-borgarar. Vit fáa A-fyritøkur [...] neyðugt at økja og styrkja telduundirvísingina í skúlunum, men samstundis eiga vit tryggja, at hetta ikki gonur út yvir aðrar lærugreinir. Samfelagið eigur at tryggja ta neyðturviligu fjarskiftistøknina og [...] breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at røkka heilt nýggjum málbólkum. Afturat hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera, at samskifta og fjarskifta
málunum fram. TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men hetta má ikki forða demokratiinum at virka. Og er tað so [...] so, at løgmaður, sum umsitur fleiri vanlig málsøki, ikki vil svara pressuni, tá hon setir honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogv [...] Er tað so harra løgmaður, at tú als ikki ynskir hesa útbygging, tí tú heldur sær, at flogvøllur verður bygdur aðrastaðni. Og í sama viðfangi kann verða spurt, um ikki parkeringin av undirsjóvartunnilin
víst aftur. Og ikki fyrr enn í juli í ár hava bretar innsæð, at krav teirra kundi ikki vinna nakran sum helst frama. Tí komu teir við einum nýggjum uppskoti, sum føroyingar kortini ikki vildu tosa um. [...] vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska [...] so avgjørt hava nógv at samvinna um bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum á hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast rutusamband millum londini
Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit sum samgongupartnari við tøgn tykkara ikki nettup givið honum tykkara fulla [...] um ikki hesir flokkar hava tutlað saman, áðrenn Edmund tók avgerðina um nýval? At hetta skuldi vera besti trumfurin hjá teimum at seta allar hinar flokkararnar í skák mát og javnaðarflokkin heilt út av [...] í sambandsflokkinum, hevur alla tíðina verið at útseta samráðingarnar við danir sum longst, men tó ikki longur enn so, at hesar skuldu brúkast sum partur av valstríðnum. Altavgerandi fyri løgmann hevur
uppbyggjandi samfelagsorðaskiftinum, sum er og eigur at verða undan einum vali. Tað er rætt og slætt ikki inn longur at fasthalda alt tað gamla, sum sambandið við løgmanni á odda hevur staðið sum felagsnevnari [...] millum tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin. Tvs. her er talan um eitt val millum loysing og so eina heilt nýggja skipan fyri Føroyar, sum gevur okkum meiri sjálvstýri og harvið størri ábyrgd av okkum sjálvum [...] samband og fólkaflokk hinumegin. Veljarin sær , at fólkaflokkur og samband hóska væl saman . Hvussu og ikki so fer valið at snúgva seg um viðurskiftini millum FØ og DK og hvussu vit búskaparliga, vinnuliga
gongur inn fyri, hava øll størri týdning enn at gera Føroyar meira sjálvbjargnar! Hevur fólkaflokkurin heilt mist sín sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð havt nakran man onkur spyrja, nú sambandsvongurin [...] JÓGVAN SUNDSTEIN hevur ongantíð verið bangin fyri at siga sína hugsan og greiðu meining - heldur ikki tá tað ræður um sínar egnu. Hetta eigur hann rós uppiborið fyri. Nú um dagarnar vísti hann á stóru [...] sína við júst sambandsku linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at