uppgáva. Sjálvur hevur hann áður roynt seg sum leikhøvund. Tað var við »Lagnuklingra« eftir søguni hjá William Heinesen »Det Gode Håb«. Seinni var tað »Tárnið við heimsins enda« og so »Nólsoyar Páll«. Nú hevur [...] dag Williams, sigur Egi Dam, sum umframt at hava skrivað leikin, eisini leikstjórnar. - Tað var av tilvild, at tað bleiv bókin »Móðir Sjeystjørna«, ið eg valdi, tí eg byrjaði at arbeiða við aðrari søgu [...] lurtað nógv eftir, hvussu tað ljómaði, klingaði. - Ein yvirskrift í bókini var »Mangfoldig kærlighed«, og eg hevði ætlanir um at nýta hana til leikin, men valdi heitið á bókini. Men tað er margfaldur kærleiki
limir sleppa 10 krónur bíligari. Hendan seinnapartin Sosialurin var inni á gólvinum var fullsett, og sagt verður frá stórum áhuga. - Tað hevur verið fult allatíðina, sigur eigarin Allan Joensen, sum hevur [...] víðkað um netcaféina, um tørvur verður á tí. Seinnapartarnar er tað skúlaungdómurin, sum situr við knøttaborðini. Um kvøldarnar eru tað eisini tilkomin fólk, sum rógva út á digitalan altjóða sjógv, meðan [...] Her eru eingir stampar og stykkir. Tíansheldur agnroykur og fiskimannatos. Her eitur tað megahertz, surfing, E-meyl og chat. Um dagarnar lat upp ein sokallað internetcafé í handilsmiðdeplinum í Klaksvík
jólatræ á vaglinum, hugnalig jólaljós í trøunum við Gamla Bókhandil og longri upp í gongugøtuni við Sparikassan. Jú, sanniliga var tað ein hugnalig sjón at síggja jólamenn í vakra kavaveðrinum.
vóru blivin góð, longu tá ið hann var heima seinast, tað var, meðan Sára gekk við tí fyrsta barninum. Sum lógin var tá, søgan fer fram í fyrru helvt av 1700-talinum, var tað mett sum siðamisbrot, um tey bæði [...] blaðsíðu 167 hugsar Sára undir dómsviðgerðini: ...Andras var ikki har, hann var rýmdur, og hvussu hon so royndi, slapst ikki undan tí sannleikanum heldur. Tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna [...] Samfelagið í fyrru helvt av 1700-talinum var eitt statiskt, patriarkalskt bóndasamfelag. Ættin var kjarnan, tann einstaki hevði sítt fasta, avmarkaða pláss, har var lítið rúm fyri individuellum ætlanum. Men
er skrásettur fyri at hava spælt 26 landsdystir. Eftir at Kurt Mørkøre var vorðin yrkisspælari í Sogndal, boðaði hann frá, at tað nú bar honum til aftur at spæla á landsliðnum, men tá venjarin valdi átjan [...] Svangaskarði verða vikuskiftini 15./16. og 22./23. januar, og tað verður undirstrikað, at tær eru bara ætlaðar spælarum, sum vera staddir í Føroyum. Tað vil við øðrum orðum siga, at venjarin og Fótbóltssambandið [...] stendur at umboða HB. Tað má merkja, at spæliloyvini hjá toftamonnunum eru framvegis í høvuðsstaðnum, sjálvt um teir allir hava gjørt avtalu við B68 um at spæla á Toftum komandi ár. Tað hevur Jan Dam eisini
Vestmanna, meðan Sverri var staddur uttanlands, tá seinasta lokaluppgerðin hesumegin aldarskifti skuldi avgerðast. Eingin spenningur Uppgerðin varð eisini avgjørd, og ikki óvæntað gjørdust tað teir á vestara armi [...] helvt av kappingini, og fremsti setningur teirra er ivaleyst at varveita FM-heitið inni á Skálafjørðinum. Harumframt liggur tað teimum ivaleyst eisini frammalaga í huga at vinna steypakappingina, eftir at teir [...] hesum báðum liðum. Í hvussu so er man tað nytta lítið hjá teimum at droyma um at taka stig frá nøkrum av teimum stóru. Higartil hava teir eisini megnað setningin, við tað at teir í løtuni liggja á triðjaplássið
Mjølnir-Fram 2-0 Hóast tað er langt upp á ovastu rók, haðani Mjølnir stendur í dag, so er frástøðan eftir nýggjár kortini ikki longri enn so, at tað kann lata seg gera. Men tað merkir, at Mjølnir skal [...] á liðið, og tað hevur givið eina betri javnvág millum roynt og óroynt fólk. Saman við Borko hevur Jóannes givið spælinum tað neyðugu tyngdina til at vinna á teimum sterku liðunum. Tað var eisini endin [...] sínar. Kortini er tað meira »hyp-otetiskt» tos, at Mjølnir skal kunna hótta Fleyr. Orsøkin til tað er, at so skal Fleyr tapa báðar dystirnar móti Mjølni, umframt onkran annan dyst við, og tað eru ikki sannlíkindi
m í býnum var fryst, men hesum vísir Bunyan Midjord aftur. ? Tað var heldur lítið trýst á vatninum, men tað er tí, at tað í løtuni kemur lítið vatn í Tormansá, og tað er sjálvsagt tí, at tað er so kalt [...] eisini, so har var einki at gera. Lítið trýst á Tað hevur sum kunnugt verið heldur kaldligt kring landið í seinastuni, og í Vági hava teir merkt kuldan. Tað ljóðaði eftir eldsbrunan, at tað var so kalt, at [...] og tí var næstan bara at hyggja at hjá sløkkiliðsmonnunum. ? Tað var púra vónleyst at sleppa framat at sløkkja, sigur Bunyan Midjord, sum er leiðari fyri sløkkiliðnum í Vági. Hann sigur, at tað stóð alt
ásannaðu, at hetta var ikki tann heilt stóri batin. Men kortini varð býráðið samt um, at tað hevði stóran týdning at taka hetta stigið fyri at geva borgarunum eitt sjónligt tekin um, at tað, hóast alt, er [...] komandi ár var til viðgerðar. Fíggjarætlanin verður nú send landsstýrinum til góðkenningar. Býráðið ásannar, at fíggjarliga støðan hjá kommununi er enn sera trupul. Men kortini heldur býráðið, at tað hevur [...] framtíðini eru so mikið fræg, at tað ber til at lætta byrðararnar hjá tvørafólki eitt lítið sindur. Øll kreppuárini hevur skattaprosentið á Tvøroyri hevur verið 23%, sum er tað hægtst loyvda. Men nú hevur býráðið
útviklað seg harfrá.« Nær byrjaðu tit í Kjølum fyrstu ferð at spæla saman? »Tað var tá vit vóru um eini 14-15 ára gamlir. Tað var soleiðis, at Jens Marner og nakrir aðrir kollfirðingar høvdu ein bólk saman [...] eiga so nógv ymisk orð fyri somu ting, so eg haldi tað bert verða undanførslur hjá teimum, sum siga, at tað ikki ber til at yrkja á føroyskum. Kanska er tað heldur soleiðis, at vit eru ov smæðin, og tískil [...] øgiliga hørð, og hvør minuttir hevur týdning fyri samlaða úrslitið.« Hvussu ber tað til, at tú valdi at fara til Svøríkis? »Tað var tí at Eydna fór at lesa, og harumframt hevði eg eisini sjálvur hug til at fara