løgtingssalin um eina løtu - Misálitið er mest knýtt at Skálafjarðartunnlinum. Hetta málið hevur undirgrivið politisku skipanina somikið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta. Tað sigur Poul [...] er ikki greitt, um andstøðan stendur saman um misálitið á løgmann. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava tilsamans 13 løgtingslimir. Atkvøða 17 løgtingslimir fyri uppskotinum um misálit á Kaj Leo [...] Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum leggur fram uppskot um misálit saman við Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. - Tað er eitt mark fyri, hvussu langt man vil fara. Eg vil ikki longur vera partur
løgmanni fer at hetta tí kosta skattaborgarum minst 3,4 milliónir krónur. Við at broyta lógina kann løgmaður spara upp til 1,6 millión krónur. Men tað hevur løgmaður so ongar ætlanir um... [...] skrivaði løgmaður á Facebook í gjár eftir at hava lisið Sosialin. Blaðið spurdi løgmann, um hann hevði ætlanir um at broyta skipanina við, at landsstýrismenn fáa dupulta løn, tá teir koma aftur í tingið [...] samgonguleiðari, og tí, at tað hann var tingmaður vildi hann so fegin broyta hetta, at hann legði fram uppskot á ting um tað. Men nú, tá løgmaður sjálvur fær eina fjórðingsmillión eyka, tá hann fer aftur
verður tó ikki sjónligur fyrr enn um nøkur ár. Norska stjórnin hevur leingi arbeitt við ætlanum um at skriva út fleiri aliloyvi, og nú hevur hon loksins boðað frá, at hetta verður gjørt næsta ár. Kolbjørn [...] meira enn 50.000 tonsum, tá loyvini verða nýtt til fulnar. Hetta merkir, at útboðið av laksi á heimsmarknaðinum økist við hóvligari ferð. Talan er um sonevnd grøn loyvi, men enn er óvist, hvussu eitt grønt [...] er greitt, at nøkur loyvi skulu latast smærri alarum. - Helst verður talan um loyvi, sum alarar kunnu veksla á tann hátta, at um teir lata eitt loyvi inn, kunnu teir fáa tvey nýggj loyvi útskrivað. Tað skrivar
Eta vit meira kjøt, økja vit samstundis um alheims upphitingina. Nógv protein frá kjøti, fiski og egg. Gjarna um morgunin, á døgurða og um kvøldið. Hetta eru grundarsteinarnir í steinaldarføði, ið er eitt [...] nakrir føroyingar eru á. Men velja nógv fólk í framtíðini at eta kjøt heldur enn kolhydrat, hevur hetta negativa ávirkan á náttúruna. - Tað hevði á ongan hátt verið gott fyri umhvørvið, sigur Henrik Saxe [...] Fødevareøkonomisk Institut, sum er á Københavns Universitet. Heldur ikki er tað gott fyri náttúruna, um fleiri fólk fara at eta meira av fiski. Fleiri fiskastovnar eru ovfiskaðir, og fleiri vansar eru við
eisini hava rætt til at rinda kontant. Í Føroyum hava vit ikki greiðar reglur um hesi viðurskifti og tað hava verið søgur um, at vinnurekandi av ymsum slagi, hava noktað at tikið ímóti kontantum Men nú [...] skulu eisini hava skyldu til at taka ímóti gjaldinum, kontant. Men hetta er kortini ikki galdandi alt samdøgurið, tí tað er bara um dagin, frá klokkan seks á morgni, til klokkan 22 á kvøldi, at tey hava [...] hava skyldu til at taka ímóti kontantum. Tað er sostatt ikki galdandi seint um kvøldið, og um náttina.
fast við ætlanina um at geva trolbátum størri rásarrúm at fiska innan fyri 12 fjórðingar. Tað ger hann greitt, nú Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann um hetta. Spurningurin kemur [...] Meginfelag útróðrarmanna sigur, at hetta verður endin á útróðrinum. Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur tikið málið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at geva trolbátum rúmari ræsur [...] umhugsað málið, men hann hevur tikið avgerð um at halda fast við broytingarnar – men tær verða galdandi fyri í ár. Tá ið árið er farið, verður høvið at umhugsa um broytingar skulu gerast, og hvørjar bro
stríðnum ímóti okkum. Í Sosialinum hetta vikuskifti er nógv meiri at lesa um, hvørji sjónarmið, formaðurin í Grindamannafelagnum hevur um tað at taka myndir av grindadrápi, og um nýggja taktikkin hjá umhvørv [...] at fáa hetta vikuskiftið. Sosialurin hevur tosað við hann um ágangin frá umhvørvisfelagsskapum ímóti grindadrápi,sum aftur er kyknaður av álvara. Í hesum sambandi hava føoyingar kjakast dúgliga um, hvussu
Hetta seinasta hálva árið eru tekin um, at húsarhaldini í Føroyum hava bjartari vónir um framtíðina enn tær hava havt. Tað staðfestur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum er almannakunngjørd nú [...] men síðani er tað komið upp aftur á 10. Tað er eitt tekin um at hetta seinasta hálva árið hava føroysku húsarhaldunum aftur fingið bjartari vónir um framtíðina, sigur Búskaparráðið. [...] nú um dagarnar. Búskaparráðið sipar her til treystitølini, sum er ein kanning við tí endamálið at vita, hvørjar vónir, húsarhaldini hava til framtíðina. Og ráðið staðfestur, at nú er vísa tølini, at tey
Bústaðir um spurningin. Í hesum sambandi eru ætlanir um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli. Tað er eftir áheitan frá nevndini fyri heimið, sum er ein sjálvognarstovnur. Samráðingar um yvirtøkuna [...] eisini, at nevndin fyri Næmingaheimið í Berjabrekku hevur sett fram somu áheitan um, at Bústaðir eisini yvirtekur hetta næmingaheimið. - Orsøkin er hin sama sum fyri heimið undir Fjalli, nevniliga vánalig [...] Í løtuni hava Bústaðir ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja fleiri lestraríbúðir. Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta
viðmerkjarar eru á einum máli um, at hetta kann fáa álvarsamar fylgjur fyri landsliðsvenjaran. Eingin ivi er um, at trúvirði hjá enska landsliðsvenjaranum er ógvuliga skalað. [...] Telegraph og biðið um, at fáa alt tilfarið frá enska blaðnum, so fótbóltssambandið kann kanna málið. Sam Allardyce tók við starvinum 22. juli í ár. Samrøðurnar eru gjørdar eftir hetta. Enskir viðmerkjarar [...] at hann á loyniupptøkum greiðir frá, hvussu ein kann bróta reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum um sølu og keyp av spælarum. Tað er enska blaðið The Telegraph, sum í gjárkvøldið almannakunngjørdi eitt