Sára Tummasardóttir ? ein tragisk og óhugnalig kvinnulagna

Søgulig skaldsøga um kærleikans trongu karmar. Vit kunnu saman við rithøvundanum seta spurningin, hvør tað í grundini er, sum fremur brotsgerð í førum sum hesum

Kirsten Brix ummælir:


Millum bøkurnar, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út nú undan jólum er Suðar dýpið reyða, sum er næsta skaldsøgan hjá Bergtóru Hanusardóttur.

Eftir permutekstinum at døma hevur høvundurin sett sær fyri at geva einum av teimum mongu lagnunum, sum tingbøkurnar bara nevna við navni, hold og sál. Talan er um Sáru Tummasardóttur, sum á baksíðuni verður lýst sum ein ?ung, vøkur og lívshugað kvinna?, víðari verður sagt: ?Dramatiska lívssøga hennara fer fram tíðliga í átjandu øld og er hugvekjandi eisini á okkara døgum?.


Søgugongdin

Søgugongdin er í stuttum henda: tann unga Sára Tummasardóttir verður gift við tí nakað eldra Jákupi Niðri í Stovu, sum hon hittir á ólavsøku. Tey fáa fýra børn, tveir dreingir og tvíburðargentur. Lívið í bygdini er strævið, fellisár eru, og Jákup noyðist at taka pant í jørðini fyri at koma undan. Men samanumtikið klára tey seg, tey eru ung og røsk, og tann ósjálvsøkni, hjartagóði hegnismaðurin, smiðurin Sámal, mammubeiggi Jákup, er um tey bæði við ráð og dáð.


Sára dupult revsað

Men knappliga hendir vanlukkan. Jákup gongur burtur á útróðri og Sára stendur einsamøll eftir við fýra smáum børnum. Hon má lata sær lynda at geva tvíburðargenturnar frá sær til fosturs, vil hon ikki missa garðin, og tað er sera ivingasamt, um hon fer at klára sínar skyldur.


Siðamisbrot á la 18. øld

Umleið eitt ár seinni kemur Andras, beiggi Jákup, sum hevur siglt úti, heim. Og tað vísir seg, at tey bæði, Sára og Andras, vóru blivin góð, longu tá ið hann var heima seinast, tað var, meðan Sára gekk við tí fyrsta barninum. Sum lógin var tá, søgan fer fram í fyrru helvt av 1700-talinum, var tað mett sum siðamisbrot, um tey bæði skuldu farið at liva saman. Hóast hon er einkja, kann hon ikki uttan víðari giftast við sváginum hjá sær.


Sára og Andras

? enn eitt svik?

Hóast tey eru vitandi um vandan, liva tey undir somu lon, og tað gongur, sum tað má. Tey verða stevnd á vártingið fyri siðamisbrot, men verða í fyrsta umfari fríkend, tí tey nokta seg sek í at vera annað enn sera góð vinfólk, og tí vitnini ikki eru nóg sannførandi. Men Sára er aftur við barn, og tá ið ikki ber til at dylja hetta longur, er eingin vegur aftur. Tey verða stevnd á Ólavsøkutingið. Men náttina áðrenn øvrigheitin kemur eftir teimum, er Andras rýmdur. Hann skuldi fyrireika burturferðina hjá teimum øllum, men einki frættist frá honum aftur, áðrenn Sára verður tikin og førd til Havnar. Hon og vitni verða avhoyrd, men dómurin verður ikki feldur og Sára doyr sambært eftirmælinum í bókini í barnferð. Í eftirmælinum stendur eisini, at einki spurdist aftur til Andras Dánjalsson í Niðristovu, men í søguni verður róð uppundir, at hann hevur syrgt fyri at bjarga sær sjálvum, á blaðsíðu 167 hugsar Sára undir dómsviðgerðini:

...Andras var ikki har, hann var rýmdur, og hvussu hon so royndi, slapst ikki undan tí sannleikanum heldur.

Tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum skaldsøguna, eins og í søgusavninum Loynigongir frá 1993, at høvuðspersónurin hevur alla verðina ímóti sær. Góðsku og kærleika finnur hon í ættini, heila og fría kennir hon seg tó ongastaðni sum í haganum.


Forvitnisskapandi bygnaður

Hvat bygnaðinum viðvíkur er skaldsøgan formað sum ein rammusøga. Í fyrsta kapitli hitta vit Sáru, leidda av Skansanum á veg til sakarmálsviðgerðina í løgtinginum ólavsøkumorgun. Síðani fara hendingarnar fram, ikki kronologiskt men aftur og fram í tíð, við nógvum afturlítandi brotum ella flash backs, til seinasta kapittulin, nr. 26, har vit venda aftur til løgtingsstovuna. Lesarin er sostatt frá byrjanini greiður yvir, hvørja lagnu Sára fær.

At frásøgan leypir aftur og fram er við til at skapa spenning, sum t.d. tá ið Sára longu tíðliga í bókini, í 4. kapitli, í sínum tonkum kemur við eini ábending um, at okkurt gongur fyri seg, sum Jákup einki veit um, og sum hevur við Andras at gera. Lesarin verður eitt sindur ørkymlaður, og forvitnið er vakt.


