Avgjald á útlendsk ferðafólk til Føroya

FERÐAAVGJALD fyri at útvega landskassanum fleiri inntøkur, ætlar samgongan at leggja avgjald á ferðafólk, sum koma til Føroya við ferðamannaskipum

- Nú skulu øll ferðafólk, sum koma til Føroya við ferðamannaskipum, rinda ferðaavgjald.
Tað ætlar samgongan fyri at útvega landskassanum meiri inntøkur.
- Tað var eitt bakkast fyri ferðavinnuna, tá ið Ferðaráðið varð avtikið og tí løgdu vit uppskot fyri Løgtingið um at endurstovnað tað, og tað varð samtykt, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
- Ferðaráðið verður almenna amboðið til at seta rættiliga gongd á ferðavinnuna, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
Hann leggur afturat, at flestu lond leggja eitt ferðaavgjald á ferðafólkið við ferðamannaskipum og tað ætla vit eisini at gera.
Hann sigur, at eitt, sum inntøkan, ið landskassin fær í ferðaavgjaldi av útlendskum ferðafólki við ferðamannaskipum, skal brúkast til at fíggja virksemi hjá endurstovnaða Ferðaráðnum.

Onki avgjørt
Bill Justinussen sigur, at enn er onki avgjørt, hvussu stórt eitt slíkt ferðaavgjald skal verða.
- Undir samráðingunum um samgonguna, varð nevnt, at onkustaðni er ferðagjaldið 500 krónur fyri hvørt ferðafólk við ferðamannaskipum.
Samstundis varð upplýst, at talan er um eini 20.000 útlendsk ferðafólk, sum koma higar við ferðafólki.
- Eftir hevur hevði inntøkan hjá landskassanum verði 10 milliónir.
Men Bill Justinusssen væntar ikki, at vit fara at krevja so stórt avgjald sum 500 krónur, tí avgjaldið skal verða eftir teimum tænastum, vit hava at bjóðað ferðafólki.
Hinvegin var játtanin til gamla Ferðaráðið einar fimm milliónir.
- Ein partur av hesi inntøku til landskassan kann eisini brúkast til at lækka ferðaavgjaldið hjá fólki, sum fara av landinum fyri at útvega bíligari ferðaseðlar, men tað liggur fyri ein stóran part í hondunum á landssýrismanninum.

Mugu ikki styggja skipini burtur
- Vit hava onki ímóti, at avgjald verður lagt á útlendsk ferðafólk, sum koma higar við ferðamannaskipum.
- Men vit mugu ansa sera væl eftir, at vit ikki styggja skipini burtur.
Tað heldur Jákup Sverri Kass, sum er formaður í Ferðavinnufelagnum.
Hann vónar tískil, at Ferðavinnufelagið og umboð fyri ferðamannaskip, sum koma higar, verða tikin við upp á ráð, áðrenn eitt avgjald verður sett í verk.
Jákup Sverri Kass sigur, at í Grønlandi rinda útlendsk ferðamannaskip eitt ávíst gjald fyri at koma inn í grønlendskan sjógv, men afturfyri kunnu skipini sigla á so nógvar havnir, tey vilja.
- Tað eggjar ferðamannaskipini til at sigla á fleiri havnir.
Hetta kundi verið ein máti, tí í Føroyum eru útlendsku ferðamannaskipini eisini so smátt farin at sigla á aðrar havnir í Føroyum enn á Havnina.
Annars vísir hann á, at tær ymsu havnirnar hava rættiliga stóra inntøku av útlendsku ferðamannaskipunum og tískil mugu vit ansa eftir, at vit ikki styggja tey burtur.
- Sjálvandi eiga vit at eisini at taka avgjald frá útlendsku skipunum, tí tað kann ikki vera meining, at tað bara skulu vera Atlantsflog og Smyril Line, sum skulu rinda ferðaavgjald. Men kunsturin er at finna ein leist, sum ikki fær tey at leita aðrar vegir, sigur formaðurin í Ferðavinnufelagnum.