Sostatt stendur á jøvnum í løgtinginum, 16-16, um uppskotið, sum á jólum fall við 20 atkvøðum ímóti, væntandi stendur fyri aðru viðgerð um ein góðan mánað. Johan og Marjus samdir - Eg atkvøddi ímóti uppskotinum [...] við eini aðrari loysn, sigur Johan Dahl, sum tó ivast í, at samgongan finnur eina semju. Grundgevingarnar hjá Marjus Dam at atkvøða fyri eru á leið tær somu sum hjá partamanninum. - Mín grundhugsan er, [...] hendingarnar, sum vit hava hoyrt um í fjølmiðlunum, eru so grovar, at okkurt má gerast. Er uppskotið um at broyta revsilógina einasta loysnin, so taki eg undir við tí, sigur Marjus Dam, sum tó leggur dent
við nøkrum, sum líkist einum samráðingaruppleggi millum tvey lond, sum eru grannalond og sum skulu liva í sátt og semju og góðum grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini. -Nú hevur ein skilt, at bretar [...] men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um. So leingi ein ikki góðtekur [...] vita, um ein loysn kann finnast. -Hetta er fyrstu ferð, at tíð er sett á. Vit eru samdir í tí, at ein semja skal finnast. Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja stjórn í Bretlandi, sum hevur sagt
rarbeiðið er gjørt, og tað er púra greitt í lógaruppskotinum, at tað eru tænasturnar, sum vit kenna tær í dag, sum verða lagdar til kommunurnar at umsita, tvs. eldrarøktin og samskipaða heimatænastan, [...] til í næstu viku, sigur Annika Olsen. - Hetta er ein av størstu umskipanum í almenna geiranum í nýggjari tíð. Tá lógaruppskotini vónandi eru samtykt, liggur nógv og krevjandi arbeiði fyri framman, bæði hjá [...] - Nú má ein avgerð takast, so at arbeiðast kann fyri at koma á mál. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon er ikki samd, tá ið Kommunufelagið sigur, at tað enn ikki er greitt, hvussu
milliónir. - Ein partur av hesi inntøku til landskassan kann eisini brúkast til at lækka ferðaavgjaldið hjá fólki, sum fara av landinum fyri at útvega bíligari ferðaseðlar, men tað liggur fyri ein stóran part [...] vera meining, at tað bara skulu vera Atlantsflog og Smyril Line, sum skulu rinda ferðaavgjald. Men kunsturin er at finna ein leist, sum ikki fær tey at leita aðrar vegir, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum [...] útlendsk ferðafólk, sum koma higar við ferðafólki. - Eftir hevur hevði inntøkan hjá landskassanum verði 10 milliónir. Men Bill Justinusssen væntar ikki, at vit fara at krevja so stórt avgjald sum 500 krónur, tí
aftanfyri 1-4 við einum manni minni ímóti einum liði, sum liggur væl fyri í kappingini, so tað bleiv ein møtimikil uppgáva. Tað bleiv tosað við stórum stavum í steðginum, har vit settu okkum sum mál at fáa [...] dystirnar, sum vit hava eftir, fyri yvirhøvur at kunna gera okkum galdandi. At vinna á NSÍ er ikki lætt, men hesaferð vóru teir eitt sindur skerdir, tí Christian Høgni Jacobsen var ikki við, staðfesti ein fegin [...] Árni Frederiksberg hegnisliga lyfti bóltin uppum landsliðsmálverjan, Réne Tórgarð til støðuna 4-1, sum eisini ,var hálvleiksstøðan. Comeback Fasti málverjin hjá NSÍ, Andras Gango var darvaður av einum
og tá høvdu ráð eisini verið til at tapt dystin í Vági, sum enn liggur á láni. Fyrra hálvleik av dystinum var gongdin eisini soleiðis, sum ein kundi vænta millum tvey somikið jøvn lið. Hvørgin parturin [...] røð av sigrum, sum hevur tikið hevur tikið tær somikið langt framum bæði VB og Stjørnuna, at tær nú mest sum hava tryggjað sær silvurmerkini. Ferð á í seinna Sunnudagin var dysturin, sum framman undan varð [...] á rað, var alt mest sum avgjørt. Stórur sigur Sum sagt, so hevði sigurin við sær, at Neistin nú nærum eru vísar í at vinna silvurmerkini. Í øllum førum, um tær megna uppgávuna, sum eitur StÍF á útivølli
Hondbóltur At kvinnukappingin er ein kapprenning, sum einvíst stendur millum Stjørnuna og Tjaldur, varð undirstrikað í høllini á Hálsi sunnudagin. Neistin, sum er liðið, ið liggur aftan fyri oddin, megnaði í [...] í dystinum, men tað fekk bara ferð á Tjaldur, sum við fullari ferð setti seg á restina av fyrra hálvleiki. Í longum løtum vórðu tær bláu bara at rokna sum statistar, og so munaði tað ógvuliga lítið, at [...] vanliga eitt av eyðkennunum hjá einum oddaliði, og í so máta undirstrikaði dysturin bara tann mun, sum er. Fakta um dystin Neistin-Tjaldur 24-30 (9-18= 10 min: 3-4 20 min: 5-14 40 min: 14-22 50 min: 17-28
hjá teimum. Tað er ikki tað, sum er trupulleikin. - Trupulleikin er hinvegin, at tá vit skulu taka støðu til málini, so er tað frágreiðingin hjá dómaranum, sum liggur sum grundarlag hjá okkum. Og hevur [...] Samstundis hevur talan verið um, at ein discipliner-komite skal setast. Altso ein nevnd, sum kann fara inn at revsa leikarar fyri gerðir, sum dómarin kanska ikki hevur sæð. Og nýggi kappingarstjórin tykist [...] ferðaleiðarunum hesaferð er Bjarki Mohr, sum í vár varð valdur í nevndini hjá FSF, og sum soleiðis er spildurnýggjur í hesum høpi. Hóast hann bert hevur fáar mánaðir á baki sum kappingarstjóri, so hevur hann longu
fíggjarnevndina til góðkenningar. Ein partur av tí, sum fíggjarnevndin og býráðið skulu góðkenna, er at lata neyðugt lendi í Marknagili til Skúladepilin. Grundøkið, sum landið eigur, er ov lítið, og neyðugt [...] soleiðis at vit kunnu fremja tær ætlanir, sum arbeitt verður við, og soleiðis at vit fáa størsta og besta fríøki í landinum, sum eisini er serstakt við, at tað liggur inni í býnum, sigur Heðin Mortensen, [...] og landið letur kommununi ymsar matriklar, sum landið eigur á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá og Svartafoss, tilsamans umleið 30.853 fermetrar. Økið, sum landið fær frá kommununi í Marknagili, er
Jóhan Joensen. Sostatt liggur arbeiði á Gerðabø nú stilt, og tað verður liggjandi, inntil hesi viðurskifti eru komin upp á pláss. Sum Sosialurin skilir, so er tað ikki bara Jóhan, sum ikki hevur fingið fráboðan [...] ótarnað fram. Vegurin, sum gerast skal gongur frá Gerðabø tvørtur um Eiði og yvir í Uppsalahagan, og sum sagt, so eru tað eitt ótal av eigarum á hesum økinum. Á kunnandi fundinum, sum p/f Norðoyatunnilin [...] uppringdur av einum manni frá Norðoyatunlinum, sum segði, at hann arbeiddi við at fáa nøkur brøv send út til eigararnar. Hann ringdi til mín, tí eg siti sum formaður í hagastýrinum í Uppsalahaganum, og honum