Persónslýsing

Persónarnir í skaldsøguni eru býttir sundur í tveir bólkar: tey, sum eru góð við Sáru og hennara, og tey sum eru ímóti. Lýsingin er rættiliga svørt-hvít. Høvuðsfíggindin hjá Sáru og Andrasi er Annelena Joensdatter. Hon og Jákup vóru hálvavegna trúlovað, áðrenn Sára kom inn í myndina. Men henni dámdi best at vera í embætismannaumhvørvinum í Havn, og Jákup var ektaður bygdamaður, so sambandið teirra millum varð ongantíð vorðið veruleiki. Men hon ger Sáru til syndabukk fyri sítt eftir øllum at døma miseydnaða lív, og hon steðgar ikki, fyrr enn Sára stendur ákærd á tinginum í vanda fyri at verða dømd til deyða. At tað er Sáru, hon vil hevna seg inn á og ikki siðamisbrotið sum so, sæst av, at hon roynir at fáa Andras at flýggja, áðrenn ov seint er.

Frásøgufólkið í søguni er alvitandi og lýsir sostatt persónar og hendingar innan- og uttanífrá úr skiftandi sjónarhornum. Vandin við at brúka henda frásøguháttin er, at frásøgufólkið lættliga kann koma at umboða eina ávísa áskoðan heldur enn at vera uttanveltað. Og tað er eftir mínum tykki hent í hesari søguni. Frásøgufólkið er indignerað Sárusa vegna. Uppgávan hjá frásøgufólkinum er at gera lesaran indigneraðan Sárusa vegna.

Annelena er tann negativa speglmyndin av Sáru. Men skal lesarin sannførast um, at Annelena rúmar kenslum so sterkum og oyðandi, at tær fáa hana at fara so vítt, má lýsingin hava meira tyngd.


Søgan sum spegl

Ein søgulig skaldsøga kann annaðhvørt lýsa lív og lagnu hjá einum søguligum persóni við tí fyri eyga at siga nakað um tíðina og tær treytir, sum vóru galdandi, tá ið viðkomandi livdi. Ella hon kann vera ein viðmerking til viðurskifti í nútíðini, men brúka tað søguliga perspektivið sum eitt slag av masku.

Sum nevnt viðger søgan siðamisbrot, soleiðis sum hetta fyribrigdi varð tolkað tá á døgum. Avleiðingarnar fyri tey seku vóru ræðuligar, í ringasta føri deyðarevsing. Tó kennir lesarin skjótt á sær, at ætlanin við søguni ikki hevur verið at lýsa trupulleikarnar rundan um hetta fyribrigdi tíðliga í 18. øld sum so, tað hevði kravt størri neyvleika í viðgerðini av bæði persónum og viðurskiftum annars. Kjarnan í skaldsøguni er harafturímóti eitt evni, sum er tíðarleyst, nevniliga sexualitetur. Uttan samanbering mest viðgjørda evnið í heimsbókmentunum, haldi eg, eg tori at siga.


Kærleiki og sexualitetur

Samfelagið í fyrru helvt av 1700-talinum var eitt statiskt, patriarkalskt bóndasamfelag. Ættin var kjarnan, tann einstaki hevði sítt fasta, avmarkaða pláss, har var lítið rúm fyri individuellum ætlanum. Men menniskjan er ikki egnað at liva undir so trongum korum, hvørki tá ella ídag. Vit kunnu t.d. bara hugsa um vísur sum Ebbe Skammelsøn, Flóvin Bænadiktsson og nógv eldri tekstir bæði verðsligar og religiøsar við fyri at staðfesta, at sexualiteturin, henda irrationella, anarkistiska megin, til allar tíðir hevur bjóðað tí reglubundnu skipanini av.

Í skaldsøguni skilir Bergtóra millum kærleika og sexualitet, hóast hon ikki brúkar tað seinna orðið, og tað hevði helst eisini verið ein anakronisma. Sára livir í kærleika við Jákupi og við børnum sínum serliga, men tað er Andras, sum festir í tann sexuella neistan.

Aðalútsøgnin í søguni, sum hon letur tann trúgva og eygagóða Sámal siga, er eftir mínum tykki hendan:

?Eingin er rættiliga líka, hugsi eg, men fleiri munnu innast inni vita, hvønn týdning tað hevur fyri sálina at elska aðrar vegir, enn har tey eru noydd at liva.


Søgunnar mis-

kunnarloysi

Tað man vera ivasamt, um hetta er ein tátíðar hugsunarháttur, heldur er tað ein roynd úr nútíðarperspektivi at skilja, hvat tað er, sum fær menniskjuna at vága sosiala stigmatisering, ja sjálvt lívið fyri at fylgja sínari trá. Máttmiklari fólk enn neyðars Sára hava noyðst at lúta, tí tey elskaðu aðrar vegir, enn lýst varð fyri teimum. Eitt nú kunnu vit nevna Caroline Mathilde, drottning tann sinnisjúka Christian VII, sum fjórðingsøld seinni, í 1770'árunum, varð fongslað, skild frá konginum og send í útlegd, tí hon hevði eitt intimt samband við Struensee, sum hon átti eina dóttur við.

Skaldsøgan hjá Bergtóru er ein roynd at vísa á, hvussu ómenniskjanslig og kryplandi ein samfelagsskipan er, tá ið hon ikki tolir, at menniskjan fylgir sínum djúpastu, mest ektaðu kenslum.


(Ummælið varð lisið upp í Útvarpi Føroya 13.12.1999)